Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Eydna Skaale – Nú eg havi kannað tað, síggi eg, at málsviðgerðin hjá teimum familjunum, sum fara niður við sjúkum børnum, er ymisk. Hjá summum gongur tað automatiskt, meðan onn­ur mugu søkja sjálvi. Og kunn­ingin hevur heldur ikki verið nóg góð. Men hetta eri eg sinnaður at taka upp við Landssjúkrahúsið, so vit kunnu finna eina loysn, sigur Eyðun Mohr Hansen, eftir at Sosialurin hevur gjørt hann varugan við trupulleikan um ójavnar málsviðgerðir. Eyðun Mohr Hansen vísir á, at tað hava verið nógvar bygnaðarbroytingar í Almannaverkinum sein­asta árið. Millum annað er máls­ viðgerðin av sjúka­útreiðslum, tá foreldur mugu fara niður við kroniskt sjúkum ella brekaðum børnum, flutt frá fýra ymsum økisdeplum til ein, einstakan depil, nevndur Menningardepilin, sum nú tekur sær av øllum hesum mál­unum. – Hendan broytingin eig­ ur at vera grundarlag undir eini betri tænastu og tryggja, at øll foreldur, sum mugu niður við børnunum, fáa somu treytir og somu við­ gerð – og longu har átti ein bati at verið í tí ójavnanum, sum hevur verið, vísir Eyðun Mohr Hansen á. Tekur trupulleikan upp Eyðun Mohr Hansen er sinn­ aður at taka trupulleikan upp við Landssjúkrahúsið og finna eina loysn. – Brekað ella kroniskt sjúk børn eru ofta longu í okk­ara skipan. Og tað eru í høvuðs­ heitum hesi børn­ini, sum ofta ferðast niður á sjúkrahús. Sum er, hava vit onga avtalu við Landssjúkrahúsið um at samskipa hesi tingini, og hetta kundi avgjørt verið betri, viðgongur Eyðun Mohr Hansen. Hann vísir á, at nú bygnað­ urin er broyttur, og tað bara er ein, einstakur depil heldur enn fýra, ger tað støð­una lættari, tá tey skulu sam­ skifta við aðrar stovnar, eitt nú Landssjúkrahúsið. – Vit leggja í løtuni sein­ astu hond á eina sam­starvs­ avtalu við Landssjúkrahúsið, og eg fari at skjóta upp, at hetta verður tikið við í sam­ tarvsavtaluna eisini, soleiðis, at foreldrini ikki sjálvi skulu hava ábygdina av at søkja um hesar meirútreiðslurnar. Hetta eigur at kunna ganga av sær sjálvum uttan um for­eldrini. Hann vísir á, at nakrir praktiskir spurningar kunnu stinga seg upp í sambandi við eitt slíkt samstarv, men teir eigur at kunna loysast á onkran hátt. – Í fyrstu syftu kundu upp­lýsingar um rættindini hjá foreldrunum tó komið við í kunningina frá Lands­ sjúkrahúsinum, tá fólk verða send av landinum í sjúkra­ ørindum. Tey skulu vita, at foreldur at brekaðum ella kronisk sjúkum børnum eiga rætt til at fáa endurgjald fyri upphaldið á Hotel Tórshavn, vísir hann á. – Sum eina meginreglu vilja vit helst hava, at fólk søkja í hvørjum einstøkum føri, so vit kunnu meta um hvørja sak sær. Men hetta eru serligar umstøður, og vit eiga at miðja ímóti, at hetta verður automatiserað. Við hesum børnunum, sum longu eru í skipanini, eigur ikki at vera neyðugt við nýggjum umsóknum hvørja ferð, heldur Eyðun Mohr Hansen. Óvissur tíðarkarmur Stjórin á Almannaverkinum dugir ikki at siga, hvussu skjótt ein slík, automatisk skipan kann verða sett í verk. – Vit miðja ímóti at hava samstarvsavtaluna við Lands­sjúkrahúsið lidna í hesum árinum. Eg loyvi mær at ivast í, at vit náa at fáa hesar broytingarnar við so skjótt, men hetta verður avgjørt tikið upp, og eg skal arbeiða fyri, at