Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Hóast stramma tíðarætlan, so dróg út við at halda tíð­ inda­fund í Tinganesi fyrra­ partin hósdagin. Gjøg­n­um vind­eyguni og mill­um per­ sienn­ur­nar sóu fjø­l­mið­la­fólk ein lands­stýris­mann og ein kommiss­er í góðum dialogi, ið tá av­tor­naði seinkaði frá­ boð­a­ða tíð­inda­fund­in í útvið hálvan tíma. Men tá Maria Damanaki lok­sins tók orðið, hevði hon eisini ein boðskap. - Vit hava brúk fyri eini sem­ju í makrelstríðnum. Vit hava ikki ráð til enn eitt ár uttan semju og við ovurfiskiskapi. Tí havi eg eitt upp-skot um eina loysn við mær til Føroya, segði Maria Dama­naki. ES-kommisserurin í fiski­vinnu­málum vil tó ikki útgreina, hvat liggur í henn­ ara uppskoti um loysn. Til­ boð­ið til Vestergaard skal vera loyniligt, soleiðis at før- oysku myndugleikarnir kun­ nu viðgera tað og geva eitt skjótt svar. - Mítt tilboð er eitt gott grundar­lag undir einari góðari avtalu fyri allar partar, sigur Maria Damanaki. Og Jacob Vestergaard tek­ ur undir: - Nei, eg fortelji tær ikki, hvat liggur í tilboðnum frá Damanaki. Men tað er áhugavert, sigur Jacob Vester­gaard. Sambært fiski­vinnu­ kommis­seri­num hjá ES kann eina semja í makrel­stríð­ num slóða fyri øðrum sam­ starvs­avtalum millum ES og Føroyar. Men fyrst skal makrelbýtið fáast upp á pláss, og rætta løtan til at gera tað er nú, sambært kommis­seri­num: - Stovnurin er væl fyri, mest loyvda veiðan er økt nógv, og tí er rætta løtan at finna semju. Vit hava ikki ráð til at makrelstovnurin verð­ ur niðurfiskaður, sigur Maria Damanaki. Fiskivinnu­kommis­ser­ urin sigur seg vilja leggja nógv fyri í eini roynd at finna semju um makrelbýtið, áðr­enn hennara skeið sum kommis­serur er av. - Tú kanst bara ímynda tær, hvat hendir, um verandi støða heldur fram. Øll fara tá at fiska tað, ið tey kunnu, og vit eru tá úti í skaðiligum ovur­fiskiskapi, sum eingin kann vera nøgdur við, sigur Maria Damanaki. Í gomlu avtaluni áttu Før­ oy­ar umleið fimm prosent av makrel­stovninum. Politiskt er breið semja um at krevja væl meira, og tað hevur síðstu fýra árini havt við sær, at Føroyar hava ásett sær sína egnu makrelkvotu. Í ár er sama støða galdandi fyri sildafiskiskapin, og tað førdi í summar við sær, at ES setti í gildi boykot móti øll­um innflutningi av bæði makrel og sild úr Føroyum, eins og hesar vørur heldur ikki kunnu umskipast í nakr­ ari havn hjá Evropeiska Sam­ veldi­num. Telvingin - Mítt mál er, at vit finna eina semju um býtið, ið skal vera galdandi fyri 2014, sigur Maria Damanaki, sum tí hev­ ur skund. Tí svarið hjá Vestergaard, ið hann hevur lovað henni áðr­enn næstu viku, er bara part­ur av samlaða pusli­ spæli­num um makrelbýtið. Eftir gomlu avtaluni eigur ES 60 prosent av makrel­stovni­ num, meðan Norra eig­ur 35 prosent og Føroyar fimm prosent. So umframt at ES missir burtur av sínum rætt­ indum, so skal Norra eisini lata burturav. Og har­um­ framt kemur Ísland sum ein lut­falsliga nýggjur aktørur í telvingini um makrelin, ið eisini krevur sín rætt. Men kommisserurin er sum nevnt jalig, og tað sama er Jacob Vestergaard, sum undir samráðingunum við Damanaki hevur lagt før­ oysku ynskini á borðið. Enn vil landsstýrismaðurin tó ikki í smálutir við, hvat skilir part­ar­nar: - Ja, tað er so tann góði spur­n­ing­urin, um hennara til­boð er nóg nær tí, sum vit halda okkum hava rætt til. Tað er so tann metingin, ið eg skal gera næstu dagarnar, sig­ur Jacob Vestergaard, sum hevur lovað Mariu Dama­naki eitt svar áðrenn mána­dag­in. Nú fer lands­stýris­mað­ur­ in í fiskivinnumálum at um­ røða tilboðið frá Dama­naki við politisku skipanina. - Vit fara nú at umrøða til­boðið í baklandinum, og Uttan­landsnevndin hjá løg­ tingi­num hevur eisini ein týð­andi leiklut, sigur Jacob Vestergaard. Ein kommisserur kemur framvið Hóast tilboðið frá Mariu Damanaki enn er loyniligt, so hevur tað broytt tónalagið millum Evropeiska Samveldið og boykottaða pinkulandið Føroyar. – Tilboðið er áhugavert, sigur Jacob Vestergaard, sum hevur lovað fiskivinnukommisserinum eitt skjótt svar FAKTA Makrelstovnurin er væl fyri, og tí mælir havgranskingarstovnurin ICES til at økja fiskiskapin eftir makreli heili 64 prosent næsta ár, sammett við kvoturnar í ár. Í tonsum merkir tað, at ICES mælir til at makrelkvotan fer úr 542 000 tonsum upp í 890.000 tons. Men tølini hjá ICES samsvara tó ikki við tey tøl, sum einstøku londini sjálvi arbeiða við. Strandalondini eru ikki samd um býtið av makrelinum, og áseta sær tí sínar egnar kvotur, sum tilsamans eru nógv hægri enn tilmælið frá ICES. Tað merkir, at í ár hava Norra, ES, Ísland og Føroyar ásett sær sjálvum makrelkvotur á tilsamans 905.000 tons. Harumframt hevur eisini Grønland, sum ikki verður roknað sum eitt strandaland í hesum høpi, ásett sær makrelkvotu á 50.000 tons.