mánadagur 9. desember 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vaksa pengar á trøunum?
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Í Løgtinginum standa vaks
in fólk í ramasta álvara og
vilja kuta stóran part av al
mennu inntøkunum burtur
- samstundis sum lands
kassaskuldin táttar í seks
milliardir, og undirskotið á
fíggjarlógini økir skuldina
við hundraðtals milliónum
ár undan ári.
Løgtingið framførir ein
glantrileik í hesum døgum.
Hetta er í sambandi við, at
Ríkisveitingini fyri komandi
trý árini skal samtykkjast.
Kropp á kroppi hava vit
sæð tey uppi á røðarapallinum
við gamla boðskapinum um,
at "fremmandu pengarnir"
mugu fáast av landinum.
Ríkisveitingin er framvegis
Dýrið í Opinberingini.
Hvar vilja tey skerja?
Kravið um at skerja Ríkisveit
ingina, hevur onga fígging.
Garparnir tveita um seg
við útreiðslum men vísa ong
antíð á, hvar pengarnir skulu
koma frá.
Ríkisveitingin skal bara
burtur!
Javel - men hvar skulu
tær 634,5 milliónir krónurnar
annars koma frá?
Skulu hægri skattir og av
gjøld leggjast á persónar og
vinnu? Skal sjúkrahúsverkið
skerjast?
Røktarheim?
Skarva av fólkapensjónini?
Avtaka
lestrarstudning?
Strika barnsburðargrunnin?
Stongja Fróðskaparsetrið?
Ella hvat?
Ongin - heldur ikki jour
nalistarnir - fáast at spyrja
hetjurnar eftir fígging ella
sparingum.
Alt er púra gratis
Føroyar skulu loysa!
Javel - men hvussu skulu
aðrar uml. 500 milliónir krón
ur úr Ríkinum útvegast - um
framt sjálva Ríkisveitingina á
yvir 600 milliónir krónur?
Nevndu uml. 500 milli
ónir er tað, sum við Ríkis
felagsskapinum kemur inn í
okkara búskap og fíggjarligu
ringrás við rakstri av ríkis
stovnum, lønum o.ø.
Ófinansierað frá A til Z
Yvirtøkur
skulu
fremjast
bæði áðrenn loysingina og
við henni!
Javel - og føroyingar skulu
gjalda fyri mistu rættindini
og fyrimunirnar.
•
Verandi ríkisborgaraskap
ur og øll tilhoyrandi rætt
indi hvørva.
•
Onki ES-pass.
•
Fría atgongdin til ES-ar
beiðsmarknaðin verður
strikað.
•
Ongir bankapakkar.
•
Ongin innskjótaratrygd.
•
Veikt ella ikki-eksisterandi
fíggjareftirlit.
•
Lægri rating og uppaftur
dýrari rentu og lán.
•
Egið føroyskt gjaldoyra?
Ella innføra íslendsku
krónuna?
•
Gjalda øðrum fyri verju
av okkara landi, sjógvi og
loftrúmi?
•
Egna sjóverju? Sjálvt um
pengar ikki eru til olju til
Brimil og Tjaldrið?
•
Sendistovur skulu stovn
ast víða hvar.
•
Gyltar
diplomatlønir,
ferðir kring allan knøtt
in, diplomatiskar lumma
pengar og skattafrælsi.
•
Egna rættarskipan við
býrættum, landsrætti og
hægstarætti? Og við til
hoyrandi
gegnistrupul
leikum og lógum, ið verða
dagførdar tvær ferðir um
øldina?
•
Allur lesnaður uttanlands
- skúli, lestrarstudningur
og lestrarlán - skal fíggj
ast.
Og so víðari.
Alt skal rykkjast upp við
rót - men onki skal fíggjast.
Ófinansierað frá A til Z.
Soleiðis
er
fullveldis
politikkur. Frí fantasi uttan
fíggjarligt ella búskaparligt
fótafesti.
Álvaratos tit, nú mugu tit
taka tykkum saman.
Vónandi hoppa føroyingar
ikki uppá slíkt.
Hitt búskaparliga
óførið
Samstundis, sum fólkavald
vilja tveita meira enn eina
milliard krónur út gjøgnum
vindeygað - tað svarar til
meira enn ein fimtapart av
øllum inntøkum landskass
ans - so er fíggjarliga støðan
í landinum syndarlig.
Hygg at køldum fakta.
Føroyska
bruttoskuldin
táttar nú í seks milliardir
krónur.
Enn eru Føroyar ikki farn
ar undir at afturgjalda skuld,
og tá tann dagurin kemur, fer
at sansa at.
Siga vit, at skuldin skal
gjaldast aftur yvir t.d. 20
ár, so eru avdráttirnir 300
milliónir krónur um árið.
Rentan er metlág og kann
bert fara uppeftir. Fer hon
upp á t.d. 5% í miðal, so skulu
aðrar uml. 300 milliónir krón
ur aftrat gjaldast í rentum.
Samanlagt skulu sostat
- hvørt ár - finnast 300
milliónir krónur bara fyri at
dekka undirskotið hjá lands
kassanum.
Umframt
tær
uml. 600 miliónir krónurnar
úm árið í 20 ár fyri at gjalda
skuldina aftur.
Altso: 900 milliónir krón
ur PLUSS 1,1 milliard krónur,
ið er tað, sum Ríkisfelags
skapurin samlað tilførir Før
oyum.