hetta ikki longur skal vera ein trupul­ leiki fyri tey foreldrini, sum noyðast niður við sjúkum børn­um, slær Eyðun Mohr Hansen fast. Inntil hetta kemur í rætt­ lag, heldur hann, at kunn­ ingin um rættindini hjá for­ eldr­unum skal gerast betri, og hann letur ongan iva vera um, at Almannaverkið boyggir seg fyri avgerðini hjá Kæru­nevndini, sum sigur, at foreldur, sum noyðast niður við sjúkum ella brekaðum barnið eiga at fáa endurgoldið meir­útreiðslurnar. eydna@sosialurin.fo Avgerðin hjá Kæru­ nevndini í Almanna- og heilsumálum Kærunevndin í almanna- og heilsumálum viðmerkir, at ivamál ikki er í hesum málinum um, at útreiðslur til uppihalds á Hotel Tórs­ havn er ein neyðug meir­ útreiðslu, ið stendst av brekinum ella sjúkuni hjá barninum hjá kærara. Tá ivamál ikki er um, at treytirnar eru loknar sambært § 17, stk. 1, hevur kærari rætt til stuðul fyri upphæddirnar, ið ikki eru fevndar av fíggingini frá serforsorgini. Kæru­ nevndin í almanna- og heilsu­málum viðmerkir, at tað er óviðkomandi, um kærari hevur spart ella ikki fyri kost, SEV og olju­nýtslu ella annað, tí stuðul eftir § 17, stk. 1 er ein kompensatión- veit­ing og merkir hetta, at inntøka og ogn hjá kærara hava ongan týdn­ ing fyri stuðulin. Grund­ að á at kærari hevur eina meirútreiðslu, ið stendst av brekinum hjá barn­ inum og sum ikki er fevnd av serforsorgini broytir Kærunevndin í almanna- og heilsumálum avgerðina hjá Almannastovuni og játtar stuðul fyri upp­ hæddir­nar, ið eru niðanfyri ásetta lægstu fígging eftir serforsorgini. Kærunevndin í al­ manna- og heilsumálum broytti avgerðina hjá Almanna­stovuni soleiðis at stuðul verð­ur játtaður til meir­ útreiðslurnar í samband við uppihaldini á Hotel Tórshavn, ið standast av brekinum ella sjúkuni hjá barninum hjá kærara og sum ikki eru fíggjað av Landsjúkrahúsinum. eydna@sosialurin.fo Hetta skal broytast – Eg viðurkenni, at núverandi leistur við endurgjaldinum, tá foreldur verða send niður við sjúkum børnum, ikki er nøktandi, og eg eri sinnaður at taka hetta málið upp við Landssjúkrahúsið, so vit á onkan hátt fáa loyst peningaliga spurningin uttan um foreldrini, sigur Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri á Almannaverkinum Hóast Kærunevndin hev­ ur staðfest, at foreldur, sum noyðast niður á sjúkra­hús við sjúkum ella brekaðum barni, eiga at fáa endurrindað útreiðslur fyri kost og uppihald á Hotel Tórshavn, vísir tað seg, at tað framvegis eru trupul­ leikar at fáa út­reiðslunar endurgoldnar. Sosialurin hevur tosað við nógv foreldur um trupulleikan, og tað vísir seg, at meðan summi fáa alt goldið, mugu onnur sjálvi leggja út – og uppaftur onnur fáa noktandi svar. Kostnaðurin er 150 kr um døgnið pr fylgjara, tó í mesta lagið 1500 kr um mánaðin. Fyri summi, serliga tey, sum eiga illa sjúk ella brekað børn, og sum tí ikki fáa arbeitt, er hetta ein eyka útreiðslupostur, sum kann fáa fíggjarætlanina at koppa. Hetta er har­um­ framt eisini ein útreiðsla, ið tey ikki eiga at bera sjálvi. eydna@sosialurin.fo Foreldur eiga ikki at rinda Eyðun Mohr Hansen, stjóri á Almannaverkinum, viðurkennir, at viðgerðin av málum, tá foreldur skulu niður við sjúkum børnum, ikki hevur verið nóg góð - og hetta ætlar hann sær nú at broyta í samráð við Landssjúkrahúsið