Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 13. desember 2013 · Nr. 144 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar 90 ára føðingardagur Sunnudagin 15. desember verður Jens Juel Sólbjørg, Klaksvík, 90 ár. Dagurin verður, um Gud vil, hildin í Skálanum 15. desember frá kl. 16.00 til 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Sunnudagin 29. desember verður Eirik Justinussen í Leirvík 90 ár. Dagurin verður, um Gud vil, hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík 29. desember frá kl. 16-20. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Týsdagin 17. desember verður Ingibjørg Debes, Oyri 80 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 15. des. hjá soninum á Mýrivegi 3 í Norðskála frá kl.16 - 20, har øll eru vælkomin. 40 ára føðingardagur Eg haldi 40 ára føðingardag tann 28. desember. Tey, sum hava hug at halda dagin saman við mær, kunnu sms’a ella ringja á tlf. 271555 ella siga frá á telduposti maribo@ olivant.fo áðrenn 15. desembur. Magni Augustinussen (Meia) í Vági Gullbrúdleyp Sunnudagin 12. januar, hava hjúnini Maria og Jógvan Krosslá í Vági gullbrúdleyp. Vælkomst verður í VB húsinum, leygardagin 11.januar frá kl.16.00 til 22.00. Tey sum vilja heilsa uppá gullbrúðarparið, biðjast vinarligast siga frá innan 04.januar á tlf. 373207 – 279304 – 226801. Vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 15. desember hava Jóhanna og Ingvard Olsen verið gift í 50 ár. Vit halda dagin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum frá kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 14.des 2013 kl. 14 giftast Halla við Høgadalsá og Gunnar Wardum í Vesturkirkjuni. Veitsla verður um kvøldið fyri innbodnum. Tøkk Eina tøkk til tykkum øll, sum mintust meg á 70 ára degnum. Tøkk til tykkum, sum hjálptu so væl til. Við ynskjum um signað jól og nýttár, Heilsan frá okkum Magnus Jensen Sunnbøur Gullbrúdleyp Leygardagin 14 desember hava hjúnini Terje og Emly Vester­ gaard gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi leygardagin 14 desember. Familja og vinir eru vælkomin at heilsa uppá millum kl. 15 og 18.00. Diamantbrúdleyp 16. desember hava Dania og Kaj í Bartalsstovu verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 28. desember kl. 14-18 í Filadelfia í Gøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin Silvurbrúdleyp 18. december hava Kaj-Otto og Maibritt Frederiksberg, Strendur, verið gift í 25 ár. Vit halda dagin í Kelduni í Skálafirði frá kl 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Góði, fitti Frank Hjartaliga tillukku við 1 ára føðingardegnum 10. desember ynskja. Vit elska teg omma og abbi í Hoyvík