Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Tað er Eik Banki, ið umsitur trotabúgvið eftir Valbjørn Dals­gaard, sum bygdi blokk­ ar­nar úti á Kongavarða. Planerað er til fleiri líknandi blokkar, og tað er her, at kommunan sær ein møgu­leika at útvega byggi­ búgv­in grundstykkir. Vit hava verið í sambandi við bankan um at fáa hendur á hesum grundstykkjunum, og tað er neyðugt at fáa fatur á teimum rættiliga skjótt, sig­ ur Heðin Mortensen. Hann heldur, at talan er um eitt hundraðtal av grundstykkjum úti á Konga­ varða. Men neyðugt er eisini, at prísurin er sámiligur, tí eingin fer at keypa grund­ stykkir fyri órímiligar prísir, sigur Heðin Mortensen. Kommunan hevur fyrsta rætt at keypa hesi grund­ stykki aftur, men tað má sum nevnt verða fyri ein rími­ligan penga. Hetta er sjálvandi fyri at útvega grundstykkir til borgararnar. Tey eru planer­ að og byggibúgvin, so tað hevði verið ómakaleyst at fing­ið fatur á teimum, og vit hava eisini ligið fram við. Tað er prísurin, sum tað snýr seg um, sigur Heðin Mortensen. Leo Poulsen Tað hevur ført til eitt sindur av frustratiónum mill­um vaskifólkunum í mið­býnum, at tey hava fingið hoyr­ ingar­skriv í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hev­ur ætlanir um at útveita vask­ing­ina. Men Ingun Eiriksdóttir, kommu­nuskrivari, sigur, at øll trý fólkini hava fingið bjóð­að somu tíðir ella meira í sam­bandi við skiftið, og onkr­ar teirra hava tikið av tilboðnum um at flyta yvir í nýgg­ja útveitingarfelagið, Eurest. - Vit hava lagt stóran dent á, at vaskifólkið kann halda fram í sama starvi, sam­stundis sum vit hava lagt stóran dent á, at tey fáa minst somu tíðir, sum tey hava havt framman undan, sig­ur Ingun Eiriksdóttir. Hon sigur seg annars ikki fáa sagt so nógv ann­að, tí tey eru í einari hoyr­ings­ til­gongd. - Ætlanin er, at Eurest, sum P/F Poul Hansen eigur, skal yvirtaka reingerðina á nýggjárinum, men sum nevnt við somum manning, sigu­r Ingun Eiriksdóttir. Reingerðin umfatar eini 15 hús og bygningar í miðbýnum, eitt nú ráð­ húsið, býráðssalin, post­hús­ kjallaran, snarskivuna, mót­ tøku­høl­ini og Sloanshús og Heine­sens hús. - Tað eru góðu roynd-i­r- nar við útveitingini í gamla Bank­Nordik ið hevur ført til, at vit hava tikið stigið víð­ari og hava valt at út­ veitt hesar bygningarnar til eitt reingerðingsfelag, sig­ur Ingun Eiriksdóttir, kommunu­skrivari. Kommunan útveitir reingerð Tað er millum annað ráðhúsið, ið nú skal útveitast til reingerðarfelag - Vit hava útveitt reingerðina í gamla BankNordik, har tekniska deild heldur til, við góðum úrsliti, og nú fara vit so eitt lítið stig víðari, sigur Ingun Eiriksdóttir, kommunuskrivari Kommunan áhugað í grundstykkjunum Tað er rætt, at vit hava ligið framvið at fáa fatur á grundstykkjunum úti á Kongavarða, men tað má vera til ein skilagóðan prís, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Kommunan er áhugað í planeraðu grundstykjunum úti á Kongavarða Mynd: Álvur Haraldsen