hósdagur 28. november 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 138 · 29. november 2013
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Frostrósur eru eitt kent og væl umtókt
fyribrigdi í Íslandi. Hetta er tólvta árið,
at tey halda jólakonsertir, og sambært
høvuðsmanninum fyri konseptið,
Samúel Kristjánason, verður hetta fyri
bils seinasta árið við Fróstrósum.
Konsertirnar við Frostrósum eru
stórlignar og vakrar, og í Íslandi savna
tær sera nógv fólk.
Fyri tveimum árum síðani – tá ið
Fróstrósur fyltu 10 ár – vóru tær fyri
fyrstu ferð í Føroyum og sungu. Ta ferð
ina gjørdist tað til fýra útseldar kon
sertir, sum fólk vóru sera fegin um.
Nú Fróstrósur seta eitt fyrbils
punktum – ella kanska verður tað eitt
komma – vilja tær aftur til Føroya
at syngja. Ferðin er komin í lag fyri
kortum, men sangararnir í bólkinum
vildu sera fegnir aftur til Føroya at
syngja.
Seks solistar
Seks solistar eru á odda fyri Fróstrósir.
Jógvan Hansen úr Klaksvík, ið hevur
verið búsitandi í Íslandi seinnu árini, er
ein av solistunum. Hini eru Hera Björk,
Jóhann Friðgeir, Friðrik Ómar, Heiða
Ólafsdóttir og Gréta Salóme.
Tey framføra saman við limum úr
stórbandinum hjá Frostrósum, ið er
stjórnað av Karl Olgeirsson, umframt
limum úr føroyskum-íslendskum
gospelkóri og einum barnakóri.
Tvær konsertir eru á skránni í
Norðurlandahúsinum leygardagin.
Ein
barnslig
kona
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Niels Uni Dam / Illustratión: Allan Korsager Davidsen
klumman
Væl umtókt íslendskt jólakonsept vitjar fyri
aðru ferð í Føroyum. Føroyski Jógvan Hansen
er ein av solistunum í Frostrósum
Yvirskriftin á hesi klummuni átti at verið
ógjørlig, tí ein kona jú er eitt trøllvaksið fólk.
Men so er ikki – konan í hesum førinum eri
eg. Eg eri 42 ára gomul. Eg eri gift. So kona
eri eg.
Men eg eri eisini barnslig. Hóast fast
starv, børn, bústað, lán, pensiónsuppsparing,
eri eg mega barnslig viðvíkjandi einum, og
tað er jólum.
Jólini eru mín hátíð. Eg leggi onki í
páskirnar, hvítusunnu ella føstalávint. Jólini
eru heilag bæði so og so í mínum hugaheimi.
Og tað, sum eisini er heilagt, er, at tey
skulu haldast saman við familjuni – tað vil
siga foreldrum, systkjum, verforeldrum,
svigarindum, svágrum og øllum børnunum
hjá teimum.
41 góð jól hava tað verið – men nú, tá
tey 42. skulu haldast, eri eg ikki heilt vís í,
hvussu góð tey verða. Eg skal nevniliga halda
jól saman við »bara« teimum nærmastu –
manninum og syninum.
Tað er elsti sonurin, sum innarliga ynskir
sær eini jól heima í Stockholm og ikki í
Føroyum ella Álandi, har pápi hansara er
ættaður. Og sjálvandi skal hann fáa eini
jól heima – jól eru jú barnanna hátíð ella
hvussu?
NEIIIII!!! Havi eg hug at skrála! Tey eru
MÍN hátíð!
Men konan í mær sigur hyssj! Og biður
meg blíva vaksna. At halda jól í sínum egna
heimi uttan at hava systkin og foreldur at
verða saman við og hjálpa sær er nakað, man
bara skal klára. Ella?
So vit fáa at síggja. Hvat skulu vit eta –
dunnu ella skinku? Hvørja kirkju skulu vit
fara í? Hvussu skulu vit gera, so tað ikki
kennist sum eitt vanligt leygarkvøld? Hvør
skal verða nissa? (kann ivaleyst leigast her
í Stockholm – alt ber til at keypa, um man
hevur nokk av peningi).
Hesi jólini verða heilt víst minnilig –
kanska tí tey verða tey bestu nakrantíð.
Tey jólini, tá vit av sonnum fingu
jólafrið inn í okkara heim og
øll sita smílandi við peisina og
eta rísgreyt. Ella tey jólini, tá
mamman bleiv hysterisk kl 18.35,
tí hon ikki visti, hvussu man
brúnkar epli. Svøk kl 20.00,
tí ongin tímur at dansa um
jólatræiði. Og frætør, tí
vit skulu byggja nýggja
Legoið heldur enn at
hyggja eftir pávanum á
midnátt.
Havi ein lítlan
illgruna um, at son
urin kanska ynskir
sær jól saman við
ommum og abbum
næstu jól.
So segði
hann...
Flottar Frostrósur
koma við jólunum
– Føroyingar áttu at skilt, at eitt gott umdømi úti í heimi
er meira vert enn úrtøkan og nyttan av grindadrápi. Og
at tað harvið hevði verið fíggjarliga skynsamt at
gevast við grindadrápinum.
Rógvi Absalonsen, sum starvast fyri djóraverndarfelagsskapin WSPA Nordic
Fróstrósurnar, ið koma til Føroya at hava jólakonsertir leygardagin
Inna
Törnroos