hósdagur 5. desember 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 141 · 6. desember 2013
12
VIKUSKIFTI
Frost gløs
Tær nýtist:
■ Gløs
■ Eggjahvíta
■ Lítlan pensil
■ Salt
Soleiðis gert tú:
Vaska glasið og tak pappírið burtur. Pensla glasið innaní víð
eggjahvítanum. Stroy salt í og rist væl, so at saltið verður um
alt glasið. Lat turka í nakrar tímar og set síðan eitt ljós í.
Frost frukt
Tær nýtist:
■ Frukt ella blómubløð
■ Eggjahvíta
■ Pensil
■ Skeið
Soleiðis gert tú:
Píska eggjahvítan eitt sindur (skal tó ikki gerast
hvítur). Smyr eggjahvítan á fruktina ella blómubløðini
og stroy síðan sukur á við einari skeið. Lat turka.
Frost frukt er vøkur at nýta í jóladekoratiónum.
Bundnar jólakúlur
Jólakúlurnar hjá Arne og Carlos komu í bókasølurnar
í fjør og vóru sera vælumtóktar. Her eru nakrar av
kúlunum, sum tíð er at binda nú í desember.
lagt til rættis: Inna Törnroos
3 løtt jólaítriv
Jólamánaðurin er tann mánaðurin, tá ið nógv eru kreativ
og uppfinningarsom at pynta heimið. Her eru tríggir lættir
og bíligir háttir at gera desember enn meira hugnaligan