týsdagur 26. november 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Teitur Vágadal
Trúgvandi, tó fráfallin
Hetta er av uppruna bloggu
postur fyri Guðloysi, ið var
útgivin fríggjadagin 22. nov.
Eri ikki sjálvur guðloysing
ur, men kalli meg trúgvandi,
tó fráfalnan kristnan. Skrivið
fyri Guðloysi fyri at koma
við áskoðanum útfrá einum
bíbilskum sjónarhornið í mun
til fólkaræði.
Nú hava vit eitt átrúnað
arligt samfelag við einari
fólkakirkju. Ið vit øll gjalda.
Eisini er átrúnaðurin sjón
ligur í Løgtinginum. Og so
leiðis er tað bara. Men hvussu
hóskar
átrúnaður
saman
við politikki ella saman við
grundgevingum fyri ymisk
mál, t.d. tað opinbart ævigt
aktuella, tey samkyndu? Havi
viðgjørt hetta fyrr, og haldi
eg at tað hóskar illa saman.
Men um eg, og fleiri við mær,
halda hetta, hvussu skulu
vit so fyrihalda okkum til
henda spurning um átrúnað
og kjak um ymiskt. Hvussu
skal ein mótargumenta tá
grundgevingin eru skriftstøð
úr Bíbluni?
Bíblian - trúgv
ella sannleiki?
Fyrst mugu vit fáa staðfest,
hvat er Bíblian? Er tað ein
trúarbók ella sannleiksbók?
Heb 11:1 kann geva okkum
eina ábending: ”Trúgv er full
vissa um tað, sum vónað
verður, sannføring um tað,
sum ikki sæst.” Og flest øll
vita at kristin vónað at koma
í Himmalin. Søgufrøðingar
hava eisini avvíst Bíbluna sum
eina søgubók, sum eisini fleiri
kristin hava gjørt.
Hetta vita vit, so hvussu
seriøst skulu vit taka bíbl
una? Sjálvandi skulu tey, sum
trúgva, taka hana seriøst.
Annars vóru tey ikki kristin.
Sálmur 119 er longsti kapitul
í Bíbluni, og er um lógina,
altso skriftina. So einki annað
kann væntast av kristnum.
Bíbilan er vegleiðingin fyri
einum góðum rættum lívi
sambært Bíbliuni. Og tey sum
ikki trúgva uppá Bíbluna?
Sjálvandi hevur hon einki at
siga fyri tey.
Politikkur
Hóskar so kristni í politikki?
Tað er ein ævigur spurningur,
sum tíanverri verður sett
ur. Hann skuldi verið lættur
at svara. Lat okkum hyggja
eftir hvat upprunin til ”Krist
in”dóm sigur. Ápostlasøgan
11:26
fortelur
okkum
at
lærusveinarnir
verða
kall
aðir
”kristnir”.
Uttan
iva
er hetta avleitt av tí griska
(meini eg tað var) ”Christus”.
Kanska meint sum skemt,
ella bara vanligt eyðknevni.
Tey í Antiokia, hava hoyrt um
Jesus, og so bara sagt, ”jamen
tey líkjast Jesus og tað hann
gjørdi”. Vìðari sigur 1. bræv
Jóhannesar 2:6: ”Tann, ið sigur
seg verða verandi í Honum,
er eisini bundin at hava
somu atferð sum Hann.” Ikki
smávegis krav! Bundin at hava
somu atferð sum Jesus.
Og hvussu var Jesus so
meðni? Hann var ikki blíður
við fariserarnar. Hann bað
hermenn verða nøgdir við
løn sína. Hann, sum tann
einasti reini vildi ikki steina
kvinnuna í hori. Og hann segði
við fariserarnar at keisarins
skuldi hava sítt og Guð sítt,
í sama setningi. Og eftir at
hava spurt fariserarnar, hvørs
mynd myntin var. Og her vistu
fariserarnir eisini at menniskja
er skapt í mynd Guðs. So hann
gav teimum ikki loyvi til at
gera ímóti keisaranum, tí at tað
hevði verið at gjørt ímóti Guði.
Og tað kann man ikki, ella????
Og hvat var tað síðsta boðið
Jesus gav til lærusveinarnar?
”Farið út og gerið øll fólkasløg
til lærusveinar mínar.” Onga
staðni síggja vit at Jesus gav
boð um politiskt arbeiði. Hann
helt seg vekk frá mannfjøldum,
so nógv sum hann nú einferð
kundi.
Sera
ólíkt
einum
politikara. Og lærusveinarnir?
Teir fylgdu hansara fordømi.
Nýggja Testementi er boð
skapurin um Jesu virksemi.
Ápostlasøgan
fortelur
um
virksemi hjá lærusveinunum.
Tað einasta politiska var tá
Saul søkti at teimum kristnu,
áðrenn hann sjálvur gjørdist
kristin. Saul (Paulus) sendi bert
lærandi og vegleiðandi brøv til
samkomurnar, og har leggur
hann bert upp til at tey skulu
líkjast Kristus, umframt líka at
biðja fyri yvirvøldunum. Einki
um at samfelagið má fyri Guðs
skyld broytast. Opinberingin
er ein dómur til samkomurnar,
hvussu støðan er hjá teimum.
Og so líka ein endaligan dóm
yvir heimin, so tað taka vit til
tað tíð. Einki, og eg endurtaki,
einki gevur okkum nakra
sum helst ábending um at
kristin skulu krevja/ávirka
beinleiðis samfelagið. Játt
anin til kristindóm er almenn
og persónlig, men boðið um at
evangerlisera er persónligt og
ikki politiskt!
