Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin letur eitt annað aðalráð koyra mál­ið, sigur Annfinn V. Hansen. Ítøkiliga málið skuldi koma fyri í rættinum nú í desember, men er fyribils út­ sett, tí at eitt vitni fær ikki møtt tann ásetta dagin. Málið er gamalt, frá 2010, og snýr seg um lønarkrøv hjá fyrr­ ver­andi starvsfólkum í gamla Uttan­ríkisráðnum. Tað hevur tí einki við setningin hjá kann­ingarstjóranum at gera. Og sum longu nevnt metir metir Annfinn V. Hansen seg ikki vera ógegnigan av tí: – Nei, tað geri eg ikki. Politiska ábyrgdin av tí, sum tað málið snýr seg um, liggur ikki hjá løgmanni. Men sjálvandi hevur Løgmans­ skriv­stovan »arvað« málið frá Uttan­ríkis­ráðnum, og situr jú løg­maður. So tí havi eg gjørt av, at eg møti ikki upp í rættinum í hasum mál­ inum, so leingi eg eri kann­ ingar­stjóri, sigur Annfinn V. Hansen. Ordrabókin Men ítøkiliga málið rørir tó við grundleggjandi spurningin, um ein kanningarstjóri kann arbeiða fyri tann, ið hann skal kanna? – Tað avgerandi er inter­ essu-konfliktin. Advokat­urin er pr definitión óheftur, men er heftur í mun til tey mál, hann førir, argumenterar Annfinn V. Hansen. Nýsetti kanningarstjórin hevur hug at seta tingini enn meira upp á spíssin: – Eg vit fara so langt sum at spyrja, um eg kann føra eina sak fyri ella ímóti tí almenna. Tí ert tú ógegn­ igur av at føra eitt mál fyri tað almenna, so ert tú eftir mínum tykki eisini ógegn­ igur av at føra eitt mál ímóti tí almenna. Gegnið gongur báðar vegir. Og er tað ein trupul­leiki, so kann væl eing­in føroyskur advokatur vera kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen við einum skeivum smíli. Samstundis sum Annfinn V. Hansen sigur seg ikki vilja arbeiða fyri Løgmans­skriv­ stovuna, meðan hann er kann­ingarstjóri, so sær hann ongan trupulleika í at átaka sær uppgávur fyri onnur aðal­ráð ella stovnar undir aðal­ráðunum.. – Nei, tað geri eg absolutt ikki. Sjálvandi skal eg ikki átaka mær uppgávur, har eg komi í eina interessu-kon­ flikt við mín setning sum kann­ingarstjóri. Men annars síggi eg ikki trupulleikan í at ar­beiða fyri tað almenna, sam­stundis sum eg eri kann­ ingar­stjóri, sigur Annfinn V. Hansen. Politikkurin Annfinn V. Hansen hevur eisini eina fortíð í politikki. Hann stillaði upp fyri Fólka­ flokkin, og umboðaði eisini flokkin sum varamaður á løg­ tingi. Seinast var í november 1995. – Ja, eg stillaði upp, væl saktans av somu orsøk sum flestu onnur. Eg vildi broyta nakað, vildi gera ein mun. Men eg má bara spyrja, um tað skal útihýsa mær frá mínum faki, spyr Annfinn V. Hansen og svarar enn eina­ ferð sjálvur: – Sjálvandi havi eg ikki gloymt tað, sum hendi tá. Men eg haldi ikki, at tað sum hendi fyri 18 árum síð­ ani er viðkomandi í hes­um sambandi. Og for­restin eru tað heldur ikki fólka­floks­ politik­arar, sum eg skal kanna, leggur hann flennandi afturat. Hóast hann sjálvur brúkar argumentið við teimum 18 árunum, so heldur Annfinn V. Hansen ikki, at støðan hevði verið so nógv øðrvísi, um aktiva, politiska lívið lá færri ár afturi. – Nei, í prinsippinum ikki. Men tað valdast sjálvandi, hvønn leiklut eg hevði havt í politisku skipanini tá, sæð í mun til mín arbeiðssetning sum kanningarstjóri í dag, svar­ar Annfinn V. Hansen. Relatiónirnar Ikki minst í einum lítlum sam­felag sum tí føroyska er lætt at koma í ta støðu, at kenn­skapur vinskapur gerst ein trupulleiki fyri gegnið. – Jú, persónligu relatión­ir­ nar hava avgjørt týdning, tá eg skal meta um mítt gegni at vera kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen og tekur fram eitt dømi: – Um tað til dømis vísti seg, at Kaj Leo og eg spældu bridge saman, so hevði tað givið mær ein gegnis­trupul­ leika, nú eg skal kanna leik­ lutin hjá løgmanni í mál­inum um Skálafjarðartunnilin. Tað sama hevði gjørt seg gald­andi, um eg plagdi at rógva út saman við Kára. Markið gongur, tá persónligu relatiónir­nar kunnu hava ávirkan á, hvussu tú viðger ein per­són, sigur Annfinn V. Hansen. Aftur her er tað upp til Annfinn V. Hansen sjálvan at meta um sítt egna gegni. Stormurin Sjálvur hevur Annfinn V. Hansen ongan hug at blaka frá sær, hóast gegnis­ spurning­urin hevur hingið í luft­ini, síðani hann tók av kjansinum at gerast kann­ ingar­stjóri. – Ja, tað er eitt trýst, ásann­ar Annfinn V. Hansen og heldur fram: – Men tað trýstið kann og skal ikki fáa meg at broyta meining. Tí so eru vit úti í sjálvuppfyllandi profetiini. Annfinn V. Hansen sig­ur seg sakna substans í kritikk­ inum: – Eg haldi at málið er farið í sjálvsving, har søgurnar skapa seg sjálvar, sigur Annfinn V. Hansen, sum hev­ ur hug at skjóta aftur, bæði eftir fjøl­miðlunum og ser­ frøð­ini: – Tað tykist vera ein spurn­ ingur um, hvussu pressan fær eina pannukøku at síggja øðrvísi út frá einum øðrum vinkli. Og serfrøðingarnir áttu at vitað, at sjálv lógin fyri Gjaldstovuráðið ásetir, at limir­nir skulu ikki starvast í fyrisitingini, og at teir eisini verða valdir eftir tilráðing frá yrkisfeløgunum. Annfinn V. Hansen heldur ikki, at hansara for­mans­ sessur í Gjaldstovuráðnum gev­ur honum nakran gegnis­ trupulleika. Og heldur ikki formanssessurin í Arbeiðsm arknaðareftirlønargrunninu m (AMEG) er ein trupulleiki. – Eg eri formaður í AMEG, einans tí eg eri formaður í Gjaldstovuráðnum. Tað er ásett í lógini, sigur Annfinn V. Hansen og heldur fram: – Gegnisspuringurin bleiv einans aktuellur, tí at AMEG í summar fekk ein fyri­ spurn­ing um, hvørt grunn­ urin kundi seta pengar í S k á l a ­f j a r ð ­a r ­tu n n i l i n . Men grunn­urin hevði ikki lógar­heim­ild­ina og tí varð fyrispurningurin so at siga vendur í hurð­ini. Longri er tann søgan ikki, og tí meti eg meg ikki hava ein gegnis­ trupul­leika av hesum, sigur Annfinn V. Hansen. Úrslitið Annfinn V. Hansen varð útnevndur kanningarstjóri 19. november, og hann er nú farin at savna saman til­farið í mál­inum. Úrslitið av arbeið­ inum verður savnað í eina frágreiðing, sum lýsir, hvørt fyrrverandi landsstýris­mað­ urin í innlendissmálum ella løgmaður hava gjørt nakað skeivt. – Eg skrivi eina fakliga frá­ greiðing við løgfrøðisligum niður­støðum. Eg skal ikki fella nakran dóm, men frá­ greið­ingin skal lýsa fakta í mál­inum, og um nakað skeivt er farið fram, sammett við galdandi lóggávu, sigur Annfinn V. Hansen og heldur fram: – Frágreiðingin skal vera somikið greið og niður­støður­ nar somikið væl lýstar, at ser­frøðingar tá kunnu síggja neyvt, hvørji løgfrøðislig argu­ment liggja til grund fyri niður­støðunum. Tað skal bera til at eftirkanna tað úrs­ lit, sum eg komi fram til. Kanningarstjórin biður tí atfinningarsomu røddirnar goyma krútið: – Tá frágreiðingin er lið­ug, ber til at gera fakligar met­ ing­ar av tí arbeiði, sum eg havi gjørt. Tá kunnu onnur so meta um mítt arbeiði. Og tá fær løgtingið eisini frá­ greið­ingina og kann gera við hana, sum løgtingið vil, sigur Annfinn V. Hansen. Enn vil kanningarstjórin hvørki seta dato ella prís á kanningina av Kára P. Højgaard ella Kaj Leo Holm Johannesen. jonbrian@sosialurin.fo Ja, eg stillaði upp, væl saktans av somu orsøk sum flestu onnur. Eg vildi broyta nakað. Men eg má bara spyrja, um tað skal útihýsa mær frá mínum faki – Sjálvandi skal eg ikki átaka mær uppgávur, har eg komi í eina interessu-kon­flikt við mín setning sum kann­ingarstjóri. Men annars síggi eg ikki trupulleikan í at ar­beiða fyri tað almenna, sam­stundis sum eg eri kann­ingar­stjóri, sigur Annfinn V. Hansen. Mynd: Álvur Haraldsen