Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú skal Hoyvíkar skúli dagførast Jákup Dam býráðslimur fyri Tjóðveldi Hoyvíkar skúli er upp­ runa­liga bygdur og tikin í nýtslu í 1977. Síðani er hann útbygdur í 1989/90. Í 2009 fekk Hoyvíkar skúli fram­ haldsdeild. Í Hoyvíkar skúla ganga næmingar úr 1. upp í 9. flokk og skúlin er ætlaður til tveir flokkar í hvørjum árgangi. Tilsamans ganga 326 næmingar á skúlanum. Skúlin hevur sítt serliga eyðkenni við glaspyramyduni upp úr takinum og er býttur upp í tvær hallir við skúlastovum rundanum. Longu í 2005 vísti ein støðulýsing av skúlanum, at stórur tørvur var at gera ábøtur. So støðan í dag er neyvan betur. Tí er tað í tøkum tíma, at neyðuga dagføringin av skúlanum fer av bakka­ stokki. Tí í yvirskipaða skúla­politikkinum fyri Tórs­ havn­ar kommunu stendur m.a., at umstøðurnar hjá næm­ingum og lærarum skulu vera góðar til eina fjøl­broytta undirvísing við atliti at undirvísingarhølum, serstovum, fakhølum, ar­ beiðs­rúmum hjá lærarum og næmingum og felags høll til undirvísingartiltøk og sosiala samveru. Høvuðsumvælingin og dagføringin av Hoyvíkar skúla eigur at verða framd sambært yvirskipaða skúla­ politikkinum hjá Tórshavnar kommunu. Og hetta arbeiðið kann ikki bíða longur, tí long­ ur vit bíða - størri verður upp­takið. Hetta arbeiðið skal gerast nú. Og tað var eisini tað, ið býráðið samtyktið á sein­asta býráðsfundi. Tá varð nevni­ liga samtykt at seta 200.000 kr av til ráð­gevara­upp­gáv­ una. Her skulu umboð fyri menta­máladeildina, húsa- um­sitingina, og skúlaleiðslan saman við ráðgeva gera eitt kostnaðarmett upplegg fyri høvuðsumvælingina. Upp­ legg­ið verð­ur gjørt við støði í støðu­lýsingini frá 2005 og við­merk­ing­um frá skúla­ leiðslu og umsiting. Í fíggjar­ ætl­anini fyri 2013 er avsettar 2 mill. til dagføring av Hoy­ víkar skúla. Vónandi verður hend­an samtyktin í býráðnum start­ skotið til, at verulig gongd kemur á at høvuðsumvæla og dagføra Hoyvíkar skúla. Tá hetta arbeiðið er gjørt, fer Hoyvíkar skúli betur at passa til tann yvirskipaða skúlapolitikkin í Tórshavnar kommunu. Hetta fer at gagna ungdóminum í Hoyvík. Nýggj ferja í sigling í 2015? Jákup av Skarði Seinasta útsøgnin frá Strand­ ferðsluni var, at nýggja ferjan til Nólsoyar, røkir farleiðina í 2015. Tíanverri hoyrdist ikki greitt, um talan var um “januar 2015” ella vit skulu rokna við “desember 2015”. Harmiligt, at vit ikki kunnu fáa greiða útmelding! Tað hevði verið gott at frætt, í hvønn mun pro­jekt­ ið, líktist tí, ið seinast varð lagt fyri nólsoyingum. Eru broytingar í komfort, stødd og/ella ferð? Um broyt­ ingar eru, verður nýggja verkætlanin tá løgd fyri nóls­ oyingar (les: brúk­ar­arnar)? Samstundis hevði verið hugaligt at fingið eina tíðar­ áseting! Nær verður boðið út? Nær verður ferjan bygd? Hvørjar royndarsiglingar skulu gerast? Nær væntar SSL, at ferjan røkir farleiðina? SSL hevur sett seg í samband við Tórshavnar kommunu, at samskifta um ferjuna. Í øllum arbeiðinum higartil, hevur Tórshavnar kommuna ikki ynskt at sett fingramerki á ferjuna. Tí hugsi eg, at talan má vera um atløguviðurskiftini. Tí troðkar hesin spurningurin seg eisini fram: Skal atløgan broytast/tillagast í Nólsoy og/ella í Havn? Vónandi hevur SSL ætlan um at fyriskipa einhvørja kunning – ella almennan fund – har nólsoyingar fáa greitt at vita, hvør gongd er í málinum og hvat mál SSL hevur sett sær. Fyri at siga tað sum tað er, so er lætt at stúra, at sparingar raka ferjuna og at hon harvið verður rakt eins meint og Smyril. Vónandi er hetta bert ein stúran, ið løgd verður til viks við góðari grundgeving frá avvarandi mynduleikum. Lat nú SSL vísa sína styrki at byggja hóskandi ferju til farleiðina um Nólsoyarfjørð. Eina ferju, ið flytir ferðafólk og bilar trygt og væl um fjørðin. Við bestu ynskjum.