Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tunnilsdagur leygardagin 7. desember norðoya- og vágatunnilin Leo Poulsen Ferðslan gongur ikki bert út í økini úr miðbýnum, men eisini hinvegin. Og tað brynj­ ar SMS seg eisini til. – Vit hava jólabýin, sum altíð er áhugaverdur, og so verður skipað fyri serligum til­tøkum leygardagin. Experi­ ment og MGK kórið fer at syngja, og so hava vit Lindu Andrews á Torginum klokk­ an 18, og Angela og Olgar fara at undirhalda, sigur Bogi Andreasen. Sum nakað nýtt fer Baresso at selja nýbrendar mandlur, og opið verður heilt fram til klokkan 20. – Vit merkja væl, tá tunnils­dagar eru. Matar­ støðini hava leingi opið, heilt fram til klokkan 22. Tað merkir, at fólk kunnu koma inn og fáa sær ein bita at eta í ro og mag, sigur Bogi Andreasen. Aktiviteturin er avgjørt størri tunnilsdagarnar. – Bæði SMS og miðbýurin sum so hava nógv at bjóða fólki, og bæði SMS og mið­ bý­urin gerast meira og meira hugnalig, sigur Bogi Andreasen. Hann sigur, at ísvøllurin avgjørt er eitt gott tilboð til bæði havnarborgarar og fólk av bygd. – Tey kunnu koma til Havnar, standa á skoytum á Vaglinum, og síðani leggja leið­ina fram við SMS og hugsa sær við jólabýnum ella leska sær í onkrum av mat­støðu­num, sigur Bogi Andreasen. Hann heldur, at tað eru nógv fólk, ið leita sær til Havnar tunnils- dagin. – Tað er eisini tí vit royna at gera nakað serligt burtur úr hendan dagin við konsertum og kórsangi, sigur Bogi Andreasen. leo@sosialurin.fo Brynja okkum til tunnilsdagin – Vit merkja væl, tá tunnilsdagar eru, og SMS summar av lívi. Vit brynja okkum til dagin við nógvum serligum upplivingum, sigur Bogi Andreasen Bogi Andreasen Savnsmynd: Álvur Haraldsen