týsdagur 3. desember 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tunnilsdagur leygardagin 7. desember
norðoya- og vágatunnilin
Leo Poulsen
Tað var ógvuliga væl umtókt,
tá kunningarstovan í Vágum
skipaði
fyri
jólatiltaki
í
Gásadali í fjør.
– Bygdin var ómetaliga
væl vitjað, so tað er við góð
um treysti, at vit endur
taka tiltakið, sigur Jóngerð
Mikkelsen, ein av fyriskipar
unum.
Byrjað verður leygardagin
klokkan 14, tá Frelsunarher
urin
gongur
skrúðgongu
gjøgnum bygdina, sum er øll
pyntað til dagin.
– Kaffi og vaflur verða at
fáafrá klokkan 14.30 og tá
byrjar eitt diashow við goml
um myndum í skúlanum,
sum koyrir allan dagin, sigur
Jóngerð Mikkelsen.
Somuleiðis verður tom
bola frá klokkan 14.30 og
fram móti klokkan 18, tá dag
urin endar.
– Klokkan 15 verður søgu
upplestur í einum hoyggjhúsi,
har børn í gomlum klæðum
fara at lurta, sigur Jóngerð
Mikkelsen.
Í Miðvági verður skipað
fyri brunch í kafeini Neyst,
og dekoratiónir verða seldar
í
gamla
handlinum
hjá
Sønrup
– So kemur stóra løtan
klokkan 16, tá jólamenninir
vitja í Gásadali, sigur Jóngerð
Mikkelsen.
Hetta er tunnilsdagur, so
handlarnir standa eisini í
fokus.
– Handlarnir hava leingi
opið og hava nógv góð til
boð. Teir eru væl vitjaðir og
lata eisini væl at degnum.
Summir handlar hava opið
heilt fram til klokkan 22,
sigur Jóngerð Mikkelsen.
leo@sosialurin.fo
Stórur dagur í Gásadali
Nógv fólk til Klaksvíkar
Gásadalur verður settur í fokus leygardagin, tá skipað verður fyri stórum tiltaki í
bygdini í sambandi við at tað er ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin
Handilsfelagið í Klaksvík hevur ikki verið so virki seinastu tíðina, og
nú er tað mest John William Joensen, ið sveiggjar stýripinninum
Leo Poulsen
Handlarnir hava verið meira
positivir í seinastuni.
– Vit hava longri opið
í jólamánaðinum, og jóla
vikuna er opið leingi hvørt
kvøld, sigur Sørin Jacobsen,
ið
eigur
Sportmaster
í
Klaksvík.
Hann sigur, at John
William Joensen mest sum
hevur yvirtikið Handils
felagið í Klaksvík, sum ikki
hevur verið serliga aktivt.
– Tað tykist, sum handlar
nir eru meira positivir nú, og
tað liggur eisini betri fyri hjá
John William Joensen við
plássi. So tað hevur hann
megna væl, sigur Sørin
Jacobsen.
Tunnilsdagarnir
hava
altíð verið merkisdagar.
– Tað hevur altíð verið
nógv fólk í Klaksvík tunnils
dagarnar, hóast tað kanska
ikki altíð merkist aftur í
umsetninginum, sigur Sørin
Jacobsen.
Hann sigur, at tað merkist
væl, tá tunnilsdagar eru.
– Og tað verður eisini
gjørt nógv burtur úr hesum
døgunum,
sigur
Søren
Jacobsen.
leo@sosialurin.fo