Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 5. desember 2013 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 90 ára føðingardagur Leygardagin 7. des. fyllir Ebba Skaalum, Vági, 90 ár. Dagurin verður hildin á Hamragarði sama dag frá kl. 15 til 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ára føðingardagur Leygardagin 7. decembur verður Nelly Sørensen, Leivs­gøta 13, Tórshavn, 85 ár. Dagurin verður hildin 30. novembur í hølinum hjá Starvsmannafelagnum frá kl. 11 til kl 15. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Týsdagin 17. desember verður Ingibjørg Debes, Oyri 80 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 15. des. hjá soninum á Mýrivegi 3 í Norðskála frá kl.16 - 20, har øll eru vælkomin. 70 ára føðingardagur Leygardagin 7. dese mber verður Herdis Jacobsen í Kvívík 70 ár. Dagurin verður hildin heima. Øll eru hjarta­liga vælkomin. 40 ára føðingardagur Eg haldi 40 ára føðingardag tann 28. desember. Tey, sum hava hug at halda dagin saman við mær, kunnu sms’a ella ringja á tlf. 271555 ella siga frá á telduposti maribo@ olivant.fo áðrenn 15. desembur. Magni Augustinussen (Meia) í Vági Krúndiamantbrúdleyp Tann 5. desember høvdu Ragnar og Elsa í Holusteini krún­diamantbrúdleyp, dagurin verður hildin í Kvinnu­felags­húsinum á Glyvrum leygardagin 7. desember frá 16 – 20- Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 12. januar, hava hjúnini Maria og Jógvan Krosslá í Vági gullbrúdleyp. Vælkomst verður í VB húsinum, leygardagin 11.januar frá kl.16.00 til 22.00. Tey sum vilja heilsa uppá gullbrúðarparið, biðjast vinarligast siga frá innan 04.januar á tlf. 373207 – 279304 – 226801. Vælkomin. Gullbrúdleyp Tann 8. desember hava Torgun G. og Tórur Eliasen gull­brúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnu­num. Silvurbrúdleyp 3. desember høvdu Rannvá og Frits Poulsen, Sumba, verið gift í 25 ár. Vit halda dagin 7. desembur frá kl. 13.00 til kl. 18.00 í Samkomuhúsinum í Sumba. Øll eru hjarta­ liga vælkomin. Prógv Tann 27. november hevur Sigri Gaïni lokið kandidat­prógv í pedagogisk filosofi frá I.U.P. Aarhus Universi­tet. Hjúnabandið Heimið er hornasteinurin í samfelagnum Immi Dam Lat meg fyrst koma við eini stuttari frágreiðing, hvat ein hornasteinur er fyri nakað. Hornsteinurin er ikki, sum onk­ur heldur, grundar­stein­ urin í einum bygningi. Hev­ ur tú nakrantíð hugt eftir lagaðu brúgvunum runt um í landinum, eitt nú brúnna um ánna í Funningi, so sært tú, at ovasti steinurin í lag­ingini, bindur alla grót­lagingina sam­an. Hetta er horna­stein­ urin. Einaferð eg var stadd­ur í Funningi, spurdi eg mann, ið kom framvið, hví ellivu steinar vóru lagaðir hvørju­ megin hornasteinin frá erva niður á helluna. Svarið var greitt, hann treiv í vísuna (kvæði) “Tolv var desiplene elleve apostlene”. Betri kundi tað ikki sigast. Sum Jóan Petur uppi í Trøð tekur til í brúðarvísuni Várharra hann segði, tað er ikki gott, at maðurin livir so eina, tí setti hann Ádam og Evu so brátt í hjúnabandið tað reina. Tey tvey skulu vera so sum eitt ta læru fedrarnir týða so greitt tann læran hon er tann beina. Í mínum ungu døgum varð víst hávirðing fyri hjúna­ bandinum. Hjúna­skilnaður var undantakið, ið altíð varð mett sum nakað óvanligt og harmuligt. Tað var tí ein tryggari tíð hjá børnum og ungum. Sjálvandi var tað ein tíð, við nógv minni av materiellum virðum enn tað er í dag, men heimini hildu saman og komu betri ígjøgnum tíðina, sjálvt um tað ikki altíð var so nógv at taka av sum í dag. Hjúnarbandið, heimið, er samfelagsins grundarlag. Rið­ ar tað, riðar alt samfelagið. Hetta merkja vit í dag. At siga Ja. Ja at vera