týsdagur 10. desember 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eydna Skaale
Sigrun Wardum forkvinna í
Javna, hoyrir javnan foreldur
at brekaðum og kroniskt
sjúkum børnum kæra sína
neyð um gjaldið á Hotel
Tórshavn, sum verður álagt
summum, men ikki øðrum.
Hon vísir á, at foreldrini
skulu hava eina váttan frá
Almannaverkinum, áðrenn
tey fara avstað, sum tey síðani
skulu geva starvsfólkinum á
Hotel Tórshavn.
– Men hvør hugsar um at
seta seg í samband við Al
mannaverkið, tá nú barnið
skal sendast til Danmarkar
til viðgerð? Og serliga um
tey verða send akutt avstað?
Heilsuverkið og Almanna
verkið áttu at syrgt fyri
játtanini
automatiskt,
so
foreldrini ikki skulu hugsa
um tað. Tey hava nokk at
hugsa um – serliga um tey
verða send akutt niður, sigur
Sigrun Wardum.
Ókonsekvent
Sigrun vísir á forsorgarlógina,
sum sigur, at foreldur ikki
eiga at hava eykaútreiðslur
av sjúkum ella brekaðum
barni. Almannaverkið hevur
víst á, at 150 kr um dagin eru
útreiðslur, sum fólk allíkavæl
hava, hóast tey eru heima,
og sum tey tí eiga at kunna
rinda sjálvi.
– Men útreiðslurnar til
húsini minka ikki, hóast tú
fert niður. Hevur tú fleiri
børn, sum eru eftir heima,
skulu tey jú bæði vera heit
og mett hvønn dag. So út
reiðslurnar minka ikki, hóast
eitt av foreldrunum fer niður
við einum sjúkum barni, vísir
Sigrun á.
Langir dagar á sjúkra
húsinum hava eisini eykaút
reiðslur við sær bæði til mat
og telefonrokningar heim,
og tískil er eingin ivi um, at
kostur og uppihald eiga at
vera goldin – júst sum kæru
nevndin eisini vísir á.
Sigrun sigur, at eisini
hóast læknin sendir teg av
stað, er ikki vist, at játtanin
frá Almannaverkinum fylgir
við. Hana mugu foreldrini
sjálvi tryggja sær. Men tað
eru ikki øll foreldur, ið vita av
tí. Tey flestu munnu halda,
at skipanin loftar teimum, tá
tey fara, og tískil kemur tað
dátt við, tá tey vera kravd
eftir pengum í Danmark.
– Men tað er givið, at
starvsfólkið á Hotel Tórshavn
má hava eina játtan, sum
váttar, at foreldur at sjúkum
børnum ikki skulu gjalda fyri
kost og uppihald. Tey kunnu
ikki av sínum eintingum
bara lova fólki at búgva har
ókeypis.
– Trupulleikin er, at okk
um manglar heilt greiðar
reglur og greiðar manna
gongdir, sum taka ábyrgdina
frá foreldrunum. Hetta skuldi
verið nakað, sum Heilsu
verkið og Almannaverkið
ordnaðu uttanum foreldrini,
og tað skuldi verið gjørt kon
sekvent, soleiðis, at tað sama
verður galdandi fyri øll.
eydna@sosialurin.fo
Eydna Skaale
Tá Eydna Iversen Lindenskov
og maðurin, Sámal, vórðu
send niður til skurðviðgerð
við 2 ára gomlu dóttrini, fingu
tey onga kunning um, at tey
kundu fáa endurgoldið kost
og logi á Hotel Tórshavn.
– Vit fingu ferðaseðlar
frá sjúkrahúsinum og fingu
kunning um, at vit skuldu
búgva á Hotel Tórshavn.
Eg hugdi á heimasíðuna
hjá Hotel Tòrshavn, og har
stendur bara, at fylgjarar
rinda 150 kr um døgnið. Vit
fóru niður 26. oktober og
vóru niðri í 10 dagar, meðan
dótturin varð skurðviðgjørd
og kom seg aftur. Tá vit fóru
heim, rindaðu vit rokningina
á Hotel Tòrshavn. Eg fekk
ongantíð nakað at vita um, at
foreldur at sjúkum børnum
kunnu fáa endurgoldið hesa
útreiðsluna, sigur Eydna.
Av tilvild
Knappar
tríggjar
vikur
seinni fór Eydna niður aftur
við dóttrini – hesuferð til
eftirlit, fyri at tryggja, at
dótturin kom seg, sum hon
skuldi, eftir skurðviðgerðina.
Tað var sama mannagongd –
tey fingu innkalling og fingu
ferðaseðlar frá Landssjúkra
húsinum,
men
framvegis
onga kunning um, at tey áttu
at fáa gjaldið á Hotel Tórs
havn endurgoldið.
