Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 101 - 29. mai 2004 Nr. 101 - 29. mai 2004 27 Íslendskt dóttir- felag í Kina Ísland/Kina: Íslendska framleiðslu- og sølufe- lagið, Icelandic Group, hevur stovnað eitt dóttir- felag í kinverska býnum, Qingdao. Málið hjá felagnum er at innflyta rávørur og út- flyta lidnar vørur, sam- stundis sum dóttirfelagið eisini fer at leita eftir s a m s t a r v s h u g a ð u m framleiðarum í Kina. Íslendska felagið fer eisini at byggja víðari á tað samstarv, sum longu er millum íslendingar og kinverskar framleiðarar. Í seinastuni hevur ljóð- að, at eitt nú norðmenn senda fisk til Kina at framleiða. Fiskurin verð- ur síðan seldur aftur á evropeiska marknaðinum við góðum vinningi, tí arbeiðsorkan í Kina er so bílig. Í samrøðu við Sosialin fyrr í ár, segði Sonny Jo- hannesen, skipari á Enni- bergi, at norsk reiðaríir, sum fiska eystanfyri, eisini senda heilan fisk til virkingar í Kina og selja hann aftur í kapping við eitt nú tann fiskin, sum føroysku flakatrolar- arnir veiða og framleiða. Hugsandi er, at ís- lendska felagið, Icelan- dic Group, eisini hevur fingið eyguni upp fyri hesum møguleika í Kina. -vj. Veðurlagsbroyt- ing er orsøkin Norðsjógvurin: Nakrir bretskir granskarar halda, at veðurlagsbroyt- ing er ein týðandi orsøk til, at eingin fiskur er at fáa í Norðsjónum. Tað er blaðið, Nature, sum ber hesi tíðindi. Granskarar halda, at veðurlagsbroytingar í Norðsjónum og í havøkj- unum rundan er ein minst líka so týðandi orsøk til fiskaloysi, sum sjálv veiðan hevur verið. -vj. Ísland: Íslendska fiski- vinnufelagið, Samherji, hevði í fjør eitt yvirskot fyri skatt uppá 104 mil- jónir krónur. Sammet við úrslitið árið fyri, er hetta ein minking í yvirskotin- um uppá stívliga stívliga 90 miljónir krónur. Saml- aði umsetningurin, sum var 1,06 miljardir krónur í 2003, minkaði við til- samans 60 miljónum krónum í mun til árið fyri. Orsøkin til versnandi úrslitið, er sambært fe- lagnum, at veiðan hjá skipunum hevur verið minni, og somuleiðis hevur styrkta krónuvirðið eisini havt sína ávirkan á gongdina. Sambært yvirliti, sum Íslandsbankin hevur gjørt, er Samherji kortini virðismesta fiskivinnu- felagið í Íslandi. Sam- herji hevur nevniliga eitt marknaðarvirði, sum svarar til stívliga 1,6 mil- jardir krónur í okkara peningi. Á øðrum plássi er felagið, Grandi, sum er virðismett til eina slaka miljard krónur. -vj. Samherji verri úrslit í 2003 Samherji eigur ein triðing av felagnum, Framherji, sum eigur verksmiðjutrolaran, Akraberg og nótaskipið, Høgaberg Mynd: Vilmund Jacobsen - Hýrusáttmálarnir hjá línubátunum eru so dýrir, at hesir saman við høgum agnútreiðslum gera, at línubátarnir forrenta onga skuld, sigur Anfinn Olsen, reiðari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú upsaprísurin er lágur, og útlitini hjá partrolar- unum ikki eru serliga bjørt, hevur ofta verið havt á lofti, at línuskipini teljast millum tey, sum standa seg best. Og ivaleyst er tað rætt. Men hetta er ikki øll søg- an, sigur Anfinn Olsen, reiðari. Hann sigur, at hóast tíðin hevur verið við línuskipun- um seinastu