týsdagur 17. desember 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Ingolf S. Olsen
Meira
eftirútbúgving
og
betri møgu leikar at fara
út í heim at nema sær
vitan og royndir er vegurin
fram at betra frá læru na
og førleikarnar hjá næm-
ing unum í føroyska fólka-
skúlanum. Og tað skal verða
lættari at fara undir nýggjar
undirvísingarverkætlanir.
Tað sigur Hanus Joensen,
stjóri á Kommunuskúlanum
í Havn og formaður í Skúla-
leiðara felag Føroya.
Skúlaleiðarafelagið
var
mill um tey fyrstu, sum Bjørn
Kalsø, mentamálaráðharri,
kall aði til fundar, eftir at
Pisa 2012-kanningin varð al-
manna kunngjørd 3. desem-
ber.
– Tað er longu sagt nógv
um, at kanningin skal takast
við fyrivarni, og tað skal hon
eisini, men hon er í øllum
før um góð á tann hátt, at
hon setur fokus á skúlan.
Vit kunnu heldur ikki bara
kasta hana burtur og siga, at
hon onki hevur upp á seg, tí
hon verður jú brúkt alla aðra
staðir, staðfestir Hanus Joen-
sen.
Føroyska Pisa-kanningin
fevnir um allar 9. floks-næm-
ing ar í einum árgangi, með-
an flokkarnir í størri lond-
um verða valdir út og fáa
tað vita, langt áðrenn sjálva
kanningina. Tað kann hava
rætti liga stóra ávirkan á
saman beringargrundarlagið,
vísir Hanus Joensen millum
annað á.
Støðið ov lágt
Men hóast fyrivarnini tekur
hann Pisa-úrslitið fyri fult.
– Um nakar heldur, at
kanningin sigur allan sann-
leikan um føroyska skúlan, so
er tað stak óheppið. Før oyski
skúlin hevur eisini nógv ar sera
góðar dygdir, sum ikki verða
máldar í Pisa. Men hinvegin
kunnu vit ikki snakka okkum
burtur úr, at fakliga støðið í
føroyska skúla num er ikki
nóg høgt, og tað mugu vit gera
okkurt við, sigur hann.
Og tað er meira eftir út-
búgv ing, sum skal til, heldur
Hanus Joensen.
– Tað nyttar onki bara at
legg ja fleiri tímar afturat
undir vísingini, hvørja ferð
vit síggja, at okkurt er galið.
Dygd in í undirvísingini skal
lyftast, og tað gerst bara við
eftir út búgving og betraðum
møgu leikum at sleppa út
um landoddarnar at síggja,
hvussu tey gera aðra staðir,
sig ur hann.
– Tað er gamaní, at vit hava
ein inkluderandi skúla, men
bara at staðfesta tað, og so
onki annað gera, gevur onga
mein ing. Pisa-kanningin vísir
eisini, at okkara góðu næm-
ing ar ikki eru nóg góðir, og
at tey, sum hava tørv á meira
tíð og hjálp, ikki fáa tað, tey
hava brúk fyri. Generelt
hava útryðjurnar tað ikki so
gott í skúlahøpi, og Føroyar
eru jú ein útryðja, allar sum
tær eru, staðfestir Hanus
Joensen.
Útbúgva breitt
Hann sigur, at tað er neyðugt
at eftirútbúgva lærarar í øll-
um lærugreinum.
– Myndugleikarnir hava
longu ásanna, at eftir út búgv-
ing er alneyðug, og ymiskt er
sett í gongd. Lærara út búgv -
ing in er uppstigað til bachel-
or, og tað er gott. Men Nám
hev ur ov lítið av peng um, og tí
eru tað bara stutt eftir út búgv -
ing ar skeið, tey kunnu bjóða.
Vit hava brúk fyri, at lær ar ar
í størri mun kunnu brú ka ta
tíð, sum er neyðug til at eftir-
út búgva seg. Tað inni ber eisini
møgu leika fyri at arbeiða
niður setta tíð eina tíð og
stuðul til fjar lest ur og ferða út-
reiðsl ur, um eftir út búgv ing in
verð ur tikin uttanlands, sigur
Hanus Joen sen.
Sjálvur var hann fyri
nøkrum árum síðani á lærda
há s kúla num í Linköping í
Svøríki og tók eftirútbúgving
innan leiðslu.
– Tað gav mær ótrúliga
nógv, og tað hevur sera stóran
týdn ing, at møguleikin at fara
út í fremmant umhvørvi at
læra og uppliva er til staðar,
sig ur hann.
Pengar á borðið
Tað skulu við øðrum orðum
pengar á borðið, um nakað
muna gott skal gerast við
góðsku støðið
í
føroyska
fólkaskúlanum.
– Alt nýtist ikki at kosta
so nógv, men skal skúlin
veru liga lyftast, so mugu
vit vera til reiðar at gjalda
fyri tað. Eg haldi eisini, at eg
merki, at politikararnir vilja
gera ta íløguna. Vit í skúla-
leiðara felagnum hava í øllum
før um ein góðan dialog við
Menta málaráðið og politisku
skipan ina
annars,
sigur
Hanus Joensen.
Í Skúlaleiðarafelag Føroya
hava tey tó ikki roknað upp
á, hvussu stór íløga í pengum
er neyðugt fyri at gera nakað,
ið veruliga munar innan
skúlans gátt.
– Vit mugu eftirútbúgva
breitt, bæði fakliga og náms-
frøðiliga. Og ikki minst leiðsl-
ur nar.
Lærar a út búgv ingin
hev ur nú eina breyt við leiðs-
lu, og ætlanir eru um at víðka
hana, so hon eisini kann taka
liðugt útbúnar lærarar inn til
eftir útbúgving. Tað er gott.
Men at seta prís á, hvat tað
kost ar at fáa ein betri skúla,
tað dugi eg ikki, sigur Hanus
Joen sen.
– Men meirjáttanir við
ong um skipanarbroytingum
vísa seg ikki einsamallar at
vera svarið. Tí eigur tað eisini
at gerast lættari og meira
eggj andi hjá lærarum og
leiðsl um at fara undir nýggjar
undir vís ing ar verk ætlan ir við
øðrvísi námshættum og hug-
burði, sigur hann.
Skúlaleiðararnir:
Meira eftirútbúgving
Pisa-kanningin sigur ikki allan sannleikan um føroyska skúlan, men vit kunnu tó ikki bara forkasta
hana, alla sum hon er, heldur Hanus Joensen, formaður fyri føroysku skúlaleiðararnar.
- Um hildið verður, at úrslitið av Pisa-kanningini er allur sannleikin um føroyska skúlan, er tað óheppið.
Men vit kunnu ikki snakka okkum burtur úr, at fakliga støðið í skúlanum ikki er nóg gott. Tað er
naivt at halda, at skúlin bara skal standa í stað. Vit mugu gera tingini øðrvísið og betri, sigur Hanus
Joensen, skúlastjóri á Kommunuskúlanum í Havn og formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya
Mynd: Álvur Haraldsen
MARJUN ARGE SIMONSEN
Hvussu orða vit okkum á rættan hátt
MARJUN ARGE SIMONSEN
Hvussu orða vit okkum á rættan hátt
MARJ
MA
M
Hvu
Hv
Hvu
Bókin er at
fáa í bókhandlum
kring landið
Krónur
129