týsdagur 17. desember 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Rigmor Dam og
Aksel V. Johannesen
Tíðargrein síða 24-25
Pen
sjónir á
vegamóti
Jonhard Eliasen
Kjak síða 20
Vi har
fået en
karm...
Tað var væntandi, at ætlaða breiða
semjan um nýggja pensjónsskipan
fór at renna seg fasta. Flokkarnir
semjast ikki um eina nýggja skipan,
og tí hevur landsstýrið bara skorið
ígjøgnum við at tvinga fólk at gera
okkurt – sum einaferð blívur eina
uppsparing ella pensjón við einum
inngjaldi upp á 15 prosent av øllum
lønum.
Tað var ein kollvelting til tað
verra, tá samgongan valdi at for
skatta pensjónirnar fyri at fíggja
skattalættan til hægru inntøkur
nar.
Men okkum nýtist ikki altíð at
fara um ánna eftir vatni – og tann
djúpa tallerkin hava vit longu upp
funnið við skipanini, sum lands
stýrissamgongan millum Javnaðar
flokkin og Fólkaflokkin setti í verk í
1991, tá hesir báðir flokkar samtyktu
lógina sum Arbeiðsmarkanaðareft
irlønargrunnin, vanliga nevndur
Samhaldsfasti.
Í tíðargrein í blaðnum í dag
skjóta Aksel V. Johannesen, for
maður Javnaðarfloksins, og Rigmor
Dam, løgtingskvinna, upp, at í stað
in fyri at útbyggja Samhaldsfasta
so hann verður almenna pensjón
føroyinga.
Tey føra fram, at fólkapensjónin
í dag fyllir um hálva milliard á løg
tingsfíggjarlógini. Tí skjóta tey upp,
at fólk í staðin skulu rinda væl meira
inn í Samhaldsfasta, og at skatturin
minkar tilsvarndi. Í dag gjalda vit
1,75 prosent í Samhaldsfasta. Hetta
mæla tey til at hækka upp í 7,5
prosent. Tað merkir, at fólk rinda
5,75 prosent meira til Samhaldsfasta
og at skatturin lækkar við somu
upphædd.
Fyri
arbeiðsgevaran
merkir tað, at hann skal rinda 5,75
prosent meira, men tað verður ein
samráðingarspurningur, eins og við
loysnini hjá landsstýrinum, sum er
upp á 15 prosent tilsamans.
Soleiðis fáa vit eina pensjón upp
á 12.000 krónur um mánaðin til øll,
sum tryggjar øllum eitt virðiligt
lívsstøði.
Skipanin við Samhaldsfasta er
so einføld, hon kostar 500.000 krón
ur í umsiting um árið. Men her er
tað helst, at áhugamálini helst
renna saman:
Onkur vil heldur, at tryggingar
feløg og bankar skulu skora kassan
– og at slík fólk skulu sleppa at
skalta og valta við okkara pengum,
sum vælløntir tryggingarstjórar
kunnu spæla við og seta í váða í iva
somum íløgum uttanlands.
Hetta kunnu vit seta uppímóti
tankanum um, at hvør króna vit
gjalda, so at siga, fer til pensjón til
pensjónistar. Tað mátti í sær sjálvum
verið eitt virðiligt endamál.
Pensjón til spekulantar?
Beinleiðis orsøkin til, at lógin
um Samhaldsfasta kom í sam
gonguskjalið millum Javnað
arflokkin og Fólkaflokkin í
januar í 1991 var ein lítil broyt
ing í navninum.
Tað var Vilhelm Johanne
sen, sum var landsstýrismaður
í valskeiðnum frá 1985-89 sum
legði uppskot fram um grunn
in, sum fekk langa navnið
»Samhaldsfasti Arbeiðsmarkn
aðareftirlønargrunnurin«.
Grunnrin kom ikki í gongd,
serliga tí, at Fólkaflokkurin tók
við róðrið í Tinganesi í 1989.
Men eftir valið í 1990 skipaðu
Javnaðarflokkurin og Fólka
flokkurin eina tvíflokkasam
gongu.
Undir
samráðingunum
fekk ein bólkur uppgávuna
at greiða kravið frá Javnaðar
flokkinum um Samhaldsfasta.
Í bólkinum vóru Marita Pet
ersen og Jóannes Dalsgaard
úr Javnaðarflokkinum og Óli
Breckmann og John Petersen
úr Fólkaflokkinum.
Tað stóð rættiliga fast í
samráðingunum,
tí
serliga
Óli Breckmann vildi ikki vita
av grunninum, serliga var
tað navnið »samhaldsfasti«,
sum klingaði í so sosialistiskt
í høvdinum hjá Óla Breck
mann.
