hósdagur 5. desember 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 5. desember 2013 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. des. hava, vit, Jórun og Palli Johannesen
silvurbrúdleypsdag. Hendan dagin vilja vit hátíðarhalda,
saman við familju, vinum og kenningum. Opið hús verður í
Reynstún 31, á Argjum, frá kl. 17.00.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin tann 6. desember verður Jóhanna Danielsen
í Hósvík, vanliga kalla lítla Jóhanna 80 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 7. desember heima hjá dóttrini á Giljavegi
40 í Hósvík frá kl. 13.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
26. november høvdu Eilin og Eyðun Andreasen Leirvík,
verið gift í 25 ár. Vit halda dagin 14 desember frá kl 13.00
til kl 18.00 í Leirvíkar Missiónshúsi. Øll eru hjartaliga væl
komin.
Silvurbrúdleyp
18. december hava Kaj-Otto og Maibritt Frederiksberg,
Strendur, verið gift í 25 ár. Vit halda dagin í Kelduni í Skálafirði
frá kl 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Diamantbrúdleyp
16. desember hava Dania og Kaj í Bartalsstovu verið gift í 60
ár. Dagurin verður hildin leygardagin 28. desember kl. 14-18 í
Filadelfia í Gøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin
Brúdleyp
Leygardagin 28. Dec giftast Bjarni Nielsen og Birgit Beder,
Miðvágur. Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl 13. Veitslan
verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Miðvági kl 18.
Brúðarhús verður heima hjá brúðarparinum dagin eftir frá
kl 16, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 28. desembur 2013 giftast Jónhard Hansen og
Guðrun Magnussen. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 14.
Veitslan verður í HB-Húsinum kl. 18 fyri innbodnum. Opið
hús verður 29. desembur í Kongsgil 17.
Prógv
Beinta Simonsen hevur
lokið prógv sum Master
of Art í Global Political
Economy á University of
Sussex í Onglandi.
Brúdleyp
Mikudagin 11. december 2013 giftast John Høj Joensen,
Strendur og Alisa Thorleifsson, Skáli. Vígslan verður í Skála
kirkju kl 12 og vælkomst verður á Laðagøtu 5 á Strondum frá
kl 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Sunnudagin 29. desember giftast Kristina Midjord, Fugla
fjørður og Høgni Joensen, Saltangará. Vígslan verður í Siloa í
Fuglafirði kl. 11:00. Eftir vígsluna verður drekkamuður í kjall
aranum í Siloa. Veitslan verður kl. 18:00 fyri innbodnum.
merkisdagar