hósdagur 12. desember 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Tórshavnar Kommuna søkir leiðara til
Frítíðarskúlan í Hoyvík og Klubb 188,
at byrja 1. februar 2014. Arbeiðstíðin er
40 tímar um vikuna.
Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir
og vil virka fyri einum høgum fakligum støði.
Samtíðis er neyðugt, at viðkomandi dugir at fyrisita
og umsita fíggjarviðurskiftini.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika
at seta dám á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving
• møguleika fyri eftirútbúgving
• tú verður partur av einum netbólki, sum
kommunan skipar fyri millum frítíðarskúla
leiðararnar
Vit vænta at tú
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag, við virðing og
umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrunum og starvsfeløgunum
• hevur leiðsluroyndir
• vil virka fyri einum høgum fakligum støði
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og
uttanhýsis
• dugir væl at lurta og refl ektera
• hevur teldukunnleika
• hevur lætt við at orða teg munnliga og
skrivliga á føroyskum
Setanarviðurskifti
Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin náms-
frøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya
pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Ruth Vang,
deildarleiðara, telefon 302010 / 228231, ella Jóan
Petur Hentze, trivnaðarstjóra, telefon 302010.
Umsókn
saman við viðmælum, royndum og upplýsingum
um útbúgving skal vera Tórshavnar Kommunu,
Vaglið, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi mánadagin
30. desember 2014.
Onnur leys størv í Tórshavnar Kommuna
– Lesið meira á www.torshavn.fo
Býararkitektur – Býarskipanardeildin
Umsóknarfreist 06.01.2014 kl. 12.00
Avloysari fyri varaleiðara – Svimjihøllin í Gundadali
Umsóknarfreist 05.01.2014
Pedagogur – Dagstovnin á Argjum
Umsóknarfreist 16.12.2013
Pedagogur – Dagstovnin í Løkjatúni
Umsóknarfreist 18.12.2013
Leiðari – Býlingshúsið vesturi á Flat
Umsóknarfreist 30.12.2013
Leiðari til Frítíðarskúlan í Hoyvík
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
-20%
ALLIR BREYÐRISTARAR
Jólagávuhugskot
BORG ynskiR øllum eini
Gleðilig jól
ALLIR NILFISK DUSTSÚGVARAR
-50%