Tá var tað, at Marita Peter
sen skar ígjøgnum og segði:
– Óli, hvat nú um okur
strika navnið »Samhaldsfasti«
og bara kalla hann »Arbeiðs
marknaðareftirlønargrunn
urin«?
– Ókey, segði Óli Breck
mann, og so varð »Samhalds
fasti« veruleiki – hóast Sam
haldsfasti er tað einasta av
gamla navninum, sum grunn
urin ikki eitur...
Strikaðu Samhaldsfsta
Hóast Dimmalætting hevur
verið burtur síðani 13. septem
ber 2013, so minnast tey fram
vegis Dimmalætting í Kring
varpinum.
Ofta finnast miðlafólk at,
at summir miðlar ikki vilja
endurgeva aðrar. Summi mið
afólk hava slíkan stoltleika,
at tey vilja ikki viðganga, at
tey hava »lænt hugskotið« frá
øðrum miðli. Serliga er tað
Kringvarpið, sum stendur fyri
skotum, tí tað er so lætt at gera
útvarp, tá tú kanst brúka tað,
sum aðrir journalistar hava
gjørt frammanundan.
Men
hevur
Kringvarið
trupult við at endurgeva Sosi
alin, in.fo og Portalin, so end
urgeva tey fegin Norðlýsið og
Vágaportalin. Kanska tí, at teir
eru smáir.
Men
seinastu
vikurnar
hava tey funnið upp á eisini at
endurgeva Dimmalætting. Týs
morgunin var tað fyrrverandi
blaðmaðurin á Dimmalætting,
Heini Gaard, sum fekk trong
at
endurgeva
Dimmalætt
ing fyri nakað, sum stendur í
einum lógaruppskoti á tingi,
sum Dimmalætting, eins og so
nógvir aðrir miðlar endur gav
í summar. Í síðstu vikur var
tað fyrrverandi blaðstjórin
á
Dimmalætting,
Brynhild
Thomsen, sum hevði somu
trongd at endurgeva Dimma
lætting í útvarpinum hjá
Kringvarpinum.
So hóast Dimma er deyð,
so livir hon enn sítt fríska lív
til endurgeving í Kringvarpi
num.
KVF minnist Dimmu
Hósdagin kom fram í skift
irættinum,
at
bústjórin
í Bring Spf, fyrrverandi
Dimmalætting
Spf,
ikki
hevði sent D-media Spf í
skiftirættin enn og heldur
ikki hevði tikið støðu til, um
atgerðin, sum fyrrverandi
leiðsla og eigarar í Dimma
lætting framdu tveir dagar
undan at felagið varð koyrt
á heysin, skuldi umstoytast.
Bústjórin kunnaði um,
at fyrrverandi stjórin, Árni
Gregersen, sum var einasti
kravánari í D-Media Spf,
haðar teir eisini høvdu flutt
øll virðini, sum eftir vóru í
Dimmalætting.
Bústjórin segði seg ikki
heilt tora at umstoyta at
gerðina, tí hann var bangin
fyri, at Árni Gregersen fór at
stevna honum eftir pengum,
tí nú fóru sannlíkindini til,
at gamli stjórin fór at fáa ein
part av sínari uppsagnarløn
útgoldna, at minka, tí lønin
hjá stjóranum fór so at verða
javnsett við krøvini, sum øll
hansara starvsfólk høvdu.
Hetta dámdi ikki gamla
stjóranum, og tískil metti
bústjórin,
at
hann
varð
noyddur at gera eina avtalu
við gamla stjóran um, at bú
stjórin kundi umstoyta at
gerðina. Annars merkir ein
umstoyting, at atgerðin ong
antíð varð framd, og tískil
er spurningurin, um gamli
stjórin kann stevna bústjór
anum.
– Um atgerðin við at flyta
øll virðini úr Dimmalætting og
inn í D-media bara var fyri at
tryggja Árna Gregersen sína
løn, so burdi tað verið nokk
til at umstoyta avgerðina.
Sjálvandi visti stjórin best,
hvønn veg tað bar, tí hann
hevði longu steðgað aktivi
tetinum á blaðnum, og tískil
var avgerðin um at flyta øll
virðini inn í D-media ein
ans fyri at tryggja sítt egna
lønarkrav – og harvið at seta
seg sjálvan í betur støðu enn
hini starvsfólkini á Dimma
lætting – og aðrar kreditorar,
sum standa til at missa oman
fyri fýra milliónir krónur.
Árni vil enn hava sítt
Gjalda heldur pensjón til
pensjónistar enn spekulantar
Bústjórin er bangin
fyri endurgjaldskravi
frá Árna Gregersen