Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Ein tøkk til tykkum øll, bæði sunnan og norðan, sum gleddu meg á 70 ára degnum. Takk til øll, sum hjálptu so væl til. Og takk fyri morgunsangin. Eg takki hjartaliga fyri alt. Jonhild Richardt Tøkk Vit takka so hjartaliga okkara børnum og barnabørnum, sum gjørdu gullbrúdleypsdag okkara so ógloymandi og minnisríkan. Tøkk, øll tit, sum gleddust saman við okkum og á annan hátt gjørdu dagin so festligan. Allarbestu heilsanir Iris og Henning Heilsan og tøkk Øllum tykkum, sum gleddu meg á míni á nítiára føðingardegnum hin 2. november framberi eg hesa heilsan og mína hjartans tøkk. Fyrst og fremst skúlanum og starvsfeløgnum mínum. Tøkk fyri vitjan, vinar, vinarorð, gávur og minnir. Tøkk skyldfólk, vinfólk og onnur fyri vitjan og heilsan, skrivliga sum munnliga og fyri blómur og góðar gávur. Hávirðiliga heilsan við ynskum um alt tað besta frá mær. Tummas Lenvig