Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 138 · 29. november 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Er neyðugt við ummælum? – Ja, tað haldi eg. Ummæli hjálpa tón­leik­arum at blíva betri. Listarligt handverk av einum og hvørjum slagi hevur tørv á feedback. Sum listafólk sjálvur havi eg mangan kent, at okkurt manglar, um eingin hevur ummælt tað, eg havi gjørt. Ummæli skulu gerast við virðing fyri teimum, sum framføra, og við virðing fyri teimum, sum uppliva lista­verkið. Kemur ein fløga út, so er tað bara gott, at hon verður viðgjørd. Hetta er gald­andi fyri øll listaverk. Men eg havi í høvuðs­heitum valt at ummæla tónleik. Er tað ein trupulleiki at vera tón­ leikari og ummælari samstundis? – Eg havi ikki upplivað tað sum ein trupulleika. Ikki annað enn, at eg havi noktað at ummæla okkurt, har eg havi verið ov tætt uppá. Til dømis vildi eg ikki ummæla fløguna hjá Eager 2 Please, tí eg eri í sama orkestri sum tveir av lim­unum í tí bólkinum. Tá føldi eg, at tað bleiv ov nær. Men annars haldi eg, at tað nokk so upplagt, tí tá tú fæst við tón­leik, so fært tú eitt gott innlit í, hvussu tú lurtar eftir tónleiki. Tað er við at kvalifisera meg sum ummælara. Nær byrjaði tú at ummæla? – Eg havi akkurát havt 20 ára jubileum. Fyrsta ummælið, eg skrivaði, var í Oyggjaskeggja. Tað var í 1993, og um­ mælið var av útgávuni »Set teg við alfaravegin« hjá Georg og Ronnie. Og eg haldi faktiskt, at tað ummælið var nokk so positivt. Har var tað kanska so sum so við habilitetinum, tí eg hevði sitið í Futtnevnd líka inn til tá saman við Ronnie og Georg. Men tað er nokk blivið betri síðani. Hvussu er at vera ummælari? – Nú ummæli eg eina fløgu um vikuna og ummæli sjáldan konsertir. Men tá eg arbeiddi á Sosialinum, og ummældi so at siga hvørt einasta mentanartiltak, sum eg var til, tá var tað ógvuliga strævið. Eg helt uppat við at njóta tón­leik. Eg kundi ikki fara til eina kon­sert uttan at analysera hana allan vegin ígjøgnum. Hetta merkti ikki, at eg ikki kundi ummæla positivt, tí eg dugdi fram­vegis væl at hoyra, um ein konsert var góð. Men bara at sláa meg leysan, njóta tað og ikki hugsa um, at onkur spældi skeivt ella sang falskt, tað dugdi eg ikki. Eg helt uppat við at njóta mentan eitt skifti. So tað kostar eitt sindur, um tú ummælir ov nógv. Hvussu ummælir tú? – Um tað er ein konsert, so geri eg við­ hvørt eitt sindur av fyrireikingar­arbeiði áðrenn og lurti eftir tónleikinum á fløgu. Tað er ikki altíð, tí onkuntíð fari eg bara til konsertina og taki hana, sum tað kemur. Taki konsertina fyri tað, hon er. Fyrr plagdi eg at hava blokk við og taka notatir, men nú havi eg mína smartphone til tað. Og út frá notat­ unum skrivi eg so ummælið, annað­ hvørt beint aftaná ella dagin eftir. Tað er um­ráðandi, at tað framvegis er feskt í minninum, tí minnini kunnu broytast. – Við fløgum er tað heilt øðrvísi og mun­andi meiri analytiskt. Tað byrjar altíð við, at eg seti fløguna á og lurti eftir henni mest møguligt. Eg havi eina viku at ummæla í, og eg byrji altíð beinan­vegin. Fyrstu dagarnar lurti eg bara nakrar ferðir um dagin. Men tá viku­skiftið so kemur, og eg skal ummæla hana mánadag, tá tráðspæli eg hana. Og synir mínir eru um at ganga av verð­ini, um tað er ein vánalig fløga, tí teir skulu hoyra upp á tað alt viku­ skiftið. Tað endar so altíð við, at eg seti meg niður og lurti hana ígjøgnum við tekst­unum frammanfyri mær. Tá skrivi eg so notatir út frá sangunum. Og tað síðsta, eg geri, er, at eg taki ein sang fyri og annan eftir, og skrivi notatir til tað. Út frá tí geri eg so nakrar saman­um­ tøkur. Tá kann eisini vera, at eg brúki notatir, sum eg havi gjørt so líðandi í míni lurting. – Tað er ein long og drúgv tilgongd, so tað er gott, at Kringvarpið ikki rindar tíma­løn, tí tað fara sera nógvir tímar til eitt ummæli. Kanst tú standa inn fyri øll tíni ummæli? – Ja, tað haldi eg. Eg royni altíð at vera reellur og taka tingini í kontekstinum, sum tey eru í. At eg ummæli Árna & Marner fyri at vera Árna & Marner, og Tarira fyri at vera Tarira. Tað vil siga, at eg ummæli fólk út frá tí, tey royna at gera. Sjálvandi verður tað altíð nevnt, um tú spælir illa og tað ljóðar av hunda­num til, men tað gevur sera lítla meining at seta somu krøv til eitt tekniskt og avbjóðandi verk sum til ein, sum syngur hilla-di-hey og sjó­mans­ vísur, tí tað er ikki tað sama. Tað snýr seg um, hvussu væl tú dugir at gera tað produktið, sum tú roynir at gera, og ikki hvussu væl mær dámar tað slagið av tónleiki. Tí kann eg standa inn fyri øll míni ummæli. Eg vil tó siga, at onkrar orðingar kundu verið sagdar penari viðhvørt, serliga tá eg havi verið í Útvarpinum. Reint diplomatiskt hevur okkurt orð ikki verið so heppið, men tað merkir ikki, at eg ikki kann standa inn fyri tað, tí tað passar, hóast tað kundi verið sagt penari. Hvussu er at ummæla vinfólk? – Tað valdast hvørji vinfólkini eru. Eg slapp til dømis ikki undan at ummæla 200, hóast Niels (Arge Galan, blðm.) er ein av mínum góðu vinum, og eg eisini kenni hinar í bólkinum stak væl. Men eg veit, at eg ikki hevði fornermað Niels upp á nakran máta, um eg var negativur um tað, sum hann gjørdi. So tað valdast hvørji vinfólkini eru, men eg haldi ikki, at eg havi upplivað, at vinfólk eru blivin súr inn á meg fyri eitt ummæli. Men tað eru so treytirnar í Føroyum. Føroyski tónleikapallurin er so lítil, og vit eru øll nokk so væl, so tað ber ikki til at koma uttanum, at ein um­mælari kennir onkran, sum hann um­mælir. Hvat eyðkennir eitt gott ummæli? – At tú ert sakligur og tekur tingini í tí kontekstinum, sum tey eru í. At tú sært tingini fyri tað, tey eru. Um eg og bersøgin Niels Uni Dam hevur ummælt tónleik í 20 ár. Hann er Føroya mest virkni ummælari og er kendur fyri at vera bersøgin og beinrakin – og tað hevur havt sín prís. Vit hava spurt Niels Una Dam um týdningin av ummælum, avleiðingarnar av at vera ummælari, hvat ringasta ummælið er, sum hann hevur givið og hvat hann heldur um tey, sum seta spurnartekin við hansara bakgrund og trúvirðið sum ummælari Beinrakin Mynd: Álvur Haraldsen