Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vinnudeildin hevur til uppgávu at veita eina góða og persónliga tænastu til virki. Tænastan inniheldur støðugar kunningar um vørur og tænastur á fjarskiftisøkinum umframt regluligt eftirlit av haldum. Vinnudeildin hevur alstóran týdning fyri kappingastøðu felagsins á marknaðinum. Tú skalt tí megna at geva íkast til virkisætlanina hjá Vodafone við at taka stig til og seta í verk ætlanir fyri sølu til vinnukundar. Vit ímynda okkum, at tú ert uppsøkjandi, álítandi og tænastusinnaður. Harumframt ynskja vit ein persón, ið • hevur royndir innan sølu • er jaligur og opin • er arbeiðssamur • samstarvssinnaður • førur fyri at hava “nógvar bóltar í luftini í senn” Vit kunnu bjóða eitt dynamiskt og spennandi umhvørvi í eini nýskapandi fyritøku, ið byggir á sunn virði. Tú fært góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Lønin verður ásett eftir førleika, útbúgving og royndum. Starvið verður sett skjótast til ber. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jakup Eydnugarð á telefon 50 20 66 ella je@vodafone.fo. Skriftlig umsókn við prógvum og viðmælum skulu sendast til je@vodafone.fo Seinasta freist at søkja er týsdagin 26. November 2013. Vilt tú ráðgeva føroysku vinnuni? Vodafone søkir eftir kundaráðgeva til Vinnudeildina vodafone.fo Arkitektar 99 søkir eftir arkitekti ella byggifrøðingi, at byrja skjótast gjørligt. Høvuðsverkevni: • Prosjektering innanfyri nýbygging og umbygging. Førleikakrøv: • Arkitektur ella byggifrøðingur. • Hollan telduførleika serliga við Revit/ AutoCad. • Kunnleika til MS Office. arkitektar 99 Sp/f , Grønlandsvegur 2 FO-100 Tórshavn, Telefon +298 36 35 00 www.arkitektar99.fo • Opin og fyrikomandi og góð samstarv- sevnir. Løn sambært sáttmala við avarandi yrkis- felag. Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) kann sendast til jlf@arkitektar99.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi 11. desember 2013. Fleiri upplýsingar um starvið fást við at venda sær til Jóhann Laksáfoss, á tlf. 52 29 94 ella jlf@arkitektar99.fo ARKITEKTUR ELLA BYGGIFRØÐINGUR www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Hamrinum eftir einum hjálparfólki til vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 9. desem- ber 2013 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir einum hjálparfólki, fyri hjálparfólk í barsilsfarloyvi, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. februar 2014 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til 11. juli 2014. Setunarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum á Hamrinum, Glyvursvegur, 160 Argir, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 13. desember 2013. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anniku Wenning- sted Jacobsen, stovnsleiðara, telefon 225784 ella Sóley Samuelsen, varaleiðara, telefon 519909 ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.dag-ham.fo. HJÁLPARFÓLK