hósdagur 12. desember 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 144 · 13. desember 2013
2
VIKUSKIFTI
Facebook
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Millum øll tey mongu jaligu og glaðu
boðini á Facebook, sum fáa himmal
vendar tummilfingrar, eru eisini status,
har fólk hava minni góð tíðindi at bera.
Tað gongur kanska illa við heilsuni ella
onkrum í gerandisdegnum, okkurt er
hent í nærumhvørvinum ella fólk hava
tað minni gott ella stúra fyri onkrum.
Tá tykist tað løgið at trýsta á
»dáma« knøttin fyri at viðurkenna fólk
ella stuðla teimum. »Kanin hjá mær er
deyð« – og so 34 tummilfingrar.
Bretska blaðið The Telegraph veit at
siga, at Facebook umhugsar ein nýggjan
knøtt. Ein knøtt, har fólk kunnu hava
samkenslu við hvørjum øðrum. Ein
sympatiknøtt.
Sambært blaðnum er Facebook
komið langt við menningini av hesum
knøtti.
Knøtturin kemur
Eitt av fólkunum, sum arbeiðir við
at menna Facebook, sigur við The
Telegraph, at ætlanin er, at nýggi
sympatiknøtturin bert skal verða til
staðar viðhvørt. Facebook skal læra seg
at skilja ímillum, nær eini boð eru góð
og glað, og nær tey eru meira keðilig
og stúrin. Og brúkararnir skulu eisini
sjálvir kunna geva ábendingar um,
hvørt boðini eru góð ella minni góð.
Og so kunnu vinirnir fáa møguleika at
hava samhuga við boðunum og brúkar
anum.
Sambært The Telegraph er knøtturin,
tá ið fólk »dáma« okkurt á Facebook
framvegis sera væl umtóktur, og Face
book hevur hug at bíða við at leggja ein
nýggjan knøtt afturat, men sambært
blaðnum tykist ivi ikki verða um, at
sympatiknøtturin fer at koma.
Nógv
at missa
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Marita Dalsgaard / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Facebook vil geva sínum brúkarum møguleikan at
trýsta á ein sympatiknøtt, tá ið tú hevur samhuga
við einum keðiligum boðum hjá tínum vinum
So segði
hann...
Facebook fær
knøtt til samhuga
– Eg haldi eisini, at diktatur er besta stýrið, ið finst,
um tú hevur rætta mannin til tað. Tess færri, ið eru
um at taka avgerðirnar og fremja tær í verki, tess
effektivari og skjótari gongur alt fyri seg.
Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Í framtíðini fært tú helst møguleikan at hava samhuga við boðum frá tínum vinum á Facebook
Simona
Weihe
Høvdu gomlu kommunistisku londini havt
avlurtingarmøguleikarnar, sum landsstýrið
ætlar at seta í gildi í Føroyum, er ilt at
gita, hvussu tað hevði spælt av! Enn hóra
Norðurkorea og Kina. Vit hoyra og lesa um
ræðuleikar og forfylging av borgarunum
har. Ivist ikki eina løtu í, at teir brúka allar
avlúringarmøguleikar, sum finnast.
Hjá okkum verður roynt at fáa tað at ljóða
so væl, at við at geva løgregluni nýggjar og
meira víðgangandi avlurtingarmøguleikar,
kunnu vit t.d. fyribyrgja, at rúsevni koma
inn í landið. Ávíst áramál av væntaðum
dómi skal vera incitament at loyva av
lurting. Teldubrotsmenn av øllum handa
slagi verða eisini nevndir sum álvarsom
hóttan við m.a. kursmanipulatión, hacking,
telefontíðarstuldri og øðrum beistagerðum.
Um nakað veruligt hald er í hesum
grundgevingum verður onki tosað um.
Einasti trupulleikin er kostnaðurin.
Ein heldur tollut viðmerking frá politikara
var, at vit 48.000 sálir her úti í Atlantshavi
ikki bara kunnu láta sum einki, tá m.a.
Danmark tekur hesa tungu byrðu við
avlurting á seg.
Tað var tann tíð tá p-talið kom. Á, sum
tað skuldi vera væl vart. Nú flagsar tað
runt í øllum tínum samfelagsviðurskiftum.
Og tað er so sjálvsagt at brúka tað, tá tað
ger allar viðgerðir, avgerðir og avgreiðslur
so nógv lættari! So søgan sigur okkum, at
tað er eitt sindur bláoygt at halda, at tá vit
geva leyst, sum í hesum føri til avlurting av
brotsmonnum, at so steðgar tað har. Hví ikki
spyrja okkum sjálv, um vit veruliga ynskja
eitt samfelag, har møguleikin er til staðar at
avlurta og avlúra alt og øll! Og soleiðis missa
nógv meira enn vit vinna.
Nú fáa vit at síggja. Tað man ivaleyst fara
at glógva í onkrum. Men verður lógin hóast
alt sett í gildi, so kanst tú altíð royna at finna
okkurt hent, sum hon einaferð í framtíðini
kundi verðið brúkt til. T.d. um vit eitt nú
skulu útnevna ein kanningarstjóra, so hevði
tað verið so deiliga lætt hjá løgtingsformanni
bara at trýst á print og so havt allar viðkom
andi upplýsingar um persónin í hondini.
Og tá høvdu vit væl og virðiliga lagt
Orwell afturum okkum!