hósdagur 5. desember 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 141 · 6. desember 2013
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Høgni Reistrup er aktuellur við nýggj
ari tónleikaútgávu. »Áðrenn vit
hvørva« er heitið á útgávuni, og tað er
eitt opið heiti, sum millum annað kann
sipa til mátan, fólk eru saman, eftir at
nýggju miðlarnir eru blivnir partur av
gerandisdegnum.
– Eg hugsi serlig um snildfonir og
teldlar, sum rúgva støðugt meira upp
í gerandisdegnum. Hvussu eru vit
saman við øðrum fólki, tá vit í heilum
hyggja niður í ein skíggja, spyr Høgni
Reistrup.
– Telefonin er í lummanum ella á
borðinum framman fyri okkum so at
siga allan dagin. Hetta gevur okkum
sjálvsagt nógvar hentar fyrimunir, men
spurningurin er eisini, um vit ikki eisini
eiga at steðga á av og á og spyrja, um
tað veruliga er neyðugt at kanna Face
book fimta hvønn minutt.
– Tá er tað, at vit spakuliga hvørva
– hóast vit eru í sama rúmi. Hugsi ofta
um tað, tá eg síggi fólk sita í somu sofu
ella við sama døgurðaborð øll við eini
telefon. Og eg havi eisini vent peiki
fingurin móti mær sjálvum, tá eg havi
sitið og hugt at einum telefonskíggja
heldur enn tosa við fólk, sum eru í
nánd, sigur hann.
Mótsetningar
Fleiri av tekstunum á nýggju útgávuni
snúgva seg um mótsetningar. Mótsetn
ingur millum tað góða og tað ónda.
Millum at geva og taka. Millum dirvi og
afturhald. Millum at virða og vanvirða.
Millum gleði og dapurleika.
– Hetta eru evni, sum eru partur av
gerandisdegi okkara. Ikki altíð. Men
viðhvørt stinga mótsetningarnir seg
upp. Teir gerast millum annað sjónligir,
tá vit flyta okkum fram á leið, og onnur
finnast at og tvíhalda um, at einasta
loysnin er at setast aftur, sigur Høgni
Reistrup.
Nýggja útgávan fæst ikki bert talgilt
og sum fløga, hon finst eisini sum LP
pláta.
– Nógv hava goymt plátuspælaran
seinastu mongu árini, hóast plátan var
ósjónlig í nógv ár. Plátan hvarv, men
fær nú endurreising. Í øllum førum
halda fleiri fólk, at hon umboðar og
hevur eina dygd, sum vit ikki fáa við at
lurta eftir einum sangi á einum iPoddi.
Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit
flyta okkum frameftir og taka til okk
um nýggja mentanir og hugsanir, men
summar eldri áskoðanir hava eisini eitt
virði, sum vit ikki eiga at blaka fyri
borð. Sama er galdandi fyri lutir. Eitt
nú plátuna, sigur Høgni Reistrup.
Djørvu
damurnar
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Andrias Reinert Hansen / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Hvussu eru vit saman við øðrum fólki, tá vit
í heilum hyggja niður í ein skíggja, spyr Høgni
Reistrup, sum er aktuellur við nýggjari útgávu
So segði
hann...
Høgni hugleiðir um
at hvørva í tøkni
– Eg kann ikki upplýsa møgulig ivamál í sambandi
við mítt gegni. Tað ber ikki til. Antin eri eg
gegnigur ella ógegnigur, har er einki mitt ímillum.
Annfinn V. Hansen, advokatur og kanningarstjóri
– Spurningurin er, um vit ikki eisini eiga at steðga á av og á og spyrja, um tað veruliga er
neyðugt at kanna Facebook fimta hvønn minutt, sigur Høgni Reistrup
Simona
Weihe
mynd: Ólavur Jákupsson
Mikudagur 21. apríl 2010 Nr. 71 84. árg. kr. 20,00
Dora vald
á Húsum
s25
Diamantar
á Tvøroyri
s48
»1500 kr. eftir
um mánaðin«
Hví fara til frisør, tá tú kanst klippa
fruntin sjálv? Og hví keypa nýtt, tá
tú kanst keypa klæði í Blákross?
