týsdagur 26. november 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ellisheimið á Sýnuni – viðlíkahaldsmálið
Eivin H. Jacobsen
Løgtingslimur fyri
Sambandsflokkin
Í grein í Vágaportalinum og
Sosialinum leggur Kristoff
ur Gaardlykke undirritaða
undir at hava ábyrgdina av,
at viðlíkhaldið av Ellisheim
inum á Sýnuni í Vágunum
ikki er gjørt.
Orsøkin er ein útbygg
ingarætlan av Ellisheimin á
Sýnuni, sum felagskomm
unan arbeiddi við í tíðar
skeiðnum 2000-2004, tá und
irritaði var borgarstjóri.
Greinin er áleypandi, og er
okkurt reglubrot ósømuligt
fyri ein mann, sum ætlar
sær uppí politikk, men tað
bera vit yvir við. Kristoffur
er byrjaður uppá sítt valstríð,
og tað skal hann hava loyvið
til. Vónandi kemur meira kjøt
á, sum tíðin líður, enn tað,
sum her verður ført fram.
Um tú ætlar tær í poli
tikk, og ætlar at seta fram
tíðarætlanir út í kortið, er
neyðugt, at tú kennir eitt
sindur til fortíðina - hon lær
ur okkum oftast nakað um
tilgongdir og bakgrund.
Byggiverkætlanir
á eldraøkinum
Í greinini skrivar tú, av einari
ella aðrari løgnari orsøk,
at táverandi borgarstjóri í
Sørvágskommunu blokerði
fyri, at arbeiðið varð sett
ígongd - fígginging var 100%
prosent landi.
At landi skuldi veita 100%
fígging kenni eg onki til, og er
nýtt fyri mær, men at lutfallið
millum land og kommunu
hevði helst verið tað sama
sum í dag. Tað, sum ikki má
koma í bland, er, at her var
ikki talan um viðlíkhald,
sum er trupuleikin í dag, men
eina útbýgging av heiminum
uppá 12 pláss.
At kommunurnar í Vágum
og Mykinesi, sum tá vóru 5 í
tali, vóru ósamdar um at út
byggja, er rætt. Í hesum tíðar
skeiði vórðu sambýlir bygd,
og vóru fleiri røddir frammi,
um at hetta var kanska ein
gongd leið at ganga, av tí, at
talan var um búfólk við ym
iskum tørvi.
At kommunustýrislimir
høvdu stóran áhuga í hesum
máli skal eingin ivast í. M.a.
varð ein tørvskanning gjørd
av felagskommununi millum
eldri í Vágum. Henda kanning
vísti, hvat eldra ættarliðið
ynskti og at tørvurin var
ymiskur. Henda kanning gav
eina ábending um tørvin, og
at hann var ymiskur.
Fortíð, nútíð
og framtíð
Tað er nógv vatn runnið í
ánni síðan hesa kanning,
men vit eru enn ósamd um,
hvat er rætta loysnin. Hóast
kanningin er 10 ára gomul er
hon eitt gott íkast til kjaki
um eldrabústaðir.
Fyri fáum døgum síðan
úttalaði ein nevndarlimur í
Landsfelag Pensjónista, at
tørvurin á búðplássum á Ellis
og røktarheimum og Sam
býlum ikki skuldi økjast, men
heimarøktin styrkjast. Her
eru fólk ósamd, og sigur eitt
sindur um hvat fólk halda
um bústaðir og umstøður,
tað er týdningarmikið at øll
verða tikin uppá ráð.
Mín góði vinur Kristoffur
- fyri at koma aftur til reglu
brotið um framtíð og fortíð,
so var hetta eitt sermerkt
tíðarskeið, har borgarstjórar
og bygdaráðslimir høvdu
vøkunætur.
Vit høvdu hóra okkum
undan einari kreppu, sum
setti síni spor runt um í land
inum og ikki minst í komm
ununum. Nasaholini vóru
við at koma undan vatn
skorpuni, so nú kundi tú
anda lættari fíggjarliga, men
her var nógv at taka hond
um, á øllum økjum.
