týsdagur 10. desember 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Olivur við Neyst seksti
Í morgin, hósdagin 12. de
sember, fyllir Olivur við
Neyst, listamaður, í Havn 60
ár.
Olivur er klaksvíkingur,
sonur Sybillu, f. Thomsen, úr
Klaksvík og Hans við Neyst,
ættaður úr Hvalba.
Umframt at Olivur lærdi
til radiomekanikara hjá Mar
stein í Klaksvík, er hann eisini
útbúgvin á málaraskúlanum
á listaakademinum í Keyp
mannahavn
hjá
Richard
Winther og Vilhelm Freddie
1975-79, síðan á listanáms
ligari linju hjá Helge Bertram
1979-1981.
Olivur hevur eisini teknað
til fleiri tíðarrit og bøkur, og
gjørt veggjaprýði á ymiskum
stovnum. Hann hevur fingið
námsstyrk t. d. frá Statens
Kunstfonds
arbejdslegat
1981.
Hann ger nógv av at mála
býarumhvørvi, har hús og
tún og gøtur ganga inn í
ein kubistiskan, stundum
kaleidoskopiskan
bygnað.
Hann málar eisini umhvørvi
úr havnini við bátum, skipum
og fólki, og umhvørvi frá
arbeiðslívinum. Í eini røð av
bókamyndum, serliga vatn
litamyndum, lýsir hann fólk,
fugl og dýr, skip og bátar í
føroyskum umhvørvum og
landsløgum.
Í eini grein í Politiken
skrivaði Peter M. Hornung
einaferð um Olivur: »En fær
øsk maler glemmer ikke nemt
naturen for de påvirkninger
han møder under fremmede
himmelstrøg. Og Olivur við
Neyst forener evnen til at
skabe koloristisk liv med san
sen for at fastholde essensen
af miljøer, lys og bevægelse.
Hvis man forbinder den
færøske
naturskildring
med begsorte klipper under
truende himle, vil Olivur
við Neysts farvelyriske be
syngelser af landskabet og
bostederne komme som en
åbenbaring. Og som eks
klusiv akvarelmaler alene
møder man ham gerne på
hans næste udstilling«.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum sum
gjørdu 90 ára dagin so sera
hugnaligan og ógloymandi.
Takk til øll sum hjálptu so væl til.
Somuleiðis tøkk til tykkum øll sum
á ymiskan hátt mintust til mín.
Øllum verða ynskt eini gleðilig jól
og Harrans signing í komandi ári.
Kærar heilsanir
Jonna Jacobsen
Tøkk
Hjartaliga takk øll tit, sum sendu
okkum heilsanir á diamantbrúd
leypsdegi okkara 5. november.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og
eitt av Harranum vælsignað nýttár
Kærar heilsanir
Marita og Elibert Joensen
Oyndarfjørður
Skjótt er Harranum um. Hetta
mátti enn eina ferð sannast,
tá ið deyðsboðini komu av
Heðini, einans 74 ára gamal.
Hann hevði júst givið út
frálíku bókina um Oyrnafjall,
sum er ein serstakur partur
av okkara skipasøgu. Hann
hevði verið á gátt við einum
signeraðum
eintaki
sum
eina viðurkenning av tí,
sum vit høvdu havt saman.
Eg fekk eisini tá høvi til at
geva honum mína seinastu
útgávu.
Vit hittust javnan, seinast
var stutt undan hann doyði.
Altíð fingu vit eitt gott og
gevandi prát.
Tann, sum fæst við skriv
ing, veit, hvussu stóran týdn
ing tað hevur, at tað eru fólk
sum stuðla og eggja. Júst
ein slíkur maður var Heðin.
Hann var altíð við tí góða
orðinum. Hann gav síni íkøst,
sum eisini er avgerandi, um
ein frásøgn skal gerast til lít
ar.
Okkara fyrsta rættiliga
samband var grundað á
syrgiligu søguna um slupp
ina Riddarin. Aftaná ein
væleydnaðan túr í 1927, og
farast skuldi heim, fóru átta
menn við skipsbátinum í
land á Fagranesi á Langanesi
at avrokna við bóndan har
fyri seyð, teir høvdu keypt á
túrinum. Tá kemur eitt brot,
báturin holvdist, og sjey
av monnunum druknaðu.
Ein teirra var abbi Heðin,
Mortan á Stóranum í Sumba.
Hann var bara 40 ár og doyði
frá fimm børnum.
Í 2002, tá ið 75 ár vóru
liðin síðan hesa hending, var
ætlanin hjá ættini at halda
eitt minningarhald á Seyðis
firði, har fimm av teimum
druknaðu monnunum eru
grivnir. Tá kom samband
okkara millum. Eg hevði eis
ini áhuga fyri slíkari søgu og
kundi kanska geva okkurt
íkast til hesa ætlan.
Hetta lá ikki fyri í 2002,
men í 2003 gjørdist ætlan
in veruleiki. Farið varð við
Norrønu yvir á Seyðisfjørð
in. Tann 31. juli varð minn
ingarhald í kirkjuni á Seyðis
firði, har fitt av fólki var við.
Heðin hevði eisini orðið. So
var farið á kirkjugarðin at
leggja krans á grøvina.
Dagin eftir var farið út á
Fagranes á staðið, har van
lukkan hendi. Har varð krans
ur koyrdur á sjógv júst har,
henda syrgiliga hending fór
fram. So væl dugdi Heðin, at
hann hevði fingið samband
við ætt hjá bóndanum á
Fagranesi, sum eisini var við
til minningarhaldið.
Heðini fyri at takka er
hesin partur av okkara lagnu
søgu varðveittur. Frásøgn
var í FF-blaðnum, og henda
frásøgn er seinni komin í
bókina Havið tók Teir. Eisini
í tí sambandinum eins og við
lýsingini av øðrum pørtum í
hesi bók, var Heðin ein góður
stuðul og ráðgevi.
Heðin var nevniliga ein
sannur
granskari.
Hann
hevði savnað ein hóp av til
fari um alt millum himmal
og jørð. Men tað var ikki bara
tað. Hann hevði eisini eina
skráseting, so hann lættliga
kundi finna fram ávíst tilfar.
Hesum fekk eg eisini nyttu
burtur úr. Tað er einki at
ivast í, at her er eitt gullnám
fyri framtíðar søguskriving.
Heðin var ein fjølbroyttur
maður sum eisini hevði onn
ur áhugamál sum til dømis
fótbólt, men hesum kunnu
onnur greiða frá.
At Heðin var væl umtóktur
sást eisini sunnudagin, tá ið
hann fór til gravar. Her var
eitt sjáldsama stórt fylgi, sum
vildu vísa honum seinasta
heiðurin.
Vit eru mong, sum koma
at minnast Heðin við takk
semi.
ó.
Til minnis um Heðin Samuelsen
Janus Kamban, sáli, og Olivur við Neyst