Tilsamans á leið 2 milli
ardir krónur - um árið!
Hetta er veruligi kostnað
urin av glantrileikinum, sum
Løgtingið skal leggja navn til
í morgin.
Bløðingin má steðgast
Hvør skal gjalda ætlaða full
veldisgildið?
Ja, rokningin kann bert
sendast føroyingum - burtur
sæð frá teimum, sum pakka
kuffertið og rýma undan
tornhøgum skattum og mini
malari vælferð.
Tíverri peikar alt tann
vegin, at vi hetta lag er tað
bert ein spurningur um tíð, til
landskassin fer á húsagang.
Øll sunn fornuft sigur tí,
at bløðingin má steðgast.
Spurningurin er, hvussu
vánirnar í hesum døgum
eru fyri at steðga skuldar
bindingini og at afturgjalda
almenna skuld?
Við verandi inntøkum áttu
vánirnar at verið góðar:
•
Ríkisveitingin
er
altíð
stabil og økist við prís
talsvirðgerðini
•
Alivinnan er søguliga í
topp og skapar størri virð
ir enn nakrantíð áður.
•
Makrelnøgdirnar og út
flutningsvirðið eru størri
enn
nakrantið
fyrr
í
søguni.
•
Sildakvotan er trífaldað.
•
Skipini í Barentshavinum
hava støðugan rokfiski
skap.
•
Rækjuskipini hava stabili
serað seg aftur og tjena
pengar.
•
Hóast hon fer at koma
aftur um brekku, gevur
forútskattingin av pen
siónum uml. 250 mió. kr.
eyka hvørt ár.
•
Og so framvegis.
Inntøkukeldurnar eru sostatt
søguliga stórar, men kortini
gevur fíggjarlógin hall oman
á hall, og skuldin hjá lands
kassanum bara økist.
Hvat man fara at henda, tá
ið tað einaferð gongur aftur
á hond við inntøkum, og
kreditorarnir banka uppá?
Svarið
kenna
øll,
og
landsstýrið skyldar tí at siga
okkum, nær tað ætlar at fara
undir at gjalda skuld. Um
ikki í 2016, nær so?
Størsta mentala
blokkeringin
Tá øsingin í Løgtinginum
hevur lagt seg, og øll rossatár
eru grátin, munnu tey flestu,
sum hava eygleitt glantri
leikin, koma til eina og somu
niðurstøðu:
Misskilta Nationalisman,
sum stórur partur av Ting
inum er fongd við, er støðugt
størsta mentala blokkering í
føroyskum politikki.
Akademisk inflatión
Virgar T. Dalsgaard
Harra Gestur Hovgaard, sam
felagskønur
krystallkúlu-
gánari hevur nú aftur tikið
alt landið á bóli við sínum
svimlandi djúpu tankum.
Maðurin hevur góðar forút
setningar fyri at úttala seg
um banalitetir. Hann hevur
jú arbeitt á fleiri mystiskum
akademiskum stovnum, har
hann hevur roynt seg sum
sociologiskur
gandakallur
ella
eftir-rationaliserandi
prognosumakari. Hann hev
ur altíð vitað gjølla beskeð
um fram-tíðina, tá ið hon er
blivin fortíð.
Beint nú er hann staddur
á Fróðskaparsetrinum, sum
stórt sæð kann hýsa alskyns
akademiskum talentum. Á
setrinum fæst hann við før
oyska samfelags-”gransking”,
hvat tað so er fyri nakað.
Fyribils hevur hann krógvað
síni granskingarúrslit ógvu
liga væl, og hann hevur helst
ikki ofta tíð til at fara frá
sínum djúpa og strævna
engagementið í at flyta ta
føroysku tankaverðina langt
inn í næstu øld. Tað er jú
strævið at tonkja fyri eitt
heilt fólk.
Men kortini tók hann
sær nú ein dagin stundir til
at fara frá sínum álvarsama
arbeiði, og opinberaði seg í
einum fjølmiðli, har hann
uttan at rysta á hondini við
einum relativt føstum eygna
brá sló fast, at orsøkin til, at
ein stórur partur av veljara
fjøldini ikki vildi taka nakra
politiska støðu, er tann, at tey
ikki halda andstøðuna vera
nakað alternativ. Tað er heilt
fantastiskt, at vit hava so
knáar akademikarar, at teir
kunnu fortelja okkum slíkt.
Tað er eisini tankavekjandi,
at Kringvarpið heldur, at
tað er bráneyðugt at órógva
lurtarar við so komplicerað
um tankagóðsi. Ein so origi
nalur tanki er minst verdur
einar 40 til 50.000 kr. um
mánaðin. Lat okkum fáa
fleiri slíkar procent-ganda
kallar inn á tær almennu
hillarnar at sita, so er landið
bjargað til ævigar tíðir. Minni
og minni manuelt arbeiði og
fleiri bládýpis-djúpar tankar
og analysur frá so ekstremt
gløggum
akademikarum,
at teir bara arbeiða við
høvdinum undir arminum.
Men onkrir aðrir fantastar
siga, at besta heilsubótin
móti fólkaflyting er at landið
investerar í enn og fleiri
stovnar og fleiri hillar, har
vit kunnu leggja akademik
arar á.
Landið er í undantaks
støðu av mangli uppá hand
verkarar, men vit producera
alsamt fleiri teoretikarar,
sum næstan eru allergiskir
yvirfyri øllum praktiskum
handans arbeiði.