týsdagur 26. november 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uttan
Tú koyrir út eftir Heiðavegnum og snarar niðjan
Gerðis veg til rundkoyringina. Síðan snarar tú niðjan
Leitis brekku og víðari niðjan Breiðubrekku til Hjalla
veg. Tá tú snarar til vinstru og koyrir fram til endan á
vegnum, sært tú nýggju, væl hildnu og sera dámligu
sethúsini standa í náttúruvøkrum, friðar ligum og
barnavinaligum øki við blindan veg við frálíkum út
sýni yvir landslagið, bygdirnar og yvir allan fjørðin.
Nógvar barnafamiljur eru í góða granna lag num, og
dag stovnar, skúlar, handlar o.a. eru nær við. Aftan
fyri húsini er gjørt klárt til stórt tún / útigólv, og lætt
er at gera garð.
Innan
Tað er ein sonn frægd at koma inn í hesi húsini. Her
er alt, sum tað skal vera, tá ið talan er um byggilist,
stíl, innrætting og livimøguleikar. Húsini eru í 2
hædd um á 138 m2 – í alt uml. 276 m2. Húsini eru
nýggj og feld væl inn í landslagið. Tey eru stór og
rúm lig, men serstaka sniðið og innrættingin ger tey
sera fjág og hugnalig. Komin inn varnast tú, at her
er talan um dygd. Her er alt gjørt úr góðum tilfari við
besta handverki. Tað er ein frægd at seta innbúgvið
inn í slíkar karmar. Vindeyguni eru mong og stór,
so tú fært nógv ljós inn, men tey hava sprossar, so
tú kennir teg ósæddan inni hjá tær sjálvum. Her eru
nærum eingir blindir vinklar, so tú kanst njóta frá
líka útsýnið frá allari framsíðuni. Rúmini eru ljós
og snøgg, men eisini hugnalig, og húsini eru alt í
alt sera livilig. Rúmini hanga væl saman, tá talan er
um bústað og familjulív. Tú kanst ganga beint út úr
køks / alrúminum, inn í grovkøkin, inn í hjallin og út
á snór og út á komandi útigólvið við góðum sólar
gangi og harvið njóta hvørja góða løtu. Tú kanst eis
ini ganga úr garaguni og beint inn í húsini.
Innrætting
Í ovaru hædd er inngongd, durur, gongd / trappu
gongd, baðirúm, kamar, køkur / alrúm, grovkøkur /
bryggers / vaskirúm við inngongd / útgongd til úti
gólv, hjallur og borðsstova / stova við útgongd til
svala / altan. Í niðaru hædd er inngongd, durur, gongd
/ trappu gongd, baðirúm, hjúnarrúm, klædnarúm, 2
kømur, fýr rúm og vaskirúm / vásarúm við útgongd
til garagu.
Nýggj
frálík hús
í Saltangará
– trygt og ómakaleyst til hús
So verður tað ikki betri.
Her gongur alt upp í eina hægri
eind, tá ið talan er um byggi -
list, stíl, innrætting og
livimøguleikar.
Fakta
Hjallavegur 66, Saltangará
Byggiár:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2009
Hæddir: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .2
Gólvvídd:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 276 m2
Grundøki: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 582 m2
Hjallur:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ja
Bilhús: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ja
Prísuppskot:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 2.300.000
Sí fleiri hús á inni.fo
PF INNI
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? - Vinaliga, set teg í samband við okkum.