Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Heri Mohr Kjak síða 16 Um hjúna­ bandið Sigvald kristiansen Kjak síða 16 Málið og hjúna­ bands­lóg Umsíðir kemur uppskot í tingið um at taka kapp­ing­ar­avlagandi rættin hjá Kring­varpi Føroya at senda lýs­ ing­ar. Tað eru tær báðar, Gunvør Balle úr Tjóð­veldi og Rigmor Dam úr Javn­að­ar­flokk­inum, sum hava lagt fram uppskotið, sum í stuttum gong­ur út uppá, at Kringvarp Før­ oya ikki longur sleppur at selja lýs­ ing­ar og spon­s­or­at. Hinvegin verð­ur kring­varps­gjald­ið frí­tik­ið fyri MVG – sum síðani verður lat­ið Kring­varp­ inum. Tað merkir, at í staðin fyri at fáa 46 milliónir krónur inn í kring­ varps­gjaldi, fær stovnurin eisini tær 11,5 milliónirnar, sum landskassin hevði fingið í mvg. Borg­ar­in rindar tað sama í kring­varps­gjaldi framm­ an­und­an, með­an lands­kass­in miss­ir til­svar­andi mvg-inntøku. Fyri privatu miðlarnar er tað alt­avger­andi, at viðurskiftini verða broytt. Tað hoyrir ongastaðni heima, at ein almennur stovnur, sum verður beinleiðis fíggjaður við brúk­aragjaldi, samstundis sum stovn­urin fær fleiri milliónir úr lands­kass­a­num til sendinet, eisini kann kapp­ast við privatu miðl­ar­ nar, sum liva á hundrað prosent hand­ils­lig­u­m grundarlag uttan eina ein­astu krónu í stuðuli. Allir teir stóru flokkarnir hava um­sit­ið mentamál tað sum farið er av hesi øldini, so vit kunnu siga, at all­ir fýra flokkarnir hava ligið á mál­i­num. Tí er tað eitt gylt høvi hjá Bjørn Kalsø, sum nú varðar av mál­ i­num, at tryggja, at vit framyvir eis­ ini kunnu hava privatar miðlar. Um so er, at løgtingið ikki vil taka rættin hjá Kringvarpinum til at selja lýsingar frá stovninum, so eigur løgtingið samstundis at taka av kringvarpsgjaldið – ella at býta pengarnar, sum koma inn í kring­ varps­gjaldi til allar miðlar. Vit hava brúk fyri einum sterkum og góð­um almennum public service stovni, sum Kringvarpi Føroya. Sum støð­an er nú, so er skráin hjá Kring­ varp­i­num spekkað við lýsingum og spons­or­er­ing­um. Eingin sending fer í lufta, utt­an at lurtarin, sum við lóg er tvung­i­n at gjalda kring­varps­ gjald, fær at vita, hvør hand­ils­ma­ð­ u­r hev­ur sponosorerað sendingina. Sam­stund­is sum hetta und­ir­grevur trú­virði hjá stovninum, so tek­ur tað eis­ini lívið úr privatu miðl­u­num. Tað kann landsstýrismaðurin í ment­a­málum ikki standa modell til. Tað kunnu tingfólk heldur ikki. Hóast uppskotið á ongan hátt gev­ur privatum miðlum almennan stuð­ul, so er tað gott. Tí við hesi broyt­ing fáa privatu miðlarnir frið at ar­beiða – uttan at kappast við sjál­van lands­kassan um lýs­ing­ar­ peng­ar­nar. tá landið køvir tað privata Í samrøðu við Rás2 í gjár lat Edmund Joensen skína í gjøgnum, at um vit fáa eina Vinstra-stjórn í Danmark, so skulu vit nokk síggja, at blokk­stuð­ul­in hækkar. Men hetta er líka stórt blúff, sum tað ið Edmund Jo­ensen saman við Kaj Leo Holm Johannesen leveraði und­ir báðum valstríðunum – til fólkatingsvalið í se­p­ tem­ber í 2011 og løg­tings­ val­ið í oktober 2012 – um at blokk­stuðulin skuldi hækka mill­um 130 og 200 mill­i­ónir krónur. – So leingi Føroyar og Dan­ mark hava dýr fel­ags­mál, er støddin á blokkinum »brand­ aktuell«, segði Edmund Jo­en­ sen, sum heldur fast við, at danski blokkurin til Før­oya eig­ur at verða »nor­m­al­i­ser­ að­ur« aftur, sum kann kall­ar tað. Tað merkir, at blokkurin skal hækkast 150-200 mill­ i­ónir krónur. Hetta er upp­ hædd­in, sum blokkurin er lægri um árið av tí, at hann varð frystur fastur fyrst í hesi øldini. Landsstýrið hevur sam­ ráðst við donsku stjórnina um at hækka blokkin, men tað vildi danska stjórnin ikki hoyra talan um. Men Edmund Joensen vón­ar, at tann næsta danska stjór­n­in ikki verið so stívrend í­móti føroyingum, sum hend­ an stjórnin er. Tí vónar hann, at Vinst­r­i­ flokk­ur­in fær stjórnarvaldið aft­ur í Danmark eftir næsta fólk­a­tingsval. – So skulu tit bara síggja, sig­ur Edmund Joensen. Hóast Edmund stríðist sítt stríð, so er tað eingin annar, sum trýr honum. Heldur ikki hansara egni formaður, sum langt síðani hevur slept hesum vallyfti. Hann hevur enntá givið eini komandi samgongu signal um, at hon heldur ikki skal broytta blokkstuðulin, og tí hevur hann gjørt eina avtalu, sum røkkur inn í næsta valskeið. Eingin annar flokkur í Før­oy­um trýr upp á møg­ u­leikan at hækka blokk­ stuð­ul­in aftur, og Vinstri flokk­urin í Danamrk hev­ ur al­ment boðað frá, at hanner eins kargur, sum Javnaðarflokkurin danski. – Tað er Fólk­a­flokkurin, sum hev­ur staðið fyri »blokk­ mink­ing­ar­poli­tikkinum«, og Fólkaflokkurin og Jørgen Nicl­a­sen eru alt og eitt hjá løg­manni. So góði Edmund, her er eingin vón, hvørki í Før­ oyum ella í Danmark – ella mill­um vinir og fíggindar. – At halda fast við hatta vallyftið er at bluffa og harvið at halda veljaran fyri gjøldur. Edmund bluffar aftur Orð­a­skift­ið um upp­skot­ið at loyva sam­kynd­um hjún­ a­bandi, var rætt­i­liga ser­ merkt, tí bara try ting­fólk fyri sam­gonguna tóku orð­ ið, eitt fyri hvønn flokk. Heldur ikki løgmaður, sum varðar av málinum í lands­stýrinum, tók orðið. Bjørt Samuelsen, sum var við at leggja uppskotið fram, sigur, at orsøkin til tað var, at samgongan samdust um beinleiðis at boykotta við­gerð­ina. Tað hevur hon fingið at vita frá tinglimum í sam­ gong­uni. Og nú vil hon hava at vita frá løgmanni, hvat hann heldur um slíka fram­ ferð. Hon spyr løgmann, um hann kann vátta tað, sam­ gong­u­limir hava sagt um, at bara framsøgufólkini fyri sam­gonguflokkarnir skuldu taka orðið í málinum, og at øll hini skuldi tiga, sama hvat annars varð sagt í við­ gerð­ini. Hon vil eisini hava at vita, um løgmaður heldur, at hetta er rímiligt at gera í máli, sum snýr seg um nak­ að so álvarsamt sum borg­ ar­lig rættindi hjá einum minn­i­lut­a­bólki? Og hon spyr eisini løg­ mann, um hann heldur, at tað er gagnligt fyri fólk­a­ ræði­ð at avmarka kjakið til eitt minsta­mark, tá ið talan er um mál, stór ósemja er um. Bjørt Samuelsen vísir á, at ein aðaltáttur í einum væl virkandi tingi er kjak, har tey fólkavaldu siga sína hugsan og tala fyri ella í­móti uppskotum, ið verða løgd fyri tey at taka støðu til. Men eftir tí, sam­gong­ u­lim­ir siga, avgjørdi sam­ gong­an longu framm­an­ und­an, at bara trý umboð fyri samgonguna skuldu taka orðið í málinum um sam­kynd hjúnaband. – Hesum boðum valdu øll samgonguumboðini at akta, og tí varð longu greitt frammanundan, at við­gerð­ in fór at verða sera av­mark­ að. Boykottaðu orða­ skifti í tinginum Uppskotið gevur privatu miðlunum arbeiðsfrið Eingin skal billa okkum inn, at Edmund fær lokkað Løkke at hækka lækkaða blokkin aftur...