Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar 90 ára føðingardagur Sunnudagin 29. desember verður Eirik Justinussen í Leirvík 90 ár. Dagurin verður, um Gud vil, hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík 29. desember frá kl. 16-20. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Týsdagin 17. desember verður Ingibjørg Debes, Oyri 80 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 15. des. hjá soninum á Mýrivegi 3 í Norðskála frá kl.16 - 20, har øll eru vælkomin. 40 ára føðingardagur Eg haldi 40 ára føðingardag tann 28. desember. Tey, sum hava hug at halda dagin saman við mær, kunnu sms’a ella ringja á tlf. 271555 ella siga frá á telduposti maribo@ olivant.fo áðrenn 15. desembur. Magni Augustinussen (Meia) í Vági Gullbrúdleyp Sunnudagin 12. januar, hava hjúnini Maria og Jógvan Krosslá í Vági gullbrúdleyp. Vælkomst verður í VB húsinum, leygardagin 11.januar frá kl.16.00 til 22.00. Tey sum vilja heilsa uppá gullbrúðarparið, biðjast vinarligast siga frá innan 04.januar á tlf. 373207 – 279304 – 226801. Vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 21. desember skula vit, Herdis Viderø Reynheim og Dion Dam Frandsen, giftast. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 15.00 og síðani verður dagurin hildin í Purkugerði 1 kl 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Brúdleyp Leygardagin 28. desember giftast Eydis í Bartalsstovu, Syðru­ gøta og Páll Skýlindal, Tórshavn. Vígslan verður í Filadelfia í Gøtu kl. 11.00. Eftir vígsluna verður brunch í kjallaranum í Filadelfia, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum í Sjókafeini í Runavík kl. 19.00. Brúdleyp Tann 28. desember giftast Jónvør Pattinson Joensen, Norðra­gøta og Signar í Frammistovu, Hvannasund. Vígslan verður í Gøtu Kirkju kl. 13:00. Eftir kl. 18:00 verður opið hús á Tor­bjarnagøtu 13, 512 Norðragøta. Har øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 22. desember hava Josefina og Jørgen Jacobsen verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í ítróttarhúsinum á Svangaskarði frá kl 16. Øll eru hjartaliga vælkomin og biðjast vinarlaga siga frá á telef. 447438 ella 281438 ella 227096 áðrenn 16. desember. Diamantbrúdleyp 16. desember hava Dania og Kaj í Bartalsstovu verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 28. desember kl. 14-18 í Filadelfia í Gøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin Brúdleyp Leygardagin 28. desembur kl. 11 giftast í Miðvágs kirkju Kirstin Terjadóttir Johannesen og Esmar Palli Fagraberg. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Dagin eftir, tann 29. desembur kl. 17 verður brúðarhús á Svabosvegi 6, í Miðvági, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 28. desembur 2013 giftast Jónhard Hansen og Guðrun Magnussen. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 14. Veitslan verður í HB-Húsinum kl. 18 fyri innbodnum. Opið hús verður 29. desembur í Kongsgil 17. Brúdleyp Sunnudagin 29. desember giftast Kristina Midjord, Fugla­ fjørður og Høgni Joensen, Saltangará. Vígslan verður í Siloa í Fugla­firði kl. 11:00. Eftir vígsluna verður drekkamuður í kjall­ aranum í Siloa. Veitslan verður kl. 18:00 fyri innbodnum.