týsdagur 26. november 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Farvæl til grindadrápið
Grindadráp umboðar ein triðing av allari umrøðu av Føroyum á
alnótini. Og knøpp 40 prosent av borgarum í okkara mest spennandi
ferðavinnumarknaðum siga, at grindadrápið minkar um hugin at
vitja Føroyar. Tí áttu vit at veittrað hesi siðvenjuni farvæl
F
yri góðum mánaði síðani vísti
Danmarks Radio sjónvarps
sendingina Horisont, sum
skuldi eitast at viðgera føroysku av
bjóðingina í sambandi við kvinnu
fráflyting. Eftir sendingina vóru
nógv á gosi um, hvussu evnið varð
lýst, og hvørja mynd av føroyska
samfelagnum DR sýndi fyri restini
av kongaríkinum.
Søgan um flýggjandi kvinnur var
síðani endurgivin á øðrum heima
síðum, og skjótt fór søgan um før
oyingar, sum innflyta brúðrar úr
fjareystri, um allan heim gjøgnum
eitt nú BBC og Yahoo News. Send
ingin hjá DR er bara eitt av nógvum
dømum um banalar, grunnar ella
hálvgum niðrandi lýsingar av før
oyska samfelagnum í donskum og
øðrum útlendskum miðlum sein
astu árini.
Eitt annað dømi var málið um at
víðka grein 266b í revsilógini, sum
í 2006 endaði í fleiri útlendskum
miðlum, og sum helst hevur givið
útlendskum lesarum ta fatan, at
føroyingar einans eru óupplýstir,
tilafturskomnir og homofobiskir
oyggjabúgvar. Hetta, hóast upp
skotið um at leggja samkynd aft
urat diskriminatiónsparagraffini
endaði við at blíva samtykt í løg
tinginum. Tað týdningarmiklasta,
vit lærdu av málinum, var helst, at
tá ið uppskotið varð samtykt, var
skaðin á føroyska umdømið longu
hendur. Hetta gongur sjón fyri søgn
hjá nógvum útisetum, sum reglu
liga fáa spurningin um sonevnda
føroyska homohaturin.
Grindadráp skaðar
ferðavinnuna
Men tað mest áhugaverda við oman
fyri nevndu dømum er, hvussu
uppøstir føroyingar kunnu blíva av
nøkrum, sum hevur lutfalsliga lítlan
týdning og lítla ávirkan á føroyska
umdømið í globalum samanhangi.
Tí tað, sum uttan iva elvir til mest
negativu umtaluna av føroyska
samfelagnum, er grindadráp.
Sambært eini frágreiðing um kapp
ingarsamleika, sum Uttanríkisráðið
læt gera í 2009, var grindadráp
“næstan tað einasta, Føroyar eru
kendar fyri.” Henda niðurstøðan
var partvíst bygd á samrøður við
føroyingar í vinnufremjandi stovn
um og fyritøkum, har grindadrápið
sum heild varð uppfatað sum
størsta avbjóðingin hjá føroyska
umdøminum, og partvíst á eina
miðlagreining, sum vísti, at kritikk
ur og skemmandi orð um Føroyar
orsakað av grindadrápi umboðar
ein triðing av allari umrøðu av Før
oyum á alnótini.
Kanningin, sum ein av fremstu
bretsku
kanningarstovnunum,
Ipsos Mori, gjørdi fyri WSPA fyrr
í ár, vísir ein líknandi tendens. 37%
av útlendingum í okkara fimm
størstu ferðavinnumarknaðunum
– USA, Bretland, Týskland, Italia og
Danmark – siga, at tey høvdu hildið
seg aftur við at vitja Føroyar orsakað
av grindadrápi. Sjálvandi kunnu
hesi 37 prosentini ikki roknast um
til krónur og oyru, og sjálvandi er
trupult at gera upp, hvussu nógv
ferðafólk vit missa hvørt ár. Men
hetta talið átti at gjørt okkum mei
ra tilvitað um, hvat fólk aðrastaðni
halda um grindadráp, og hetta vera
vit onkursvegna noydd at fyrihalda
okkum til.
Høg ferðavinnumál
Stjórin í Ferðaráðnum, Guðrið Høj
gaard, var í Degi og Viku 16. august
og legði fram ætlanina um at
hækka umsetningin á ferðavinnu
frá 400 milliónum til 1 milliard
krónur innan 2020. Í somu samrøðu
segði Guðrið, at høvuðsmálbólkurin
hjá Føroyum sum ferðamannaland
eru útlendingar, sum hava áhuga
í náttúru. Hetta kemur ivaleyst
ikki óvart á nakran, tí náttúran er
okkara sterkasta kort í kappingini
við grannalondini. Trupulleikin er,
at fólk við áhuga fyri náttúru eisini
hava áhuga fyri, hvussu djór verða
viðfarin. Allar hugsandi grund
gevingar fyri grindadrápi koma ikki
at broyta henda veruleikan.