Eitt tíggju ára tíðarskeið
við ongum íløgum, setir síni
spor í einum lítlum lokal
samfelag,
sum
okkara
í
Vágum. Eingir barnagarðar
ella frítíðarskúlar, fyri at
nevna tað, sum í dag er mest
grundleggandi fyri barna
familiur. Í dag er hesin tørvur
nøktaður og Vágarnar er eitt
vælvirkandi økið.
Men tað, sum stendur eftir,
er umstøðurnar hjá okkara
eldru og starvsfólkunum á
Sýnuni, ikki eru nøktandi.
At Ellisheimið á Sýnuni ikki
hevur fingið tað neyðuga
viðlíkhaldið kunnu vit bara
staðfesta. Longri er tann søg
an ikki.
Málið til politiska
viðgerð í løtuni
Um tú leggur hesa ábyrgd á
meg sum fyrrverandi borgar
stjóra, nú tað verða 10 ár síðan
eg fór úr kommunalpolitikki
fái eg ikki gjørt so nógv við,
men eg skal gera mítt besta
at ávirka politiskt í Løg
tinginum.
Mín fyrsti skrivligi fyri
spurningur á Tingið, var um
Ellisheimið á Sýnuni. Um
hesin hevur verið við til at
seta fokus á málið skal verða
ósagt.
Men nú sær út til at
verða ein vón fyri at finna
eina loysn. Politiskur vilji er
til staðar, eisini í javnaðar
flokkinum. Tað almenna er
sinnað at bera sín part av
kostnaðinum, og sum eg
havi skilt, er Sørvágs komm
una sinnað at rinda sín part.
Vónandi finna kommunurnar
ein semju, so málið ikki verð
ur jólatrøll. Har er nógv at
takað hond í, tað er bara at
koma í gongd.
Livst so spyrst!
Ein løgin lestur
Heri Mohr
Á telduni hja GOOGLE kunnu
vit lesa ein Brockmandslestur
við nógvum myndum av
ávísum persónum, ið umboða
føroyska mentan anno 2013.
Hesin lesturin er alinlangur,
ja, so langur, at eg, tá ið eg
hevði lisið ein lítlan part av
hesari blogging, kastaði frá
mær. Eg spurdi meg sjálvan,
hvat maðurin mundi ætla við
øllum hesum orðavavstri.
Á tí almenna stovninum
Føroya
Skúlabókagrunni
starvast ein maður, ið eitur
Birgir Kruse. Eg kenni ikki
mannin. Eftir øllum at døma
hevur hann góðar stundir at
blogga endaleyst, í støðum
ikki sørt ærumeiðandi. Eitt nú
bloggar hann, at Heri Mohr
letur gor og gall renna oman
yvir Skulabókagrunnin, sum
hann ongantíð skal hava vitj
að! B.K. vil eisini vera við, at
Skúlabókagrunnurin er farin
í søguna.
Orsøkin til hesa ærumeið
ing er tann, at eg í einum
lesarabrævi spyrji, um tað
er satt, at umrøddi grunn
ur hevur framleitt eitt am
puterað ABC til tey smáu
skúlabørnini. Hesin spurn
ingur átti kanska ikki at
verið settur fram alment?
Ella hvat?
Nei, harra Birgir Kruse:
eg havi ongantíð í mínum
langa lívi – 88 – ”latið gor og
gall renna oman yvir” nakað
menniskja ella nakran al
mennan grunn.
Og jú, Birgir Kruse, í 25 ár
vitjaði eg nógv á Skúlabóka
grunninum. Les nú:
•
25 ár kassameistari og
roknskaparhaldari
í
Skúlabókagrunninum.
•
25 ár kassameistari og
roknskaparhaldari
í
Mentanargrunninum.
•
10 ár roknskaparhaldari í
Menningargrunninum.
•
Tók
ímóti
Íleggingar
grunninum úr Danmark
og umsat hann roknskap
arliga í 15 ár.
