Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Edmund Joensen kjak síða 12 Vaksa pengar á trøunum? virgar dalsgaard Kjak síða 12 Aka­ demisk inflatión Í blaðnum í dag eftirlýsir ein bú­skap­ ar­frøð­ing­ur størri gjøgnumskygni í komm­unalu roknskapirnar. Blað­ið hev­ur biðið hann meta um fíggj­ar­ ætl­an­ina hjá høvuðsstaðnum, men bú­skap­ar­frøðingurin vísir á fleiri grund­leggj­andi manglar fyri yv­ir­høv­ ur at kunna gera eina veruliga met­ing. Upplýsingarnar eru ikki at­kom­u­lig­ar, sjálvt um Tórshavnar Býráð end­a­liga samtykti fíggjarlógina fyri 2014, ið javnvigar við 650 mill­i­ó­n­u­m krónum, á býráðsfundi 28. nov­ember. Búskaparfrøðingurin staðfestir, at komm­un­urnar generelt eru nógv meira afturlatnar enn løg­ting­ið. Við øðrum orðum er trupl­ari hjá fólki at fylgja við í, hvussu komm­un­u­skatt­urin verður brúktur enn hvussu lands­skatturin verður brúkt­ur. Tað kann undra, tá flestu før­oy­ing­ar gjalda fleiri skatt­a­ krónur í komm­un­u­kassan enn í lands­ kassan. Kommunala eftirlitið vísir á pol­itiska viljan um víttfevnandi, komm­ un­alt sjálvræði. Landið ger ramm­u­ lógir, sum kommunurnar skulu ar­beiða eftir, sigur deildarstjórin á øki­num. Avslappaði hugburðurin hjá komm­ unala eftirlitinum vekir undr­an. Hví er tað ikki ein sjálv­sagd­ur lutur, í øðrum lagi eitt krav, at fult gjøgnumskygni er í komm­unalu roknskapunum, so­leiðis at borgarir hava ein reellan møg­u­ leika at fylgja við í, hvat komm­un­alu skattakrónurnar verða brúkt­ar til. Eisini staðfestir bú­skap­ar­frøð­ ing­ur­in, at kommunurnar ikki eru undir eftirliti av lands­grann­skoð­an­ ini. Gera vit aftur sam­an­ber­ing­ina við landskassan, so fær almenningurin á hvørjum ári eina drúgva frágreiðing um, hvussu landsstýri og løgting hev­ ur húsast við skattakrónunum hjá okkum øllum. Men vit fáa ong­an­tíð eina líknandi, fakliga frá­grei­ð­ing um, hvussu kommunalu skatta­krón­ur­nar eru brúktar. Í blaðnum í dag viðgera vit sam­tyktu fíggjarætlanina hjá høv­uðs­staðnum. Sum forrestin skal end­ur­skoðast eftir nýggjár fyri at finna effektiviseringar og spar­ingar, sambært býráðnum. Ein fyrr­ver­andi borgarstjóri øtast á almenna rakst­ur­in, sum er vaksin við 170 milli­ón­um krónum undir Heðini Mort­en­sen. Jan Christiansen eft­ir­lýs­ir eina virkna andstøðu og størri op­in­ leika. Á øðrum økjum hevur Tórs­havn­ar Kommuna ein sera virknan kunn­ing­ar­ politikk við dagligum tíð­ind­a­skrivum um stórt og smátt í komm­ununi. Men er tað í lagi, at komm­una­lar skattakrónur verða brúkt­ar til at kunna borgararnar um, at borgarstjórin er til arbeiðis, sam­ stundis sum tað knípur við grund­leggj­ andi kunning um, hvat skatt­a­krón­ urnar verða brúktar til? Svar­ið er nei. Kommunali opinleikin Meðan Kaj Leo Holm Jo­hann­ esen hevur slept vallyft­i­num hjá ­Sam­bands­flokk­i­num um at hækka blokk­in úr Dan­ mark upp í 200 mill­i­ónir krón­ur, so stríð­ist fólka­tings­ mað­ur­in hjá Sam­bands­flokk­ i­num sama stríðið enn. Undir valstríðunum – bæði til fólk­a­tings­val­ið í sep­ tem­b­er í 2011 og løg­tings­val­ið í ok­to­b­er í 2011, sótu Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen lið um lið í sjón­varpi og út­varpi og lov­ aðu, at kom Sam­bands­flokk­ ur­in til vald­ið, so var fyrsta og størsta og besta málið hjá flokk­i­num at hækka blokk­in upp í 200 milliónir krón­ur um ár­ið. Tað hevði merkt, at før­ oyska sam­fel­ag­ið í fíggj­ar­ár­i­ num, sum nú kemur, átti 600 mill­i­ónir krónur meira. Teir vórðu kortini báðir lagd­ir undir, at hetta var spæl fyri galla­rí­num. Og tað gekk eis­ini sjón fyri søgn, tá Jørg­ en Niclasen á landsfundi hjá Fólkaflokkinum, beint áðrenn samgongan varð skipað enda­ l­iga í 2011, boðaði frá, at tal­an var um spæl fyri gall­a­rí­num. At hann fór til Dan­mark at biða um peng­ar­nar, men at hann fór at verða vend­ur í hurð­ini. Men so hevði hann gjørt sín part av av­tal­u­ni við Sam­bands­flokk­in – og har­við varð mál­ið end­a­liga avgreitt. Rætt hevur Jørgen Nicl­ a­sen. Stríð­ið um blokkin er enda­liga av­greitt. Veru­lig­ur vilji var ikki aftan fyri orðini hjá løg­manni, sum held­ur vil sita við valdið hjá Jørgen Nicla­sen, enn at stríðast sam­ an við Ed­mundi Joensen fyri at hækka blokk­stuðulin úr Dan­mark. Í álitinum til donsku fíggj­ ar­lóg­ina sigur Edmund Joen­ sen soleiðis: – Sambandspartiet er kri­t­ isk over for tilskuddets ak­t­u­ elle størrelse. Sam­bands­par­ ti­et på Færøerne fastholder og­så den grundlæggende hold­n­ing, at Færøerne ved giv­en lej­lig­hed skal forhandle med reg­er­ing­en om en nor­ mal­i­ser­ing af tilskuddets stør­relse, d. v. s. i opadgående ret­n­ing Sammbandspartiet har ad­skil­lige gange til­kend­e­gi­ vet, at til­skud­det bør nor­mal­ i­ser­es så­le­d­es, som Fær­ø­er­ne landsstyre fremførte un­d­er for­hand­ling­erne med re­ger­ ing for to år siden, sigur altso Ed­mund Joensen. Tað stutta av tí langa er, at stóra val­lyftið hjá landsins leið­andi flokki, sum onkur segði var bluff, er endaliga dropp­að av Føroya løgmanni, for­manni Sam­bands­floks­ ins. Hansara landsstýri hevur av­gjørt, at blokkurin verður sum hann er næstu trý árini. Edmund og løgmaður ósamdir um vallyfti Í næstum koma málráðini frá Orðafragd við Marjun Arge Simonsen, sum hava staðið í mikudags-Sos­i­al­i­ num fyrr í ár, út í bók. Talan er um 35 málráð, sum hava verið prentað í Sos­i­alinum í 35 vikur í ár. Tað er eitt samstarv millum Orð­a­fragd v/ Marjun Arge Sim­onsen, cand.phil, og Sos­ i­alin. Samstarvið kom í lag eftir kjak millum starvsfólk í Miðl­a­húsinum og Marjuna um mál – tá hugskotið spratt, hví hon ikki bara skriv­aði nøkur málráð við jøvn­um millumrúmum. Sosialurin hevur fyrr havt mál­teig. Fyrstu árini var tað Svenning Tausen, sáli, sum skrivaði, og tey komu eis­ini út í bók. Seinni var tað André Niclasen, sáli, sum skrivaði, men mál­t­eig­ ur­in datt niðurfyri fyri skj­ ótt mongum árum síðani. Tað kom tí væl við hjá Sos­i­alinum, at Marjun Arge Sim­onsen í eitt tíðarskeið vildi átaka sær uppgávuna, sum hon greiddi sera væl. Tað bleiv í fyrsta umfari til 35 málráð. Marjun Arge Simonsen hevur cand.­phil.-prógv í norð­ur­lendsk­um, ser­stak­ liga før­oysk­um, máli og bók­ment­um. Hon starvast í eg­n­um virki, Orðafragd, har hon veit­ir málsliga ráð­gev­ing, týð­ir, rættlesur og hevur skeið­virk­semi. Hon hevur stóran á­huga fyri málrøkt, sum er tann partur av málfrøðini, har ið miðað verður ímóti at røkja og halda einum máli uppi. Harumframt er meg­ in­hugs­anin, at málið skal men­n­ast við at byggja á tann grund­vøll, ið málið er sprott­ið úr. Málrøkt miðar eis­ini ímóti at stimbra mál­kensl­ una hjá fólki, so samskiftið verð­ur greitt, og tað slepst und­an misskiljingum. Hesi málráð eru skriv­ að við tí í hyggju at veita ráð til teirra, ið fegin vilja vita, hvat ið er rætti hátt­ ur­in at orða seg. Marjun hev­ur eisini stóran á­huga fyri orðabókafrøði og navnafrøði sum gransk­ing­ ar­evni. Nakrar av greinum henn­ara eru at finna á ordafragd.com Málráðini út í bók Fyrrverandi borgarstjóri eftirlýsir eina virkna andstøðu Edmund og Kaj Leo í andgletti í sjónvarpi. Her lova teir at hækka blokkin upp í 200 millónir. Lyftið, sum løgmaður síðan hevur slept