Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eftirlønarlógin fyri øll? Ella verða teir veikastu bólkarnir “pilkaðir” burturúr, fyri at fáa enn verri møguleikar enn onnur? Ása Olsen V/MBF Nú eftirlønarlógin eftir ætl­an verður sett í gildi 1. Jan­uar 2014, røkist onki fyri, at ætlanin er at finna eina loysn soleiðis, at fólk sum bera brek, og sum eru fevnd av ásetingunum í § 3, í Eftirlønarlógini fáa møgu­ leika fyri, at fáa eina eftir­ lønarskipan á sama hátt sum onnur, men fáa hesi fólk nógv verri umstøður, tá tey náa pensjónsaldur enn onnur. Í viðmerkingunum til lógar­uppskotið verður sagt, at eftirlønarsamansparingin skal tryggja, at fólk í størri mun skulu kunna klára at for­syrgja sær sjálvum, tá tey gerast pensjónistar. Her má ásannast, at hetta er ikki galdandi fyri fólk sum eru fevnd av § 3, í Eftir­lønar­ lógini. Tað verður lagdur stórur dentur á, at lógin er fyri fólk, sum hava tilknýtið til ar­ beiðsmarknaðin, men hetta er ikki heilt rætt. Áðrenn “Lóg um arbeiðs­ fremjandi tiltøk” varð sett í gildi 1. Januar 2013, var støð­an tann, at fólk, sum komu í eina støðu, har tey, orsaka av einumhvørjum breki, noyddust at fara í vart starv, mistu hvørki løn ella eftirløn. Um Eftirlønarlógin verður sett í gildi 1. Januar 2014, í verandi líki, koma fólk, sum eru komin í eina skip­an, har tey koma í til­ laga starv, eftir “lóg um arbeiðs­fremjandi tiltøk”, fyrr vart starv, fyrst at fara niður í løn í mun til gomlu skipanina við vardum starvi. Eftirlønarlógin leggur upp til, at ongar veitingar eftir “lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk”, eru eftirlønargevandi. Hetta merkir, at tann parturin, sum Almannaverkið skal gjalda av lønini, er ikki eftir­ lønargevandi. Hesi fólk, sum koma í tillaga starv, hava øll tilknýti til arbeiðsmarknaðin, so her er okkurt sum ikki hongur saman. Eftir hesum sær tað út sum, at Landsstýrið “pilkar” teir veikastu bólkarnar burtur­úr, og gevur teimum nógv verri møguleikar enn øll­um øðrum. Tann 13. Mai 2009, sam­ tykti Føroya Løgting, at ST- sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal galda fyri Føroyar. Nú ein stórur partur av fólkum, sum MBF umboðar, enn einaferð verða sett uttan­fyri, í einum so átrok­ andi lógaruppskoti sum Eftir­lønarlógin, er hetta at meta sum grovt brot á manna­rættindi hjá fólkum, sum bera brek. MBF kann vísa á, at ST- sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, hevur sum aðalmál, at fólk sum bera brek, skulu hava somu rættindi og møgu­ leikar sum onnur í einum inkluderandi sam­felag. Eftirlønarlógin útihýsir ikki bert fólki, sum ikki hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, men hon útihýsir eisini fólki, sum koma í tillaga starv og hava tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. MBF vil alment heita á Føroya Løgting um at taka málið upp av nýggjum og finna eina loysn. Fólk sum bera brek krevja ikki serrættindi, men javn­ rættindi. Óneyðugi studningurin Kári Jacobsen So varð viðtikið í løgtinginum, at ríkisveitingin úr Danmark skal økjast. Hetta hendir í eini tíð, har føroyska sam­ felagið hevur ment seg upp á eitt støði, sum