•
Á Føroya Gjaldstovu í 36 ár
sum bókhaldari, fulltrúi,
høvuðsbókhaldari
og
skrivstovustjóri. (Hvussu
eg varð trýstur úr stjóra
embætinum í 1991, havi
eg greitt frá i mínari bók
”Endurminningar”.)
Úr brævi frá Skúlabóka
grunninum í 1992: ”(…) Rokn
skaparførsla og kassi grun
sins hava øll hesi árini verið
í góðum hondum. Nevnd
og starvsfólk á Skúlabóka
grunninum hava verið sera
nøgd við tað arbeiðið, tygum
hava gjørt fyri grunnin, og
takksom fyri holla leiðbeining
og hjálp, tá tað hevur verið
neyðugt.” ( …) Fýra mánaðir í
1992 var eg sjálvboðin ráðgevi
(og tessvegna óløntur) hjá
Skúlabókagrunninum.
Frá Menningargrunninum
fekk eg eitt listaverk úr før
oyskum gróti.
Mítt almenna arbeiði á
Føroya Gjaldstovu bar við
alt Føroya fólk. Tað kom
ongantíð fyri, at eg læt gor
og gall renna yvir nakran? At
draga meg niður í slíkt ment
anarloysi
megnar
eingin.
Heldur ikki Birgir Kruse.
Nóg mikið um undirritaða.
Tað hevur valla almennan
áhuga.
Eftirskrift.
Tað frættist, at Heimsatlas
ll, sum Skúlabókagrunnurin
(um hann er til) arbeiðir við,
fer, eins og Heimsatlas I, at
útihýsa teir 5 bókstavirnar,
ið nationalistarnir í Føroyum
hava sett seg á. Løgtingið
mátti verið ført fyri at steðg
að hesum ørskapi. Skúla
bokagrunnurin (um hann
er til) er jú ein almennur
stovnur við nevnd, sum er
sett av løgtinginum. Ella
er einkarbarnið hjá Niels
Winther Poulsen, landsstýris
manni sála, sum var lív og sál
í Skúlabókagrunninum fyri
hálvari øld síðan, nú eisini
farið í navnagrøvuna?
Líknilsið um farisearan og
tollaran: Tey lítið larmandi og
smædnu í okkara landi (toll
arin) hyggja spyrjandi –tora
valla at opna munnin – um
tey larmandi og sjálvglaðu
hámentaðu í okkara landi
(farisearin) ikki eiga teirra
lut í, at tað tignarliga, tað
viðkvæma í okkara mentan,
um skamma tíð er goymt
og gloymt undir væðingini
í
forngrípagoymslum
og
bókasøvnum, har sjálvút
nevndir serfrøðingar, móti
gjaldi, fara at greiða frá okk
ara mentan, sum var tað ein
onnur turistattraktión. (Slíkt
verður eisini kallað sjálv
promovering.)
Humanistisk mentan í
vanligum týdningi er við
brekin og følin, hon skýggj
ar larmandi, tómar tunnur,
og trívist als ikki í spenni
troyggjum ella gruggi.
At flenna umberandi at
býttisligum sjálvrósi, sjálv
gleði, sjálvpromovering var
eitt dámligt og sterkt lyndis
eyðkenni í føroyskari al
múgumentan.
Sálarliga og mentanarliga
eru vit at sammeta við
siamesiskar
tvíburar,
ið
krevja støðugt stilla og fjálga
umsorgan og kærleika, um
teir skulu orka at yvirliva
og mennast. Doyr annar av
tørvandi umsorgan og kær
leika, doyr hin eisini.
Fyri nógvum árum síðani
vitjaði ein gamalur maður
úr Danmark regluliga her
í Føroyum, ár um ár. Hann
grannskoðaði Færø Amts
Sparekasse (nú Eikbanki).
Í
hugnaligum
práti
við
kaffikoppi í hondini og pípu
í munninum segði hann eina
ferð: ”I er nogle rare, hygge
lige mennesker, I færinger,
som jeg sætter stor pris på,
men I er så forbandet hårde
imod hinanden, og det kan
jeg ikke forstå.”
Gløgt er gestsins eyga,
plaga vit at taka til!