týsdagur 3. desember 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein skrá rópt AquaMama er ment
í samstarvi við Giktafelagið í Dan
mark og finst á heimasíðuni www.
gigtforeningen.dk
Ráðini til kvinnur við barn og
øll onnur er at eta fruktir og grønt
fleiri ferðir um dagin.
Et eisini fisk og viðskera úr fiski
fleiri ferðir um vikuna. Gloym ikki
at eta epli, rís ella pasta og groft
breyð hvønn dag.
Mælt verður til at ansa eftir
sukuri, serliga sodavatni, góðgæti
og køkum. Best er at eta lítið feitt
og soleiðis at ansa eftir mjólkar
vørum og kjøtvørum.
Tú eigur at eta fjølbroytt og at
varðveita normalvektina.
Ráðini eru eisini at sløkkja tosta
við vatni - og at røra teg í minsta
lagi 30 minuttir um dagin.
vilmund@sosialurin.fo
Hvat skalt tú eta?
Vilmund Jacobsen
Tú gerst strongdur, tá tú stendur
yvirfyri so stórum avbjóðingum í ar
beiðslívinum ella privatlívinum, at
tú ikki sært teg føran fyri at loysa
trupulleikarnar ella viðurskiftini.
Stokkut strongd er ikki skaðilig,
men drúgv strongd yvir eina longri tíð
kann gera teg álvarsliga sjúkan.
Stokkut strongd
Øll menniskju kunnu koma í støður,
sum elva til stokkuta strongd.
Hetta slag av strongd kann viðføra
eina røð av likamligum, sálarligum og
atferðarbundnum reaktiónum, sum
skerpa uppmerksemi og gera teg
føran fyri at geva títt besta.
Tað kunnu vera støður, sum
krevja ein serligan innsats, eitt nú
skúlaroyndir, orrustir og dead-line á
arbeiðsplássi.
Tá avbjóðingarnar eru lagdar aft
ur um, er tað týdningarmikið, at tú
sleppur at hvíla teg og at uppbyggja
orkuna av nýggjum.
Hetta er neyðugt, so støðan ikki
mennist til langtíðarstrongd.
Langtíðar strongd
Langtíðarstrongd hendir, tá ójavnvág
er millum tær avbjóðingar, tú stendur
yvirfyri og tínar møguleikar at taka
hond um avbjóðingarnar.
Orsøkin til langtíðarstrongd kann
vera álvarsamar hendingar í lívinum,
belastningar á arbeiðsplássinum ella í
privatlívinum, vantandi frítíð og hvíld.
Ofta er orsøkin til langtíðarstrongd,
at tú ert overvaður á fleiri týdningar
miklum økjum í senn.
Vandi er á ferð
Vandar við langtíðarstrongd eru,
at tú kemur í eina óhóskandi støðu,
har vandi er fyri sjúku ella versnandi
sjúku.
Langtíðarstrongd veksur eitt nú um
vandan fyri hjartasjúkum, tunglyndi,
versnandi støðu við kroniskum sjúk
um, eitt nú við ovurviðkvæmi og typu
2-diabetes, eins og strongdin kann
føra til vanlukkur.
Kelda: Sundhed.dk
Hvat er strongd?
Langtíðarstrongd veksur eitt nú um vandan fyri hjartasjúkum, tunglyndi og versnandi støðu við kroniskum sjúkum
Vilmund Jacobsen
Tann, sum smyr væl, koyrir væl. Tað
siga súklarar. Góðu ráðini eru eisini
galdandi fyri sjúklingar við liðagykt.
Mangt bendir nevniliga á, at fiskaolja
smyr liðirnar.
Kostur kann ikki erstatta heilivág
fyri sjúklingar við liðagikt, men kost
ur og motion kunnu betra um lívs
dygdina.
– Heilsugóður kostur kann geva
tær vælveru og orku til at gera tað,
sum tú gjarna vil gera.
Tað sigur Henriette Thorseng,
cand. Scient, sum er kostvegleiðari
hjá danska Giktafelagnum.
– At kostur kann geva tær vælveru
og orku, er galdandi fyri øll menniskju.
Hinvegin hevur slíkt enn størri týdning,
tá likamið er fongt við sjúku. Tað er
nevniliga truplari at finna orku til eitt
nú motion, um tú ikki etur heilsugóða
og skiftandi føði.
Tað er einki kostískoyti, sum kann
brúkast í staðin fyri heilivág, tá hesin
er neyðugur, men gransking vísir,
at fiskaolja minkar so nógv um eitt
nú liðapínu, at til ber at minka um
pínulinnandi heilivág.
– Kanningar visa, at omega 3-feitt
sýra bæði minkar um pínu og í aðrar
mátar betrar um heilsustøðuna, sigur
Henriette Thorseng.
Kelda: Helse.dk
Heilsugóður kostur minkar
um pínulinnandi heilivág
At heilsugóður kostur kann geva tær vælveru og orku, er
galdandi fyri øll menniskju. Hinvegin hevur góður kostur
enn størri týdning, tá likamið er fongt við sjúku
Skaðar sukur húðina?
Er tað rætt, at sukur skaðar húðina? Danski vakurleikaserfrøðingurin, Ole Henriksen, bannlýsir vanligt sukur, sum vit kenna tað.
Sambært honum gevur tað vakrari húð at skifta raffineraða sukurið út við sukur úr fruktum og berum.
Stokkut strongd er ikki skaðilig, men drúgv strongd yvir eina longri tíð kann gera teg álvarsliga sjúkan