hósdagur 12. desember 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Tað er so javnan, at Master
card uppgraderar skipanina,
og tað fer altíð fram sunnu
nátt út á sunnumorgun
í
einari
fýra-fimm
tímar. Og tað gongur út yvir
eitt nú hýruvognar.
Bankarnir mæla teimum
ungu til at nýta Mastercard,
og tí gerst trupulleikin so
stórur hjá hýruvognunum.
-
Seinastu
sunnunátt
vóru Mastercardini sett út
úr skipan ófráboðað, og
tað endaði við, at
flestu
hýruvognsførarar
góvust
við
at
koyra.
Sjálvur
steðgaði, tá eg hevði koyrt
átta túrar uttan at fáa
pening aftur fyri, sigur
Siggvard Joensen, stjóri í
bilstøðini Auto.
Hetta gongur eisini út
yvir náttarlívið í Havn.
- Vit hava gjørt vart
við tað fleiri ferðir, men
tað sýnist, sum bankarnir
hava ikki nóg stóra orku
at ávirka Mastercard. Og
hetta er nakað, ið fer fram
javnan, viðhvørt fráboðað
og við hvørt ófráboðað,
sigur Siggvard Joensen.
Tað er sum oftast annað
vikuskifti í mánaðinum,
at Mastercard er sett út av
funktión í tímavís.
- Hetta er ein trupulleiki,
ið vit bert hava í Føroyum.
Eg havi veri í samband við
hýruvignsstøðir í Danmark,
og har siga teir seg ikki
kenna til hendan trupulleik
an, sigur Siggvard Joensen.
Sama
er
galdandi
í
skeinkistøðunum, munurin
er bara tann, at har rindar
tú við diskin, meðan hjá
hýruvognsførarum verður
ikki goldið, fyrr enn túrurin
er av.
- Hetta er strævi at fáast
við, tí tað gongur drúgv tíð,
meðan roynt verður at fáa
kortið at rigga, og tí missir
tú aðrar túrar, so tað er ein
ónd ringrás, sigur Siggvard
Joensen.
Bankarnir eru greiðir
yvir trupulleikan.
- Hetta er ikki nakað,
ið bert rakar BankNordik,
men allar føroysdkar pen
ingastovnar. Vit eru gjørdir
varugir
við
málið
fyri
nøkrum vikum síðani, og
arbeitt verður við at loysa
málið á tann hátt, at upp
dateringin verður flutt frá
sunnunátt til mánanátt,
sigur Johnny í Grótinum frá
BankNordik.
Hann ásannar, at tað eru
nógv, sum brúka Master
card, og at tað tí er ein
trupulleiki í býarlívinum
um vikuskiftið.
- Hetta hevur verið ein
trupulleiki í longri tíð, men
arbeitt verður sum nevnt at
fáa flutt tað uppdateringina,
sum fer fram einaferð um
mánaðin, sigur Johnny í
Grótinum.
Stórir trupulleikar av Mastercard
Seinasta vikuskifti lat Mastercard aftur við tí úrsliti, at hýruvognar
og sølustøð ikki fingu pening fyri tær tænastur, tey veittu fólki
Leo Poulsen
Á fundinum í Skiftirættinum
hósmorgunin kom fram, at
bústjórin ætlar at afturkalla
keypssáttmálan
millum
Dimmalætting og D Media,
sum er eitt nýtt felag, sum
Dimmalætting
stovnaði,
eftir at útgávan av blaðnum
steðgaði.
Ætlanin var at reka blaðið
víðari í nýggja felagnum.
Samlaða uppgerðin higar
til hjá Sigmund Poulsen
vísir, at tað er eitt møguligt
samlað virði í trotabúnum
eftir Dimmalætting á 270.019
krónur. Hetta krevur tó, at
ymisku aktivini verða seld
fyri eina positiva høga upp
hædd.
Skuldin er uppgjørd í
priviligerað krøv á 1.382.267
krónur, meðan trotabúgva
krøvini vóru 2.833.797 krónur,
ella ein samlað skuld á
4.216.064 krónur.
Somuleiðis varð upplýst,
at aktivini eru ætlað seld í
januar.
Árni
Gregersen,
sum
átti eitt krav móti D Media
á 840.000 krónur, sigur, at
hann veit ikki, hvat hann fer
at gera, men at hann hevði
sett krøvini fram, tí tað var
hansara skylda.
Hann ætlar at tosa við
bústjóran um, hvat frægast
er at gera.
Tað er heilt vist, at van
ligir kreditorar hjá Dimma
lætting als ongar pengar
fáa.
Starvsfólkini
fáa
valla nakað heldur, hóast
tey
eru
»previligeraði
kreditorar«. Men av tí at
Trygdargrunnurin og Ar
beiðsloysisskipanin hava tik
ið um endan og goldið starv
sfólkunum løn, verða tað
helst Trygdargrunnurin og
Arbeiðsloysisskipanin fara
við tí syndrinum, sum fæst
fyri búgvið eftir Dimma
lætting.
Avrátt varð, at næsti
fundurin í Skiftirættinum
verður hósdagin 20. februar
2014 klokkan 09.15.
Enn ógreitt við búnum
eftir Dimmalætting
Vanligir kreditorar fáa einki, starvsfólk valla nakað,
men kanska ALS og trygdargrunnurin
Árni Gregersen, fyrrverandi stjóri og
ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, hevur
eitt lønarkrav upp á 840.000 krónur. Men
avgerðin um at stovna nýggja felagið sum
dóttirfelag undir Dimmalætting, verður
umstoytt, upplýsti bústjórin, og so fær
Árni Gregersen eingi framíhjárættindini
fram um øll hini starvsfólkini
MARJUN ARGE SIMONSEN
Hvussu orða vit okkum á rættan hátt
MARJUN ARGE SIMONSEN
Hvussu orða vit okkum á rættan hátt
Bókin er at
fáa í bókhandlum
kring landið
Krónur
129