Eg dømi!
Tískil
loyvi
eg
mær
at
døma Miðflokkin til at vera
syndarar. Miðflokkurin sig
ur í síni stevnuskrá: ”Mið-
flokkurin byggir sín politikk á
meginreglur Bíbliunnar, setir
Gud og Skaparan í hásætið og
leitar hjálp og ráð frá Honum”
og víðari sum fyrsta punkt
í teimum 16 punktunum: ”at
kristna lívsáskoðanin eyð
kennir samfelagið”.
Og eftir at hava viðgjørt
grundarlag fyri politikk í
Bíbluni, mugu vit bara stað
festa at antin hevur Mið
flokkurin ikki lisið Bíbluna
og tikið læru Jesusar og
lærusveinana til eftirtektar,
ella heldur seg hava verða
undantikin læru Bíblunrar. Ì
navni fólkaræðsins, tí at tey
eisini gjalda skatt og hava
somu
rættindi
viðvíkjandi
talufrælsi.
Well,
lat
meg
kunna tykkum: samkynd og
aðrir syndara gjalda eisini
skatt og hava eisini talu- og
tíanverri avmarkað livifræls
ið Miðflokksins vegna. Tí
hevur Miðflokkurin synda.
Miðflokkurin avmarkar lívið,
sum ikki er eitt boð Jesus
hevur givið. Jesus boðaði
komu ríki Guðs til tey, ið vildu
taka ímóti. Lærusveinarnir
gjørdu tað sama og kravdu
einki av samfelaganum. Tann
einasti, ið kravdi nakað, var
Paulus og tað var at hann ikki
kundi húðfleingjast, sum róm
verskur borgari. Og tað hevði
einki sum helst við hansara
trúgv at gera!
Hetta skrivið eg, fyrst og
fremst um borgari í einum
fólkaræði, síðani, ið ein frá
fallin kristin. Vilja kristin
grundgeva, skulu tey brúka
Bíbluna, tí at tað havi eg gjørt
og er snøgt sagt eingin onnur
grundgeving.
Samkynd
og
”aðrir” syndarar gjalda eisini
skatt.
Skrásettir grannskoðarar Spf · J. Broncksgøta 16 · Postsmoga 16 · 110 Tórshavn
Tel 310901 · t-post: menta@menta.fo · www.menta.fo
MENTA SØKIR EFTIR
GRANNSKOÐARANÆMINGI
Menta spf. søkir eftir grannskoðara-
næmingi at byrja skjótast til ber.
Ert tú:
• Áhugað(ur) í grannskoðanar-
og roknskapararbeiði?
• Fryntlig(ur) og fyrikomandi?
• Arbeiðsom/arbeiðsamur?
• Fús(ur) eisini at arbeiða uttan fyri
vanliga arbeiðstíð, serliga fyrru helvt
av árinum?
• Til reiðar at útbúgva teg meira?
... so er tað kanska tær, vit leita eftir.
Vit vænta at tú hevur hægri handilsskúla-
prógv. Hevur tú royndir, og/ella ástøðiliga
útbúgving innan grannskoðan/rokn-
skapararbeiði/skatt, er tað ein fyri munur.
Send okkum eina umsókn við viðkom-
andi prógvum og upplýsingum um
útbúgving og royndir skjótast gjørligt ella
í seinasta lagi 15. desember 2013. Løn
sambært avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við
at venda sær til Hermund Jacobsen ella
Alva Nielsen á tlf. 310901, ella við at
senda ein teldupost til:
hermund@menta.fo ella alvi@menta.fo
Allir fyrispurningar og umsóknir verða
viðgjørd í trúnaði.
MENTA ER PARTUR AV ERFA-SAMTAKINUM. WWW.ERFA.FO
NiNG · Tel 215 315
Vinnudeildin hevur til uppgávu at veita eina
góða og persónliga tænastu til virki. Tænastan
inniheldur støðugar kunningar um vørur
og tænastur á fjarskiftisøkinum umframt
regluligt eftirlit av haldum. Vinnudeildin
hevur alstóran týdning fyri kappingastøðu
felagsins á marknaðinum. Tú skalt tí megna at
geva íkast til virkisætlanina hjá Vodafone við
at taka stig til og seta í verk ætlanir fyri sølu
til vinnukundar.
Vit ímynda okkum, at tú ert uppsøkjandi,
álítandi og tænastusinnaður. Harumframt
ynskja vit ein persón, ið
•
hevur royndir innan sølu
•
er jaligur og opin
•
er arbeiðssamur
•
samstarvssinnaður
•
førur fyri at hava “nógvar bóltar í luftini í senn”
Vit kunnu bjóða eitt dynamiskt og spennandi
umhvørvi í eini nýskapandi fyritøku, ið byggir
á sunn virði. Tú fært góðar møguleikar fyri
persónligari og fakligari menning.
Lønin verður ásett eftir førleika, útbúgving og
royndum. Starvið verður sett skjótast til ber.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Jakup Eydnugarð á
telefon 50 20 66 ella je@vodafone.fo.
Skriftlig umsókn við prógvum og viðmælum
skulu sendast til je@vodafone.fo
Seinasta freist at søkja er týsdagin 26.
November 2013.
Vilt tú ráðgeva
føroysku vinnuni?
Vodafone søkir eftir kundaráðgeva til
Vinnudeildina
vodafone.fo
Miðflokkurin hevur syndað