mánadagur 2. desember 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rólant Waag Dam
Súsanna Danielsen er stjóri
á løgtingsskrivstovuni. Hon
hevur saman við umsitingini
peikað á Annfinn V. Hansen,
sum ein av teimum, tey halda
vera hóskiligan kanningar
stjóra.
Vanliga mannagongdin er,
at umsitingin í Løgtinginum
kannar evnir til kanningar
stjóra. Umsitingin gevur so
tingformanninum ein lista
yvir persónar, sum eftir
teirra tykki lúka treytirnar
sum kanningarstjóri. Sam
bært
stýrisskipanarlóg
ini eru treytirnar til ein
kanningarstjóra, at hann
hevur løgfrøðisligt, at hann
ikki er starvsettur í fyrisiti
ngini hjá landsstýrinum ella
á stovni undir landsstýri
num, hjá dómsvaldinum ella
hava viðgjørt málið áður. Og
so er tað annars løgtingsfor
maðurin, sum velur kann
ingarstjóran. Hetta hevur
eisini verið mannagongdin,
nú kanningarstjóri skuldi
setast at kanna handfaring
ina av málinum um Skála
fjarðartunlinum.
Hvørjir
persónar
ann
ars stóðu á listanum, sum
Jógvan á Lakjuni, løgtings
formaður,
fekk
útflýggj
aðan frá Súsannu Danielsen
vil stjórin á løgtingsskriv
stovuni ikki upplýsa.
Spurd um, hvat tey í
umsitingini í løgtinginum
hava gjørt fyri at kanna
gegnið hjá kanningarstjóra
num, svarar Súsanna Daniel
sen greitt, at tey einans kan
na um viðkomandi persónar
uppfylla
áður
umrøddu
treytir, sum stýrisskipanar
lógin setur.
Hon sigur, at hon ikki
hevði hóming av, at Ann
finn V. Hansen skuldi føra
eitt rættarmál fyri løgmans
skrivstovuna, tá tey peik
aðu á hann sum ein av egn
aðu persónunum at vera
kanningarstjóri, men tað er
heldur ikki teirra uppgáva at
kanna tað.
Tað er sostatt uppgávan
hjá Annfinni V. Hansen at
próg-va og meta um sítt
gegni. Og har er hann sjálvur
av teirri sannføring, at hann
er gegnigur.
- Metti eg meg ikki vera
gegnigan, so hevði eg jú ikki
játtað at átaka mær upp
gávuna, sigur Annfinn V.
Hansen, sigur Annfinn V.
Hansen aðrastaðni á hesum
síðum.
Annfinn V. Hansen er
sjeyndi
kanningarstjórin,
sum
er
settur.
Dánjal
Magnussen hevur tvær ferð
ir verið kanningarstjóri, Páll
Nielsen, Turid D. Hentze,
Maiken Johansen og Petur
Even Djurhuus hava øll verið
kanningarstjóri einaferð.
Rólant Waag Dam
Annfinn
V.
Hansen
er
advokatur
hjá
landsstýrinum í rættarmáli
móti
Starvsmanna
felagnum. Sjálvt málið snýr
seg um nøkur lønarkrøv
hjá starvsfólkum í gamla
Uttanríkisráðnum. Málið er
gamalt, frá 2010, men kem
ur ikki fyri rættin fyrr enn
í hesum mánaðinum. Uttan
ríkisráðið er sum kunnugt
ikki til meira, og málsøkið er
í dag flutt undir Løgmans
skrivstovuna.
Umframt
at
vera
advokatur er Annfinn V.
Hansen eisini útnevndur
kanningarstjóri, har hann
skal kanna leiklutin hjá
Kára P. Højgaard í málinum
um
Skálafjarðartunnilin,
og leiklutin og eftirlitis
skylduna hjá Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmanni, í
sama máli.
Annfinn V. Hansen er tí
komin í ta støðu, at hann
í leiklutinum sum kann-
ingarstjóri
skal
kanna
løgmann,
samstundis
sum hann í leiklutinum
sum advokatur skal føra
eitt mál vegna Løgmans
skrivstovuna hjá løgmanni.
