týsdagur 3. desember 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tunnilsdagur leygardagin 7. desember
norðoya- og vágatunnilin
Leo Poulsen
Tað merkist av álvara, tá
Norðoyatunnilin og Vága
tunnilin bjóða fólki at koyra
ókeypis ígjøgnum.
– Tað merkist heilt væl.
ferðalsn í Norðoyatunnlinum
trífaldast, meðan ferðslan í
Vágatunlinuym
tvífaldast,
sigur Uni Danielsen, stjóri í
tunlunum báðum.
Skipað verður fyri fýr
leygardøgum um árið, tá tað
er ókeypis at koyra gjøgnum
tunlarnar.
– Vit royna at hava tveir
leygardagar, ið liggja nærmast
at
»føðingardøgunum«
hjá tunlunum. Nú er tað
Vágatunnilin, ið fyllir ár 11.
desember, meðan Norðoya
tunnilin fylir í apríl, sigur
Uni Danielsen.
Meðan tveir av døgunum
eru tengdir at, nær tunlarnir
fylla, fáa vinnufeløgini í
Vágum
og
Norðoyggjum
loyvi at ger av hionar báðar
dagarnar, tað er ókeypis at
koyra gjøgnum tunlarnar.
– Tað er soleiðis tað gong
ur fyri seg, at tað haldi eg, at
vinnufeløgini eru glað fyri,
sigur Uni Danielsen.
Tunlarnir hava hagtøl fyri,
hvussu nógv fólk ferðast og
hvønn veg tey ferðast.
– Í Norðoyatunlinum vísir
tað seg, at flestu bilarnir fara
norðureftir um morgunin,
og so suðureftir seinni upp
á dagin. So til ber at siga, at
fólk fara úr Eysturoynni til
Klaksvíkar at keypa, sigur
Uni Danielsen.
Gamalt hugskot
Hugskotið at hava ókeypis
dagar at koyra ígjøgnum
tunlarnar, tók seg upp longu
tá tunlarnir vóru bygdir.
– Eg haldi tað byrjaði
við einum degi, har tað
var
ókeypis
soleiðis,
at
fólk kundu royna at koyra
gjøgnum
tunlarnar,
bara
fyri upplivingina, sigur Uni
Danielsen.
Men tað var so skjótt, at
hetta gjørdist fast, fýra ferðir
um árið.
– Nú er tað vorðið tradi
tión, so nógv, at tunnilsdagar
nir standa feldir í kalendarar
nar í hvussu er eitt ár fram.
Eg siti beint nú við einum
kalendara fyri 2014, og har
standa
tunnilsdagarnir
í,
sigur Uni Danielsen.
Hann heldur, at hetta
eru spennandi dagar fyri
handilslívið.
– Handlarnir gera í hvussu
er nógv burtur úr, bæði við
lýsingarbløðum og við long
um upplatingartíðum, sigur
Uni Danielsen.
Reint tekniskt er tað
soleiðis, at gjaldsskipanin
heilt einfalt slær frá.
– Skipanin verður slig
in frá klokkan seks leygar
morgunin, og sligin til aftur
klokkan seks sunnumorgun
in, sigur Uni Danielsen.
Ókeypis dagarnar verður
sum nevnt nógv koyring
gjøgnum báðar tunlarnar,
men tað er tó nakað, ið kann
fáa ávirkan á, hvussu nógv
fólk ferðast.
– Tað er veðrið. Er veðrið
vánaligt og hált, kann tað
hava eina ávirkan á, hvussu
hugurin hjá fólki er at koyra
ókeypis gjøgnum tunlarnar
báðar, sigur Uni Danielsen.
Ókeypis at koyra
gjøgnum tunlarnar
Leygardagin verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin
og Vágatunnilin, og tað er nakað, ið gera sær dælt av
Fleiri hundrað fólk inni á gólvinum
Hjá Cheap og Beintu Klakkstein merkist tað av álvara, tá
tunnilsdagur er, og tað merkist eisini á umsetninginum
Leo Poulsen
Tá tunnilsdagur er merkist
tað
altíð
handlunum
í
Klaksvík.
– Vit hava fleiri hundrað
fólk inni á gólvinum, onkur
hevur hug at siga túsund.
Men tað er kanska at taka
munnin í so fullan, sigur
Beinta Klakkstein.
Men tað merkist hvørja
ferð, at tunnilsdagur er.
– Vit royndu at geva út
eitt tunnilsblað, men tað
gjørdust ov fá, ið vóru við,
og so gjørdist tað ov dýrt,
sigur Beinta Klakkstein.
Handilsfelagið í býnum
er heldur ikki so virkið í løt
uni, men tey hava so stovnað
eitt handilssamtak.
– Tað er gjørt í samstarvi
við Norðlýsið, og vit hava
lýst
nakað
har.
Gamla
handilsfelagið
er
lítið
aktivt í løtuni, sigur Beinta
Klakkstein.
Tunnilsdagar eru fýra
ferðir um árið, og tað merk
ist væl hjá handlunum í
Klaksvík.
–
Allarflestu
handlar
hava opið til klokkan 22,
og heilt fram til klokkan 20
streymar fólk inn í handlar
nar,
áðrenn
streymurin
byrjar at slaka. Men fólk
koma heilt fram til klokkan
22, sigur Beinta Klakkstein.
Vanliga plaga tey eisini
at hava nøkur serlig tilboð
tunnilsdagin, og soleiðis
verður eisini hesaferð.
– Vit plaga at finna út
av onkrum, og tað gera vit
nokk eisini hesaferð, sigur
Beinta Klakkstein.