Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jógvan við keldu Tíðargrein síða 15 Komm­ un­urnar sjálvsab­o­ t­er­andi Magnus tausen Eygamálið síða 14 So líka og tó... Í blaðnum í dag fortelja vit søguna um Ólav Eliassen, sum hevur ser­ ligan tørv. Almenna tilboðið til unga mannin var so mikið vánaligt fyri hann, at bikarið fleyt yvir hjá Malenu Arnholdsdóttir, ið lat móð­ ir­kensl­una ráða og tók vaksna son­ in heim til sín at búgva. Í dag, fýra og eitt hálvt ár seinni, er hon um at hokna undir fíggj­ arligu avleiðingunum av hesi av­ gerð. Fýra ár uttan eina krónu í inn­ tøku seta síni spor hjá 61 ára gomlu kvinnuni. Almennu Føroyar hava eina skip­an, har eitt stovnstilboð er ein­asta loysnin fyri Ólav og fólk í somu støðu. Hóast stovnsplássið kost­ar umleið eina millión um árið. Og hóast stovnsplássið mangan ikki er nøktandi fyri tørvin hjá tí ein­staka. Okkara grannalond hava í áravís ar­beitt við einum alternativi, sum á fakmáli nevnist Brúkarastýrd Per­ sónlig Atstøða. Tað merkir í stutt­ um, at brúkarin sjálvur er við til at velja sítt tilboð. Tað merkir, at Mal­ ena kundi verið sett í starv av tí al­menna fyri at taka sær av sínum vaksna soni. Hon kundi tí fingið løn fyri tað arbeiði, sum hon í dag ger ó­keyp­is fyri tað almenna. Men í Føroyum er ikki lóg­ar­ heim­ild til at veita fíggjarliga hjálp til tey, ið átaka sær uppgávuna at taka sær av einum fólki, ið er mill­ um 18 og 67 ár. Javni eftirlýsir eina broyt­ing, landsstýriskvinnan sigur seg arbeiða við málinum, men einki hend­ir. Løgtingið hevur samtykt ST- sátt­málan um rættindi hjá teimum, ið bera brek. Við samtyktini sigur løg­tingið seg taka undir við, at all­ir borgarar skulu sleppa at velja sær sín bústað og velja, hvar og sam­an við hvørjum, tey vilja liva. Løg­ting­ ið hevur bundið seg til at hjálpa familjum í somu støðu sum fam­ilj­ an, ið fortelir sína søgu í blaðnum í­dag. ST-sáttmálin kom í gildi fyri Før­ oy­ar í 2009. Men nú 2013 fer at halla er støðan óbroytt. Væl­fer­ð­ar­sam­fel­ ag­ið Føroyar dúvar framvegis upp á móð­ir­kensl­una hjá Malenu, sum loft­a­r tí uppgávu, sum tað almenna ikki megnar at lyfta. Vónandi er tað ikki so, at al­ mennu Føroyar gera sær dælt av støð­uni. Tí fyri Malenu er einki alt­ er­n­a­tiv. Almennu Føroyar eiga at lofta fólki við serligum tørvi, tá tey ger­ast 18 ár. Men almennu Føroyar hava einki nøktandi tilboð til Ólav og onn­ur í somu støðu. Tí dúva vit fram­v­eg­is uppá ókeypis vælferð frá Mal­enu. Hvussu leingi kann eitt væl­ferð­ar­sam­fel­ag gera tað? Ókeypis vælferð frá Malenu Seinastu mongu árini hevur Havn­ar­kórið skiftandi í­mill­ um havt annaðhvørt Jóla­ or­a­torium J. S. Bachs ella Händ­els ”Messias” á skránni fram móti jólum. Sangsolistar hava tá al­ oftast verið heintaðir úr tí ríka tón­leikaumhvørvinum í Reykja­vík, og í ár tók kórið tí stig til eisini eina framførslu í ís­lendska høvuðsstaðnum við einum víðkaðum Havn­ar­kóri, øllum fýra sol­ist­u­num íslendingar, og or­kest­r­ið eisini mannað har á stað­ num. Við stórum fagnaði fór tann framførslan fram í Langholtskirkju í Reykj­avík næstseinasta sunn­u­dag. Nú um vikuskiftið vitja ís­lendsku solistarnir so hend­an­vegin til eina fram­ førslu í