fríggjadagur 22. november 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 135 · 22. november 2013
6
VIKUSKIFTI
Starv?
Marknaðarfólk hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Hvat er tað besta við starvinum?
Eg siti við tiltøkum og stuðli, og tað besta er at gleða
fólk, tá man játtar teimum stuðul og sponsorat.
Skipi eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum. Har
umframt havi eg heimsins fittastu starvsfelagar,
serliga Fróði Danielsen, ein av okkara KT monnum,
hann er heimsins stuttligasti maður at arbeiða
saman við og ja hann er sjálvandi suðuroyingur.
Tað keðiligasta?
Uha… tað var verri. At siga nei til
stuðuls- og sponsorumsóknir, men mann
kann ikki stuðla øllum, tíverri.
Lýs tann perfekta dagin
Veðrið er gott,summar í Føroyum og eg havi
frí. Pakki ein matpakka ella eingangsgrillina og
fari í fjøllini ella til Bøsdalafoss, Leynasand ella
Saksun við mínum kæru og njóti dagin úti.
Hvat hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
D&V, 3-2 og mín favorit sendirøð er Sex & The
City. Kann hyggja eftir henni umaftur og umaftur.
Annars dámar mær væl føroyskar dokumentar
sendingar, og so hyggi eg eftir Singleliv og Criminal.
Hvat gert tú, tá tú veruliga slappar av?
Um summarið eri eg í náttúrini, tá eg veruliga slappi
av. Um veturin er tað heima við einum teppi á sofuni,
nýbakaðum bollum og kaka og einum góðum filmi. Men
áðrenn eg veruliga kann slappa av, skulu húsini vera
rein. Soleiðis eru vit helst nógvar kvinnur, sum hava tað.
Nær ert tú í góðum lag?
Tá eg spæli fótbólt saman við
mínum festligu B36 gellum.
Hvat ger teg illa?
Tá fólk happa ella fara illa við djórum.
Hvør er tín fyrimynd?
Eg havi so nógvar, so vil helst ikki nevna nakra ávísa.
Sterkar kvinnur, sum hava broytt korini hjá okkum
seinastu øldina, og har eru nógvar. Og so Oda omman
í Miðvági, eitt satt konubrot. Hon var á Kappanum
við abba og róði út, tá hon var javngomul við meg.
Hvørja bók burdu øll lisið?
Det kompetente barn. Besta bók, um hvussu
man virðir og gevur sínum barni ein góðan
uppvøkstur, har tað kennir seg virt og elskað.
Hvussu nógv hugsar tú um tína útsjónd?
Ikki serliga nógv. Tað er ikki soleiðis, at eg standi
framman fyri speglinum í ein tíma um morgunin og
eg fari næstan altíð ósminkað og í joggingbuksum
til bakaran í vikuskiftinum. Tað einasta, eg
fokuseri uppá, er ikki at blíva for tjúkk… og fái
ringa samvitsku, tá eg ikki havi vant í eina viku.
Hvussu vilt tú lýsa tínar matvanar?
Heilt vanligir. Elski føroyskan mat, men eti
heldur kips og ostar enn sjokolátu og køkur.
Hvussu nógv hugsar tú um rørslu og venjing?
Nógv, og í løtuni hugsi eg ov nógv og venji ov lítið.
I summar vandi eg fótbólt 2 ferðir um vikuna og
dømdi og spældi dyst í vikuskiftinum, umframt at
eg vandi fitness av og á. Í vetur komi eg bara ikki í
gongd . Í vetur spæli eg hondbóltsdyst í vikuskiftinum
og innandura fótbólt eitt kvøld um vikuna og venji
tvær ferðir fitness, samstundis sum sonurin er til
liðvenjing í Vælveru Fitness. Tað er so ætlanin...
Hvussu dámar tær best at halda summarfrí
Saman við mínum kæru og nær náttúruni.
Elski at ferðast í Føroyum. Um veturin er
tað tó skíðferia, sum er tað besta.
Enda setningin, annars haldi eg...
...at allar Kvinnur skulu læra at elska seg
sjálvar júst sum tær eru. So verða tær vakrar
og glaðar, og tað er nakað, vit øll fáa gleði
av – børnini og ikki minst maðurin.
Skelkurin er ikki hæstur av enn,
hóast ein mánaður er liðin, síðani
hann so púra óvæntað brast á
alljósum vetrardegi.
So øgiligur var hesin skelkur
at hoyra ein fakfelagsformann
hálva vegna taka undir við einari
lógarbroyting hjá landsstýrinum.
Eg vil ikki taka so rívan til og
siga bart út, at fakfelagsmaðurin
fagnaði lógarbroytingini, men
tað var líka við, hann gjørdi tað.