mað­ ur og kona hevur størri týdn­ ing, enn eitt nýgift brúðarpar fatar. Tá verður eisini sagt “ja, ja” at verða faðir og móðir og taka abyrgdina av tí. “Ja, ja” til at taka ímóti teimun børnum, Harrin vil væl­signa tey við, um tað mangan krevur eitt ómetaligt stríð. “Ja, ja” til at verja um tey í áhaldandi takksemi og upp­ ala tey í gudsóttans gleði, so tey ganga fram í vísdómi og vøkstri hjá Gudi og monnum, og sjálvi læra at siga “ja, ja” og “nei, nei” uttan fariseiska sjálvgleði. Hetta stóra og vælsignaða “arbeiði”, inniber vanliga, at húsmóðirin verður heima hjá børnunum, og at maðurin forvinnur til húsins tørv í sín­um dagliga arbeiði. Um hetta felags “ja, ja”, hevur til fylgju, at tey ikki uppnáa sama livistandard sum mong onnur, ger tað einki, tí tey hava ein hægri lívsstandard. Eitthvørt tílíkt heim hevur samfelagsligan týdning, men tað verður tó hildið at vera ”ótíðarhóskandi”. Úr slíkum korum, koma borg­arar ið ikki volda sam­ felaginum trupuleikar og sum evna at verða ljós fyrði onnur. Tað finnast tíbetur enn, fleiri slíkar familjur enn vit geva okkum far um. Hesar virkað í tí stilla og fá leggja merki til tær. Tað kunna vera slík heim, ið hava vakt sítt umhvørvið, so ”kjarnufamiljan” nú er við at koma úr tí vanabundnu niðurgerðing teimum mang­ an hevur verið fyri, og mang­ ur spyr nú: Er tað hugs­andi, hóast alt, at hetta man verða tað besta, fyri mann, konu, børn og ung? So vítt eg veit, eru eingi av okkara landstýrisfólkum, fráskild og liva í einum nýggj­ um “parlagi” sum tað verður kall­að. Hetta hevur eisini størri týdning, enn politisk áhug­aði vanliga geva sær far um. Ei heldur letur tað seg gera, at landstýrisfólk, ið nú hava ein maka og seinri ein annan, kunnu verja um kjarnufamiljuna. Hvussu kunna tey av sonnum virka fyri varðveitan av sam­felag­ num, tá ið tey sjálvi bróta niður grundarlagið? Skal kjarnufamiljan koma aftur til sín rætt, sum sam­ felagsins grundvøllur, skal meira enn áhugi til. – Um­ vend­ing er neyðug. Ein viður­ kenning av, at tær hugsanir, ein higartil hevur havt um hjúnarbandið, ikki einans eru skeivar, men syndugar. Tað má ein hjartans umvending til at siga “ja, ja” til Guds tank­ ar. So er ein avkláraður, hvat hjúnarbandinum viðvíkur – tá gongur tað frá ljósið til ljós. Tann fyrsti kærleikin firnast (eldist) ikki, men endurnýggjast støðugt. Tann góði hýrurin verður loystur frá tí spottandi óndskapinum og uppgjørda tómleikanum og smeltar saman við tí reinu gleðini, ið er ótømandi. Hvussu mong tað eru, ið fáa hesa náði, veit eg ikki, men bøn mín er, at hon má lut­ast fleiri. At siga “ja, ja” at undir­geva seg, stríðir ímóti emanci­per­ aðum (frígjørdum) kvinnu­lig­ um hugsanum, men skriftin talar um hetta, og hetta hev­ ur gudgivnan týdn­ing fyri Guds ætlan við hjúna­band­ in­um (Ef. 5,22) Tó má hetta skiljast rætt, t.v.s. skiljast við Guds Ánda. Samkoman (kirkjan) und­ ir­gevur seg við gleði Kristus, tó, undirgivni er mangan mang­ul­fult, tí hon er ikki grip­in av Kristi kærleika til sín. Samkoman livir sum oft­ ast eftir síni egnu hugs­an. Nú stendur skriva um mann­in, at hann skal elska konu sína, sum Kristus elsk­aði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana. Tað hevur hann sagt “ja, ja” til við vígsluna, og tað ger ein og hvør kristin maður við gleði, um enn ofta sára ófullfíggjað. Tá ápostulin skrivar, at konan skal undirgeva seg mannin, er hugsanin tann, at hon elskar hann so høgt, at hon við gleði yvirletur til hansara, at taka týðandi avgerðir – hon veit jú, hvussu høgt hann elskar hana, eisini tá kærleiki hansara ikki merkist serliga væl. Hetta lærist neyvan eftir einum degi