Stakir uppihaldarar liva á
fátækramarkinum
í Føroyum
s6-7
feit Yvur
skrift
einki er sum
fámjin
16
síður
ikki ráð til mat
Endiliga
heima
s26-27
Brúdleypskappingin
Mánadagur 1. juli 2013 Nr. 74 87. árg. kr. 20,00
ítróttur
Løgfrøðiligar
spurningar?
i svar!
Golf
tríg
fer
en
– Tað ringasta er, at eg ikki kann
geva mínum børnum tað, sum tey
ynskja av mær, og sum eg vildi
ynskt, at eg kundi givið teimum.
Tað sigur 32 ára gamla Sólrun
Durhuus, stakur uppihaldari
við tveimum børnum. s6-9
Vælferðarsamfelagið føroyar:
Sólrun
livir fyri
2000 kr
Hóast vit í nógv ár hava vitað, at trupult er
hjá støkum at klára seg við einari vanligari
inntøku, so hevur tað líkasum verið góðtikið,
at soleiðis er tað bara. Havi ein keðiligan
illgruna um, at tað helst er tí, at serliga
kvinnur – við ella uttan børn – sum hava
verið í hesi støðuni. Men nú hómast ein
hugburðsbroyting til tað betra. M.a. óttin fyri
minkandi fólkatali og undirskoti av kvinnum
hevur fingið tað at riva fyri eygunum á
politikarunum. Ikki at politikararnir einsa
mallir eiga ábyrgdina, vit veljarar hava
stuðlað teimum væl.
Samfelagið er á mangan hátt samansett
soleiðis, at tað hóskar betur til tær høgu
lønirnar. Onkrir glottar eru hóast alt at
hóma, m.a. við bíligari og tryggari bústaðar
møguleikar. Og vónandi fara aðrar broyt
ingar at koma, tí vit øll – ung og gomul, støk
og hjún, hálønt og láglønt – eiga hetta lítla
samfelagið og ynskja, at tað skal vera fíggjar
liga møguligt hjá øllum at húsast her. Tað
er kanska at vera í so bjartskygd, tí higartil
er gjógvin millum lægru og hægru lønirnar
bara blivin breiðari.
Tær støku konurnar við børnum, sum
hava verið so djarvar m.a. við at trína fram
í hesum blaðnum og greitt frá, hvussu tungt
tað er at fáa gerandisdagin at hanga saman
fíggjarliga, hóast tær hava fulltíðarstarv, eiga
stóra tøkk uppiborna. Tær hava lýst trupul
leikan og gjørt hann ítøkiligan við at seta
andlit síni á. So tú kanst bara ímynda tær,
hvussu trupul støðan er hjá arbeiðsleysum og
hjá teimum, sum fáa forsorgarhjálp!
Fyri stuttum var nógv skrivað og tosað
um lønir og eftirlønir hjá løgtings- og
landsstýrismonnum. Tølini ljóðaðu ørandi.
Sjálvsagt skulu tey fáa rímiliga løn. Men
einar tíggju ferðir eitt arbeiðsloysisútgjald, tá
dugir tú tær ikki hógv. Og eitt slag í andlitið
á okkum borgarum, sum gjalda fyri ballið.
Synd at siga, at tey hava prógvað seg at vera
serliga dugnalig at umboða alt samfelagið og
eru tí als ikki verd øru upphæddirnar.
Men aftur til tær djørvu damurnar. Tær
áttu at fingið virðisløn fyri at vísa á veru
leikan. Tað krevur eitt serligt dirvi, sum ikki
kann yvirmetast. Í hesum døgum, nú m.a.
»Í menniskjum góður tokki«-felagsskapurin
býtir hjálp út til treingjandi, vóni eg, at eisini
tey smædnastu og lítillátnastu hava fingið
mót til at søkja sær hjálp.
Soleiðis er veruleikin í Føroyum í dag.
Takk fái hjálparfelagsskapirnir, sum taka um
endan, har samfelagið svíkur. Vónandi fáa
teir minni at gera komandi árini.