Álvaratos, fakfeløg eru til fyri
at mótmæla og renna ørindi á
Vaglinum og aðrastaðni fyri and
støðuna.
Alt, sum kemur frá landsstýr
inum, er álop á arbeiðandi fólkið,
sum hvørki fær flatskatt ella
fólkapensjón.
Men nú trein ein Judas út
út fakfelagsbrigaduni og kysti
valdið fyri ongan silvurdála.
Tað ger einki, um pensjóns
aldurin hækkar, segði hann.
Eg hoyrdi rætt, haldi eg.
Tað ger einki, um arbeiðandi
fólkið sleppur at arbeiða nøkur
ár afturat uttan 30 dálar í mót
roknaðari pensjón, segði hann.
Skelkandi, veruliga skelkandi.
Kreppufundir í samtaki og
samstarvi og øllum øðrum sam
hetta og sam hatta hjá fakforein
ingunum. Í loyndum sjálvandi,
einki innlit.
Tey, sum stúra so øgiliga fyri
70 ára pensjónsaldri, eru tó ikki
fødd enn.
Men vit eiga at hugsa um
framtíðina, um tey sum koma og
síðani rýma av landinum til Dan
markar, har sum pensjónsaldurin
er nógv lægri og ókei. Har sum
annað hvørt fólk fær eina ella
aðra pensjón, sama hvussu
gomul, tey eru.
Dirvið hjá landsstýrinum er
ikki so stórt, at tað torir at hækka
pensjónsaldurin upp í 70 ár longu
í hesari øldini.
Og tá 21.øldin er farin, er,
siga tey, eingin eftir í Føroyum,
hvørki makrelur ella fólk, bara
sum fyrsta dagin, seyður. Lætt
er at gera lógir fyri eina framtíð,
sum ikki er til.
Beinharði kjarnin í tí, tey kalla
vælferð í Føroyum, er, at eingin
vil lata, men øll vilja hava.
Búskaparliga er tað sjálvsagt
eitt ivasamt ástøði.
Jólini nærkast. Tað gera tey
altíð. Tey nærkast frá og við
27.desember.
Í vælferðardunnuhylinum,
sum eitur Føroyar, eru nógv, sum
ikki hava pengar at halda jól fyri.
Tað kallast raðfesting í ráðunum
og tinginum. Vælferð er relativ.
Børn i øðrum londum, lond
um, sum annars áttu at verið
so væl fyri, nú tey hava fingið
demokrati, fáa eisini jólagávur úr
Føroyum.
Og jólagávan er eitt gylt høvi
at minna hesi neyðars børn á
feðgarnar Gud og Jesus, gera tey
varug við, at teir vóru og eru
framvegis til.
Altíð býr okkurt undir hjálp
seminum hjá teimum gávumildu.
Kanska er handan svenska
bíbliusøgan um kammeratin
Jesus, javnlikan Jesus, sum hevði
ein javnaldra, tað segði autori
seraða biografiin einki um,
umsett. Umsett til okkurt mál,
sum børnini í Rumenia lesa ella
skilja, tá foreldur teirra lesa fyri
teimum.
Tí so kann tann søgan fara í
skóeskjurnar, sum nú eru á veg
til børnini, sum ikki fyrr hava
fingið jólagávu. Snilt hugskot hjá
teimum, sum vevja Gud og Jesus
upp í alt.
Ein jólagáva og ein bíbliusøga
afturvið og omaná, gerið so væl,
góðu børn.
Ikki tí, at handan svenska
barnasøgan um Jesus og hansara
lagsmenn er so góð. Men hon er
øðrvísi, ein annar vinkul.
Føroysk børn toldu hana
ikki. Men børnini í Rumenina
eru harðførari enn tey føroysku.
Okkara børn hava ikki brúk
fyri bíbliusøgum í jólagávu.
Tey hoyra tær hvønn dag, jólini
nærkast, í ólukkumáta.
Illbønir vórðu bidnar fyri
russisku fiskimonnunum/njósnar
unum, sum í kalda krígnum góvu
børnunum á Skála myndir av
Lenini, ikki í jólagávu, men bara
hissini. Lenin var ein skurðgudur,
til helvitis við honum.
Skelkurin er har enn. Eg
megnaði ikki at skriva meg úr
honum hesaferð.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Oda Andreasen
lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Elska teg sjálva,
júst sum tú ert!
– Kvinnur skulu læra at elska seg sjálvar júst
sum tær eru. So verða tær vakrar og glaðar,
og tað er nakað, vit øll fáa gleði av – børnini
og ikki minst maðurin, sigur Oda Andreasen
Sjokk, sjokk