– Inni á Ríkissjúkrahús
inum hittu vit eina aðra før
oyska mammu, sum var har
við soninum. Vit fullu í prát
og púra av tilvild greiddi
hon mær frá, at foreldur
ikki eiga at rinda, tá tey eru
í sjúkraørindum við børn
unum. Hetta var fyrstu ferð,
eg hoyrdi nakað um hetta,
vísir Eydna á.
Tíbetur hevði hon goymt
kvittanina frá fyrru vitjanini,
og søkti um at fáa endurgjald
fyri kostnaðin av uppihald
inum, tá tey komu heimaftur.
– Tá eg søkti, gekk tað
skjótt fyri seg. Eina viku
seinni hevði eg fingið játtandi
svar um, at Almannaverkið
skuldi rindað. Pengarnir eru
enn ikki komnir á konto, men
eg havi so fingið játtandi svar,
greiðir Eydna frá.
Samstundis undrast hon
tó á, at tey tvær ferðir vórðu
send til Danmarkar við sjúka
barninum, uttan at nakar
greiddi teimum frá, at uppi
haldið á Hotel Tórshavn var
ein útreiðsla, tey ikki áttu at
rinda sjálvi.
Áttu at fingið boð
– Tað kundi staðið í bræv
inum, vit fingu frá Lands
sjúkrahúsium. Tey vita jú, at
tað var eitt tvey ára gamalt
barn, tey sendu avstað. Tað
kundi eisini staðið á heima
síðuni hjá Hotel Tórshavn,
ella starvsfólkið har kundi
greitt okkum frá tí. Tað
kundu verið nógvir mátar,
har vit kundu verðið kunnað
um, at vit kundu søkja um
at
fáa
meirútreiðslurnar
goldnar, tá vit fóru niður í
sjúkuørindum við dóttrini,
vísir Eydna á.
Hon metir tó, at tað
allarbesta hevði verið, um
hetta kundi verið ordnað
uttanum foreldrini.
– Tá vit vórðu send niður
við dóttrini, høvdu vit ríkiligt
at hugsa um. Bæði viðvíkjandi
skurðviðgerðini, hon skuldi
undir, men eisini alt tað prak
tiska viðvíkjandi ferðini – og
ikki minst viðvíkjandi hinum
børnunum, sum vóru eftir
heima, heldur Eydna.
Hon vísir á, at tá man
verður send niður av Heilsu
verkinum, so er tað ikki
nattúrligt at hugsa, at man
skal boða Almannaverkinum
frá ella søkja tey um nakað -
tað eru jú tvey púra ymisk
ráð. Og fært tú tað ikki at
vita, er tað torført at finna
kunningina um hetta nakra
staðni.
– Eg veit frá øðrum for
eldrum, at tað hevur ikki
verið eins lætt, sum tað var
hjá okkum, at fáa pengarnar
endurgoldnar. Hjá okkum var
størsti trupulleiki vantandi
samskifti og vantandi kunn
ing um okkara rættindi, sum
foreldur at sjúkum barni.
– Har eru avgjørt onkrar
mannagongdir, ið áttu at
verið endurskoðaðar, so hetta
varð gjørt so lætt fyri for
eldrini, sum gjørligt, heldur
Eydna.
– Vit møttu eini aðrari føroyskari mammu á Ríkissjúkrahúsinum, og av tilvild
segði hon okkum, at vit ikki sjálvi áttu at rinda fyri uppihaldið á Hotel Tórshavn.
Hetta var aðru ferð, vit vóru niðri, og hetta var fyrstu ferð, vit hoyrdu nakað um
okkara rætt til endurgjald fyri uppihaldið, sigur Eydna Iversen Lindenskov
– Fólk frá Almannaverkinum siga, at síðani kærunevndin kom við niðurstøðuni um, at foreldur
ikki eiga at gjalda, verða foreldur ikki kravd eftir hesum gjaldinum fyri kost og logi á Hotel
Tórshavn. Men eg má bara lurta eftir, hvat fólk siga. Og tað er mín greiða fatan, at nøkur
fáa endurgjald, meðan onnur ikki fáa, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna
Vantandi kunning um rættindi
Tað var av tilvild, at Eydna
Iversen Lindenskov frætti,
at hon og maðurin ikki áttu
at rinda fyri upphaldið á
Hotel Tórshavn, tá dótturin í
oktober skuldi skurðviðgerðast
á Ríkissjúkrahúsinum.
Mynd: modellmynd
Foreldrini eiga at verða loftað
Les svarið frá stjóranum á
Almannaverkinum á síðu 12