í nøkrum hjúna­ bandi, men tað undirfulla er, at tað kann lærast. Treytin fyri tí er, at orðini “fyrigev mær”, koma á varrarnar, táið tað eru einastu orð, ið sam­ svara við sannleikan. Hetta orð hevur eina for­ loysandi kraft í samsvar við, at “Sannleikin skal gera okkum frí”. Tað kann vera, maðurin kennir tað sera eyðmýkjandi at siga hetta við konuna. Hevur hon ikki eisini skyld í hesi ósemju? Tað viðkemur ikki søk­ini; hann er skildugur at elska hana, eins og Kristus elsk­aði samkomuna og gav seg sjálv­ an fyri hana, og tað hevur hann ikki gjørt. ”Fyri­gev mær!” Eg havi verið giftur í 45 ár, og má viðurkenna, at hesi orð ”fyrigev mær”, havi eg ikki lætt við at læra at brúka. Hetta vil siga, at eg komi til ljósið og vísi meg sum eg eri, ein mann sum er komin til kort í hjúnarbandsins yvir­ veldandi ríkidømi. Tó, ong­ an­tíð havi eg sagt hesi tvey orð, uttan at tey hava fingið vælsignaðar fylgir: Fyrst lætnaði mítt egna hjarta. Har inni gjørdist ljóst. Harnæst mátti eg undrast á, at kona mín elskaði meg ikki minni av tí, at mær tørv­ aði hennara fyrigeving, men meira. Soleiðis verður tað “náttúr­ ligt” fyri okkum at lýða á Harrans orð um hjúnabandið, so tann kærleiki ræður, ið ikki er ráðaríkur frá mansins síðu og ei heldur er følsk undi­r­brotligheit frá hennara síðu. Hetta er eitt stórt loynd­ ar­mál, sum Paulus málber seg. Frá hesum djúpi vella streymar av livandi vatni, so hjúnabandið ongantíð stirnar, men endurnýggjast dag frá degi. Kærleikin, ið sermerkti hveitibreyðsdagarnar, end­ ur­nýggjast, avklárast og undr­ast á, at tað er so ríkt, so vak­urt, og so vælsignað? Ja, tað er tað! Ætlanin við hjúnaband­in­ um er mansins og húsmóð­ur­ sins eydna. Tey tæna Guds frelsuætlan í teirra ættarliði. Tey dýrka ikki hvønannan, men Gud. Tey vilja fegin kenna við vissu, í øllum før­ um, hvat vilji Guds er. Tey virða hátt gestablídni. Tey fylgja ikki við streyminum, men Harranum.”At liva Gudi nær er eydna mín”(Sálm.73,28), verður av eydnusomun hjúna­feløgum endurgivið so­leiðis: ”At liva Gudi nær er okk­ara gleði. Okkara álit hava vit sett til tann Harra, HARRAN, at vit kunna vitna um allar gerningar hans.” Eydnan er ikki knýtt til pen­ing, hús, innbúgv, sjón­ varp, teldur, teldlar, bilar. Held­ur ikki er eydnan knýtt til popularitet, succes, og stand. Einki av øllum hes­um er ført fyri at metta menn­ iskjans hjarta – tað skapir heldur hungur eftir meiri av øllum hesum og leiðir mong burtur frá tí sonnu eydnuni, ið er at liva í samljóð við Skap­ar­ans vilja. At liva Gudi nær – hugsa tær, at tað letur seg gera! “Tit sum einaferð vóru langt burtur, eru nú komin nær, takka verði Kristi blóði”(Ef.2,13). So dýrt goldin er tilknýti (nærleikin) til Gud! Eingin størri gáva enn henda finnist. At liva Honum nær, sum eingin kann tola at síggja! At hava tætt samfelag við Hann! At kalla Hann “Faðir”! Í hesi veldigu gávu liggur lívsins sanna og æviga óvik­ andi eydna. Tá hetta “gong­ ur upp” fyri einum hjúnum, fyllist heim teirra av takk­ semi; tað er einasta svar til eina slíka undurfulla gávu, og takksemi ger, at alt verður gjørt av hjarta fyri Hann. Eitt heim við slíkari ávirkan á børnini, vil eisini læra tey, at siga “ja, ja” og “nei, nei”. Hetta elvir til mótvilja og mótstøðu frá tíðarandanum í dag. Dagurin vil uttan iva koma, tá slíkt ikki verður tolt. Heldur ikki tað kan taka eydnuna frá teimum. “Og taka teir várt lív, fæ, frælsi, barn og vív, í Guds frið, hvussu fer, tað teimum gagn ei ger, Guds ríki okkum ognast.” Soleiðis syngur Martin Luth­ er, og sálmur hansara kann skjótt gerast viðkomandi, soleiðis sum ágangurin er á hjúnabandið og familjuna. kjak