Hann skal við øðrum
orðum
kanna
løgmann,
samstundis
sum
hann
arbeiðir fyri løgmann.
Leggjast
skal
tó
afturat,
at
ítøkiligu
málini – leikluturin og
eftirlitisskyldan hjá løg
manni í málinum um Skála
fjarðartunnilin og málið
um lønarkrøvini hjá starvs
fólkunum
í
fyrrverandi
Uttanríkisráðnum – hava
einki við hvørt annað at
gera.
Men felagsnevnarin er
løgmaður og hansara fyri
siting, ið Annfinn V. Hansen
bæði skal kanna og arbeiða
fyri í senn.
Sjálvur hevur Annfinn V.
Hansen ikki stórvegis við
merkingar til málið. Hann
vísir á, at hann jú hevur
tikið av uppgávuni at vera
kanningarstjóri.
- Í tí liggur jú, at eg meti
meg vera gegnigan at vera
kanningarstjóri. Metti eg
meg ikki vera gegnigan,
so hevði eg jú ikki játtað
at átaka mær uppgávuna,
sigur Annfinn V. Hansen.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Sirið Stenberg, forkvinna í
Landsstýrismálanevndini
er ikki trygg við støðuna,
tá
løgtingsformaðurin,
Jógvan á Lakjuni, hevur
sett Anfinn V. Hansen, advo
kat, at kanna leiklutin hjá
løgmanni og Kára P. Høj
gaard,
landsstýrismanni.
Hetta tí, at fleiri spurningar
kunnu setast við trúvirðið
hjá kanningarstjóranum.
Nógvir leiklutir
Annfinn V. Hansen hevur
nevniliga sitið á Løgtingi eitt
skifti sum varamaður fyri
Fólkaflokkin.
Hann er eisini formaður í
stýrinum fyri Samhaldsfasta,
sum var upp á tal at seta
pening í Eysturoyartunnilin.
Og so førdi Sirið Stenberg
eisini
fram,
at
Annfinn
V. Hansen er formaður í
Gjaldsstovuráðnum
og
so
er
spurningurin
um
hann sostatt er ein partur
í fyrisitingini, sum kann
ingarstjórin ikki skal vera.
Staðfest er tó, at hetta ikki
ger Annfinn V. Hansen sum
part av fyrisitingini.
Sirið
Stenberg
leggur
dent á, at hon kennir ikki
kanningarstjóran og hevur
onga meining um hann sum
løgfrøðing. Men hon heldur,
at tað er heilt ómetaliga
óheppið, at ivi verður sáddur
um trúvirðið hjá kann-ingar
stjóranum,
longu
áðrenn
kanningin er farin ígongd.
Hon staðfestir, at ein
orsøk til at Landsstýrismála
nevndin vildi hava kann
ingarstjóra, var fyri at kanna
um nakað ólógligt var farið
fram.
- Men ætlanin við kann
ingini var avgjørt eisini at
fáa eina óhefta kanning við
tí endamáli at endurvinna
álitið á politisku skipanina,
sum vit føldu, var fokið, hev
ur Sirið Stenberg sagt við
in.fo.
Tí er tað, sambært henni,
ógvuliga óheppið, at ivi
verður sáddur um trúðvirð
KANNINGARSTJÓRI Tað er uppgávan hjá Annfinni
V. Hansen at prógva sítt gegni. Umsitingin í
løgtinginum skal einans tryggja, at kanngingarstjórin
uppfyllir treytirnar, sum stýrisskipanarlógin setur
Annfinn førir sak
fyri landsstýrið
KANNINGARSTJÓRI Annfinn V. Hansen skal í
næstum í rættin at umboða Løgmansskrivstovuna
Stenberg er stúrin
KANNINGARSTJÓRI Sirið Stenberg kallar tað óheppið og
órógvandi, at so nógvir spurningar verða settir við trúvirðið hjá
kanningarstjóranum longu áðrenn kanningin er byrjað
Annfinn V. Hansen er sjeyndi kanningarstjórin, sum ein løgtingsformaður
hevur tilnevnt. Og hann er setturt eftir somu mannagongdum sum hinir
Annfinn
skal prógva
sítt gegni