Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 135 · 22. november 2013 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein So leingi eygu síggja Hanus Kamban hevur týtt eina av elstu og vakrastu søgunum um kærleika Hanus Kamban er farin at týða úr forngrikskum. Í fjør gav hann út »Euthýfron«, ið er ein av fýra dialogum hjá Platon um deyða Sokratesar, og nú gevur hann út eina týðing av kendu og vøkru forn­griksku skaldsøguni »Daphnis og Chloe«. Søgan er nærum tveytúsund ára gomul, men ikki sørt av einum »eye- opener« fyri nútíðar lesarar. Hirðar og kærleiki Søgan um Daphnis og Chloe varð skrivað um ár 200 e. Kr. Rit­høv­ und­urin æt Longos og livdi á griksku oynni Lesbos. Tað var á somu oyggj, skaldkvinnan Sappho um 600 f.Kr. yrkti um kærleikan til aðrar kvinnur og á tann hátt gjørdi navnið á oynni til eitt hugtak í okkara tíð. Í Russlandi hevði Sappho kanska sitið undir liðini á Tolokonnikova í dag. Um ár 200 e.Kr., tá Longos livdi, var alt Grikkaland komið undir rómverskt ræði, men grikkar skrivaðu framvegis á grikskum. Í bók­mentum vóru sonevndar hirða­skaldsøgur vælumtóktar. Heitið hirðaskaldsøgur er komið av, at søgurnar fyri tað mesta ganga fyri seg úti í náttúruni ella í einum bygdarlagi, og í mongum førum eru hirðar, ið ansa seyði ella geitum, høvuðspersónar. Flestu hirðaskaldsøgur snúgva seg – eins og »Daphnis og Chloe« – um sakleysan kærleika millum drong og gentu. Afturlítandi hevur verið hildið, at søgurnar góvu fólki eina kenslu av tryggleika í ótrygg­ um tíðum. Tó vóru søgurnar ikki bara vælumtóktar í grikskari og róm­verskari fornøld, tí Goethe helt søguna um Daphnis og Chloe vera so vakra, at øll áttu at lisið hana eina ferð um árið, og kanska er tað fleiri lesarum kunnugt, at franski komponisturin Ravel í 1912 skrivaði tónleik til eina ballett við heitinum »Daphnis og Chloe«. Harumframt eru Daphnis og Chloe myndevni í óteljandi verkum í evropeiskari list. Tí hóskar tað væl, at myndir eftir Torbjørn Olsen eru í føroysku útgávuni, og tað hevði ikki verið rætt at skrivað, at Torbjørn Olsen hevur prýtt út­gávuna við myndum, tí hann hevur við tekningum gjørt sínar egnu tulkingar av søguni, og lesaran fær tí í grundini tvær upplivingar í einum: bæði í teksti og í varligum myndum, sum kunnu standa fyri seg sjálvar. Søgan Í forngrikskari tíð var ikki óvanligt, at foreldur lótu børn, sum tey ikki vildu hava ella ikki høvdu umstøður til at taka sær av, leggja út í náttúruna. Daphnis og Chloe verða bæði løgd út sum nýføðingar, men geitir og seyðir taka sær av teimum, og hirðar finna tey og taka tey til sín. Søgan snýr fyrst og fremst um, hvussu tey spakuliga varnast kærleikan sínámillum. Nógv verður gjørt burtur úr longsli, óvissu, svøvnloysi, ótta og jalousi. Men harumframt snýr søgan seg um, hvussu tey finna aftur til síni upprunaliga foreldur og á tann hátt finna ein samleika bæði í kærleikanum og í ættini. Ein høvuðsleiklut hevur gudurin Eros. Hann vil tryggja kærleika, girnd og lív, og menniskjuni mugu hjálparleys geva seg undir hansara vilja. Hjá sær hevur hann snilda tænaran Pan. Rúm fyri øllum Merkisvert fyri ein lesara í okkara tíð er tað kanska, at eingin verður útihýstur í søguni. Trælir, tænarar, skøkjur, gomul, ung og samkynd, øll eiga sín lut í kærleikssøguni, og øll verða lýst virðiliga og luttaka at enda í stórari veitslu úti í