árini, so vita teir, sum fáast við línu, at hesi skipini renta lutfalsliga lítla skuld. Anfinn vísir á, at hýru- sáttmálin er rættiliga kostn- aðarmikil fyri hesi skipini, og haraftrat kemur, at agnið er rættiliga dýrt. Melur bara Hann sigur, at raksturin hjá línuskipinum, Stapanum, sum kom higar til lands fyri gamla Stapan í 2002, so dánt hekk saman í fjør, hóast fiskiskapurin hevur verið hampiliga góður. – Tá ið hetta er tann part- urin av ísfiskavinnuni, sum kanska hongur eina frægast saman, er ikki nógv at geva av. Anfinn Olsen heldur tí ikki, at línuskipini forrenta nakra serliga skuld, soleiðis sum umstøðurnar hjá hes- um skipum eru. Línubátarnir forrenta lítla skuld Hóast gongdin hjá línuskipunum ofta verið tikin fram, sum tann mest positiva innan føroyska ísfiskavinnu í løtuni, so stóð tað ikki meira enn upp og niður hjá Stapanum seinasta ár, sigur reiðarin, Anfinn Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen Anfinn Olsen, reiðari, veit at siga, at bæði pelagiski trolarin, Høgaberg og verk- smiðjutrolarin, Akra- berg, stóðu seg sein- asta ár FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Høgaberg fiskar í løtuni svartkjaft í føroyskum sjógvi. Teir byrjaðu fyrst í hesum árinum í ES-sjógvi, síðan royndu teir í altjóða sjógvi, og úr føroyskum sjógvi fara teir væntandi í íslendskan sjógv at royna eftir svartkjafti ella sild. Longu nú hava føroysk skip gjørt túrar eftir svart- kjafti í íslendskum sjógvi, og Saksaberg hevur eisini verið fyrsta túrin á sild. – Hvat Høgaberg fer at gera, tá ið farið verður úr føroyskum sjógvi, veldst um, hvat hildið verður roynist best, sigur Anfinn Olsen, reiðari. Góð 60 oyru Reiðarin veit at siga, at prísurin fyri ídnaðarfisk á Havsbrún hevur seinastu tíðina ligið rundan um 60 oyru fyri kilo, og tað er tað, sum roknast kann við hesa tíðina av árini, nú svart- kjafturin hevur gýtt og er rak. – Vanliga fellir prísurin nakað, tá ið fiskurin gerst rak, tí proteininnihaldið minkar, og minni fæst burtur úr fiskinum. Anfinn sigur, at prísurin á ídnaðarfiski í Føroyum vanliga liggur millum prís- irnar í Íslandi og prísirnar í Noregi. Í Íslandi eru fleiri virkir, sum keypa ídnaðarfisk, men í Føroyum er so bert tað eina. – Kortini fáa vit altíð betri prís í Føroyum, enn skipini fáa í Íslandi. Spurdur, hví prísurin í Føroyum er lægri enn í Noregi, sigur Anfinn, at tað dugir hann ikki rættiliga at siga. Fiskar kongafisk Verksmiðjuskipið hjá An- finni og øðrum, Akraberg, er í løtuni í Irmingarhav-in- um á kongafiskaveiði. Reiðarin sigur, at fiski- skapurin hevur verið hampiligur, men hann væntar ikki, at túrarnir har yviri verða so nógvir, tí eini fýra føroysk skip eru á leið- ini, og kvotan fer at ganga undan, áðrenn langt um líður. – Hetta er annars besta tíðin í Irmingarhavinum, og Akraberg liggur um eini 16-19 tons av lidnari vøru um samdøgnið. Anfinn Olsen sigur, at einaferð til heystar fer Akraberg eystureftir at royna. Bæði Høgaberg og Akra- berg hingu saman fíggjar- liga seinasta ár, og reiðarin væntar, at hetta árið eisini verður á eini leið. Akraberg og Høgaberg hanga saman C M Y K 27 26