Summi fara ivaleyst at siga, at ment
anarligu vinningarnir bæði við at
drepa og at eta grind viga tyngri enn
fíggjarligi missurin. Men føroyingar
áttu at skilt, at eitt gott umdømi úti
í heimi er meira vert enn úrtøkan
og nyttan av grindadrápi. Og at
tað harvið hevði verið fíggjarliga
skynsamt at gevast við grindadrápi.
Og at føroyski samleikin er bygdur
á eitt so sterkt grundarlag, at hann
á ongan hátt er treytaður av drápi
av havsúgdjórum.
Ein farin tíð
Sjálvur havi eg altíð verið glaður fyri
ein spikbita av og á, og eg kenni eisini
ein ávísan stoltleika í sambandi við
føroysku grindasøguna, ikki minst
soleiðis, sum hon hegnisliga verður
lýst bæði í listini hjá Mikines og í
skaldsøgum og stuttsøgum hjá Poul
Karbech Mouritsen og Heðin Brú.
Søguliga kann grindadrápið setast
í samband við ein bardaga fyri at
yvirliva. Grindin var eitt manna av
himli, sum kom afturat tí svikaligu
úrtøku av føði, sum jørðin, djóra
haldið og ein óálítandi útróður gav.
Men henda tíðin er sum kunnugt
farin.
Og í dag hevur nútímans grinda
drápið ment seg til nakað, sum er
skaðiligt fyri Føroyar. Hetta hóast
framstig eru gjørd í sambandi við
drápshættir og drápsamboð. Tørv
urin og rætturin at skaffa dygdar
góðan mat kundi rættvísgerast, áðr
enn vit byrjaðu at drepa og slakta
nógv meir, enn brúk var fyri, og
áðrenn vit gjørdust tilvitað um tær
álvarsligu avleiðingar, sum tvøst og
spik kann hava fyri heilsuna.
Og hvat so?
Merkir hetta so, at føroyingar skulu
geva eftir, hvørja ferð umheimurin
fegin vil hava okkum at broytast?
Sjálvandi ikki. Vit skulu til eina
og hvørja tíð halda fast í okkara
sjálvsavgerðarrætti, bæði tá ið tað
viðvíkur sildatrætum, grindadrápi
og øðrum. Hinvegin vera vit noydd
at vera tilvitað um, at grindadrápið
hevur ein kostnað, og vit mugu
áhaldandi meta um, hvørt tað er
gagnligt at halda fram við tí ella
ikki. Serliga, tá ið tað er ein politisk
raðfesting at meir enn tvífalda
ferðavinnuna næstu sjey árini.
Vit mugu ansa eftir, at vit ikki undir
meta hvussu fíggjarliga skaðiligt
grindadrápið í veruleikanum er.
Umdømið hjá einum landi hevur
búskaparliga størri týdning enn
nakrantíð fyrr, og av tí at lond ger
ast tættari knýtt gjøgnum alnótina,
tættari ferðasamband, samvinnu
og mentanarliga samansjóðing, fer
týdningurin av tjóðarbranding at
vaksa í framtíðini. Ikki bara í sam
bandi við ferðavinnu, men eisini í
øðrum vinnu- og mentanarsaman
hangi.
Um eitt land er illa umtókt, gerast
møguleikarnir sum heild, færri.
Hetta er ein sjálvfylgja. Tá ið hug
burðurin til grindadráp er so
kritiskur úti í heimi, er tað bæði blá
oygt og vandamikið at skúgva málið
til viks og vóna, at vit kunnu kom
pensera við okkara vøkru náttúru
ella við vakra sanginum hjá Eivør
og Teiti. Tað kunnu vit tíverri ikki.
–––––––––––––––––––––––––––––––––
Rógvi Absalonsen er MSc í
mentanarsociologi og starvast
dagliga í WSPA Nordic í
Keypmannahavn.
–––––––––––––––––––––––––––––––––
tíðargrein
Rógvi Absalonsen
Summi fara ivaleyst at siga, at mentanarligu
vinningarnir bæði við at drepa og at eta grind viga
tyngri enn fíggjarligi missurin. Men føroyingar
áttu at skilt, at eitt gott umdømi úti í heimi er
meira vert enn úrtøkan og nyttan av grindadrápi.
Og at tað harvið hevði verið fíggjarliga skynsamt
at gevast við grindadrápi. Og at føroyski samleikin
er bygdur á eitt so sterkt grundarlag, at hann á
ongan hátt er treytaður av drápi av havsúgdjórum