náttúruni. Søgan um Daphnis og Chloe er tískil eisini ein søga um ókravda inklusión, rúm er fyri øllum. Ekfrasa Søgan byrjar við stuttum inngangi. Frásøgufólkið í søguni er á veiðiferð á oynni Lesbos og kemur fram á eina mynd. Myndin er so hugtakandi, at frásøgufólkið heldur tað at vera neyðugt at siga lesaranum frá myndini, tí »eingin fer at heilt at sleppa undan Erosi, so leingi sum vakurleiki er til og Fólk hoyra tað, um tær ikki dámar ein sang, tú syngur Menn, ið vóru við Sundaberg í 1972, siga søguna um, tá ið trolarin sakk Sorg og Glæde er besti filmur, Niels Malmros hevur gjørt, heldur Birgir Kruse Jens Marni Hansen livir av tónleiki, og tað merkir eisini, at hann má taka allar tær uppgávur, hann fær. Í vikuni var Jens Marni gestur á Rás2, og har varð hann spurdur, um hann nakrantíð má spæla sangir, honum ikki dámar. – Fólk hoyra tað, um tú ikki dámar ein sang, sum tú syngur, og tí mást tú læra teg at elska sangirnar, tú skalt spæla. – Tað ber altíð fara inn í ein sang, tulka hann og gera hann til tín egna. Og tað ber saktans til at fáa ein sang sum Fagra Blóma, ið verður sungin sera ofta, at ljóða heilt væl, um hann verður sungin ordiliga, segði Jens Marni. »Tá Sundaberg sakk« er heiti á nýggjari bók, sum kemur í bóka­sølurnar í næstum. Tað er Birgir Waag Høgnesen, sum hevur skrivað bókina, og Forlagið á Tumbakka gevur hana út. Tað var ein kvøkkur fyri allar Føroyar, tá tað frættist í Útvarpi Føroya, at trolarin Sundaberg hjá Kjølbro var sokkin í Ný Foundlandi. Við vóru 38 mans. Allir blivu bjargaðir, og ongin fekk fysiskt mein av hendingini. Í nýggju bókini verður fylgt við skipinum frá tí, at tað verður bygt á skipasmiðju í Týsklandi í 1952, til tað søkkur í 1972. Talan er um trolaran Nordhav 5, Jóannes Fonsdal og Sundaberg, sum er sama skip. Høvuðsparturin er um, tá ið Sundaberg sakk, men fylgt verður eisini við skipinum frá tí, tað verður bygt, til vest­ menningar keypa tað frá norð­ monnum. Síðan er ein partur um, tá ið vestmenningar áttu trolaran, og til teir mistu hann, og J.F.Kjølbro keypti skipið. Bæði parturin um Jóannes Fonsdal og um Sundaberg eru uppbygdir soleiðis, at samrøður eru við nógvar menn, sum hava verið við trolaranum. Heilt nógvar samrøður eru við menn, sum vóru við lagnutúrin í 1972 og við onkran, sum var við í bjarging­ini tann 7. mai 1972. Nakrir manningar­listar frá Jóannes Fonsdal í 1955, eins og avrokningar eru frá Sundabergi. Alt hetta verður sera væl og nágrein­iliga lýst í bókini, sum er prýdd við nógvum myndum, sum bæði eru í litum og svart/hvítum. Birgir Kruse, sum hevur bloggin Birkblog, hevur verið til nýggja filmin hjá Nils Malmros. Film­ ur­in Sorg og Glæde snýr seg um hendingina, tá ið kona Malmros í einari psykosu drap lítlu dóttir teirra. Birgir Kruse skrivar í bloggi sínum, at filmurin hjá Malmros eigur at vera lívgandi og vegleiðandi filmur fyri áskoðarar, sum hava verið frá sær sjálvum, heilt har úti, ið krákurnar venda, men enn klára at síggja dagin í eyguni. – Farið og hyggið, hetta er besti av øllum Malmrosfilmum. Men hann er so lágmæltur, at popp­korn og bommposar larma alt ov illa. Gevið frið í biografinum og njótið løtuna, tað hevur hesin undur­fulli filmur uppiborðið. Og minnist til lummaturriklæði, skrivar Birgir Kruse: UMMÆLI Mást læra teg at elska sangirnar Bók um søkkandi skip Gloymið bomm og poppkorn