Fuglafirði og eina í Havn saman við víð­ka­ða Havnarkórinum og før­ oyskt mannaðum or­kestri. Framførslurnar verða í Fuglfarða Kirkju leyg­ ardagin kl. 17.00 og í Vesturkirkjuni sunn­u­dagin kl. 16.00. »Messias« boðar aftur frá jólum 6. desember í fjør boðaði felagið Føroysk Fjølmiðlafólk frá, at tey »aftur í ár fara at heiðra bestu journalistisku avrikini í 2012 – hesa ferð eisini við eini heilt serstakari heiðursløn«, sum var Winthers heiðurslønin. Enn er eingin teldupostur komin um, at tiltakið verður endurtikið í ár, nú vit skriva 13. desember. Ikki tí, tað ger nú ikki so nógv, tí miðlafólk kunnu gera so ómetaliga nógv annað skilagot, heldur enn at rósa sær sjálvum. Og tað sum helst telur meira er, at Dimmalætting ikki er til longur – og harvið man áhugin fyri at kjósa vinnarar eisini minka tilsvarandi. Okkara hugskot til Føroysk Fjølmiðlafólk er einfalt: Droppið hatta sjálvrósið. Fáið heldur føroysk miðlafólk at vísa respekt fyri sínum egnu starvsfeløgum heldur enn hatta sjálvrósið. Lærið limir tykkara at virða, at tað arbeiði sum kappingarneytin ger, eisini kann vera gott. Og tá tað er so gott, at tildømis útvarpið velur at gera somu søguni, so fer tað einki av einstaka miðlafólkinum, at tann rætti miðilin verður krediteraður. So nú eingin Dimma er at fáa allan heiðurin, latið so okkum sum eftir eru heldur brúka orkuna upp á at gera okkara arbeiðið betur, heldur enn sjálvrós. Droppið bara miðla­heiðurslønir Tað verður ikki fyribils, at tey, sum akkurát eru liðug at lesa, sleppa upp í ALS. Samgongan ger nú greitt, at hon tekur ikki undir við uppskotinum frá Javn­ að­ar­flokk­inum um at tey, sum eru liðug at lesa, skulu kunna fáa útgjald úr ALS í eitt tíðarskeið ímeðan tey leita eftir arbeiði. Men samgongan ger nú greitt, at hon tekur ikki und­ir við málinum. Vinnunevndin hevur við­ gjørt málið og har á­sanna Alfred Olsen, Bjarni Djur­ holm, Hanus Samró og Jan­ us Rein, sum eru øll um­boð­ ini fyri samgonguna, at tær fíggj­arligu umstøðurnar hjá teim­um, sum akkurát eru lið­ug at lesa, eru ikki nøkt­andi. Og í summum førum kann tað vera ein orsøk til, at les­andi í Føroyum fara utt­an­lands, tá tey eru liðug við lesn­aðin, tí har hava tey betri, fíggjarligar sømdir. Tað kann eisini vera ein or­søk til, at lesandi utta­n­ lands aftra seg við at koma heim aftur eftir loknan lest­ ur, tí so missa tey teir fíggj­ ar­ligu f­yrimunirnar. Men samgongan vísir á, at lands­stýrið arbeiðir við máli­num. Eitt nú arbeiðir lands­ stýrið saman við danska arbeiðsmálaráðið við at fáa í lag eina skipan, har lesandi varð­veita somu rættindi, tey hava í Danmark. Tað merk­ir, at tey kunnu koma til Før­ oy­ar at søkja sær arbeiði, með­an tey fáa dagpengar úr Dan­mark í eina tíð. Eisini arbeiðir lands­stýr­ is­mað­ur­in í vinnumálum sam­an við tí nývalda stýr­ i­num í ALS við at finna eina nøktandi loysn fyri tey lesandi í Føroyum eftir lokn­an lestur. Samgongan heldur, at tá ið landsstýrismaðurin í vinn­u­mál­um arbeiðir við mál­i­num, eigur hann at fáa frið til at gera arbeiðið lið­ ugt og tí vilja tey ikki taka und­ir við uppskotinum frá Javn­að­ar­flokkinum. Sleppa ikki upp í ALS eftir lestur enn Vælferðarsamfelagið dúvar upp á móðurkensluna