er hægri enn nakrantíð áður. Vit hava aldrin verið so framkomin sum nú – men vilja kortini hava fleiri pengar frá donsku skattgjaldarunum. Eftir mín­ um tykki er hendan avgerðin ikki bara ein andsøgn, men eisini ótrúliga stuttskygd. Tvørturímóti eigur fíggjarligi stuðulin úr Danmark at verða útfasaður yvir eitt lagaligt tíðarskeið á ábyrgdarfullan og tryggan hátt. Tí hann er ikki langtíðar-gagnligur, men hitar, sum tá tú pissar í buks. Í stóru myndini hevur upphæddin, økt verður við, ógvuliga avmarkaðan týdn­ ing fyri føroyska búskapin. Men symbolvirðið og signalið í tí at hækka blokkin, bæði mótvegis umheiminum og ikki minst okkum sjálvum, er stórt: ’Vit hava framvegis ikki sjálvi neyðugu orkuna og evnini til at fíggja okkara egnu tilveru’. Slíkt hevur tað tíverri við at gerast ein sjálvuppfyllandi profeti. Tað er ikki uttan týdning fyri kollektivu sjálvskensluna, um vit kunnu siga 1) at ríkisveitingin er í minking, 2) at hon um einki annað stend- ur í stað, ella 3) noyðast at siga, at hon beinleiðis økist. Meinar løgtingsmeirilutin heilt edrúiliga og erliga at vit ikki hava neyðugu orkuna og evnini til at fíggja okkara egnu tilveru? Og setur løg­ tings­meirilutin veruliga ikki eina æru í nakað so grund­ leggjandi fyri øll menniskju sum at forsyrgja seg og síni? Vit eru mong sum eru vís í, at varð blokkurin spakuliga útfasaður, fingu føroyingar - sum frá leið - bara enn størri insitament og áræði til at uppbyggja nýggjar vinn­ur, og at hava størri fokus á hvat Føroyar skal liva av í framtíðini. Óneyðug sosial­hjálp økir sjálvsagt ikki sjálvsálitið, tað gevur tvørtur­ímóti (fortrongda) ringa samvitsku og und­ ir­luta­kenslu. Og sjálvsálit krevst sum kunnugt fyri at hava dirvi at ganga nýggjar leiðir. Øll lond definera í stóran mun seg sjálvi við at spegla sær í tí, sum umheimurin sigur um tey. Og Føroyar hava – eins og øll onnur lond – brúk fyri at verða váttaðar positivt í umheimsins ímynd av okkum. Óneyðugi blokk­ stuðulin skaðar virðingina fyri Føroyum uttanlanda, ser­ liga í Danmark, sum rindar. Og hetta rakar okkum aftur í gronina, sum ein boome­ rang. Í vikuni varð almanna­ kunn­gjørd ein kanning, sum vísti at danir í meðal trúgva at Føroyar fáa góðar fýra miljardir í stuðli um árið úr danska statskassanum. Talið hevur sjálvandi einki við veruleikan at gera, men áhugavert er, at jú betri fólk kendu til føroysk viðurskifti (og sostætt m.a. eisini veruligu upphæddina, Føroyar fáa í stuðli úr Danmark), tess positivari vóru tey mótvegis Føroyum. Tað er eingin ivi um, at blokkstuðulin ávirkar ímyndina hjá dønum av Føroyum negativa vegin. Tí flest øll menniskju hava eina at kalla instinktiva kenslu av, at tað er ómoralskt at nápa sær ískoyti frá øðrum, um viðkomandi hevur møguleika fyri at vera sjálvforsyrgjandi. Um eg hyggi at føroyingum sum heild anno 2013, síggi eg ikki nakað tilafturskomið, neyðarsligt fólk. Tvørturímóti síggi eg eitt fólk, sum er ov vælútbúgvið, múgvandi og framkomið til at noyðast at fáa fíggjarligt ískoyti frá donsku skattgjaldarunum, sum í løtuni berjast við ein­ um risahalli í sínum egna húsar­haldi. Og so koma vit til útfor­ jabb­aða kjakið um vit hava ráð at veittra blokkinum farvæl. Eg má bara endur­ taka tað, sum mong onnur hava sagt so mangan: Vit hava eina fiskivinnu, har ótroyttir møguleikar sum til­feingisgjald, kvotusøla o.a. í sjálvum sær kundu givið landinum eyka inn­tøku at seta í staðin fyri blokk­ stuðulin. Harumframt eru aðrir vinnuligir møguleikar, sum annaðhvørt kunnu troyt­ast í størri mun enn teir verða í dag ella longu standa í vøkstri. Tað snýr seg um aling, ferðavinnu, kt, móta, olju (møguliga), drekkivatn, location (marknaðarføring) og mangt annað. Føroyar hava sum kunnugt eisini júst somu møguleikar sum onnur lond at spara á fíggjarlógini og/ella taka meira inn í skatti, soleiðis at fíggjarlógin hongur saman. Væntandi trúgvin hjá løgtingsmeirilutanum á evnini og yvirlivilsismegina hjá føroyingum undrar meg. So lutfalsliga stutt síðani sum tá mítt ættarlið vaks upp í Føroyum í 70’unum og 80’unum, var føroyska sam­felagið bara ein lítil brotpartur av tí, tað er í dag. Føroyar hava ment seg ótrúliga nógv bara í mínari tíð. Meginparturin av øllum hesum er bygt upp við egnari orku og kreativiteti yvir fá áratíggju, og altso ikki av einum lítlum, árligum búskaparískoyti úr Danmark. Føroyska alivinnan byrjaði so smátt tá eg var ungur, og nógv vóru tey, ið gjørdu gjøldur og vóru skeptisk. Hesi høvdu tá neyvan trúð, at hendan vinnan í dag útflytir fyri nærum tvær miljardir krónur – and counting. Men tíbetur vóru onnur framskygd fólk, sum sóu møguleikarnar í at ala fisk. Slíkt skapar reel virðir, og gevur íblástur til aðrar vinnur. Umvent ger stuðul úr Danmark ikki føroyska samfelagið meira produktivt og nýskapandi. Tvørturímóti. Fyri nøkrum árum síðani vóru eg og nakrir danskir vin­ menn í Føroyum á vitjan. Teir høvdu ikki verið í Føroyum fyrr, og sóu tískil landið, teir sum danskir skattgjaldarar stuðlaðu, fyri fyrstu ferð. Veðrið var alla vikuna av tí fagrasta. Sum heild vóru teir ógvuliga positivir, ja nærmast eitt sindur øvundsjúkir, um at eg hevði hetta landið at koma heim til. Teir sóu m.a. eitt samfelag, sum materielt sæð ikki var nógv øðrvísi enn teirra egna. Eitt samfelag við framkomnum vinnulívi, nú­tím­ans infrastrukturi, egnum universiteti, sjopp­ing­ møguleikum, egnum miðlum, frálíkum ítróttarfasilitetum og egnum flogfelagi. Ein høvuðsstaður, har tú kanst velja millum fleiri kaféir, live-tónleik, matstovur og dansistøð nærum hvørt kvøld. Eitt samfelag við eini ør­grynnu av listafólki, sum árliga spræna bókmentir, tón­ leik, filmir, sjónleik og annað út til føroyingar – og út um landoddarnar. Og samstundis eitt samfelag sum enn fær fíggjarligan stuðul, sum var tað eitt menningarland. Sein­asta dagin vinmenninir vóru í Føroyum, letur í ein­ um av teimum, við eyð­ sýndu, ótroyttu vinnu­møgu­ leikunum í Føroyum í huga: ”Færøerne er jo et potentielt guldæg!” Gløgt er gestsins eyga. Í fíggjarligum lang­tíðar­ høpi gevur ríkisveitingin minus á kontuni, tí skert ágrýtni og áræði skapa færri inntøkur. Bæði í okk­ ara branding mótvegis um­ heiminum og í okkara egnu sjálvsfatan er og verður óneyð­uga ríkisveitingin tískil einamest at meta sum sein­ført eitur.