týsdagur 17. desember 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
politikkur
Rólant Waag Dam
Børn og ung í svárari
kreppu fáa ikki hjálp. Tað
tykist vera greitt, nú Annika
Olsen,
landsstýriskvinna
við almannamálum, ikki
fær undirtøku fyri tí, sum
annars tóktist vera púra
greitt: at økja játtanina
til Barnabata við 250.000
krónum, frá 150.000 krónum
upp í 400.000 krónur. Tí 4.
desember boðaði frá Al
mannamálaráðið
frá,
at
Annika Olsen hevði gjørt
av at gera so. Skrivið frá Al
mannamálaráðnum kunnu
tit lesa aðrastaðni á hesum
síðum.
Endurreisa ráðgeving
Økta játtanin til Barnabata
skuldi annars nýtast til
at endurreisa »Tú & Eg-
ráðgevingina«, sum hevur
ligið meiri ella minni still
seinasta árið. Hetta júst
tí, at hóast arbeiðið hjá
ráðgevingini er sjálvboðið,
so er neyðugt við einum
løntum samskipara, um ráð
gevingin skal rekast.
Men Annika Olsen hevur
ikki stuðul í samgonguni
fyri hesum, og tað einasta,
sum kann broyta tað er, at
samgongan broytir meining
ein av næstu døgunum, áðr
enn fíggjarlógin fyri næsta
ár verður endaliga samtykt
hósdagin ella fríggjadagin.
- Eg haldi, at tað er ein
gøla, segði Annika Olsen
á løgtingsins røðarapalli
mánakvøldið, tá løgtings
fíggjarlógin varð viðgjørd
og økta játtanin á 250.000
krónur ikki var við.
Annika Olsen heldur,
at tað er ótrúligt, at Fíggj
arnevndin sker eina so
lítla játtan burtur, uttan at
gretta orð ella eið fyri henni
sum landsstýriskvinnu.
Verður revsað
Trupulleikin hjá Anniku
Olsen er, at hon ikki hevði
tryggjað sær undirtøku í
samgonguni
fyri
sínum
ætlanum, áðrenn hon og
Almannaráðið kunngjørdu,
at Barnabati fór at fáa fleiri
pengar. Hvørki í Fólka
flokkinum ella í samgongu
ni annars. Og tað tykist vera
hetta, hon verður revsað
fyri nú.
Tí í løgtinginum í mána
kvøldið varð funnist at
landsstýriskvinnuni.
- Tað undrar meg ótrúliga
nógv, at landsstýriskvinnan
boðar frá, at hon ger soleið
is, uttan at hava tryggjað
sær undirtøku fyri tí. Tað
er beinleiðis ábyrgdarleyst
og tað er ein skandala, segði
Høgni Hoydal frá Tjóðveldi
millum annað. Hann spurdi
eisini, um hetta var ein máti
at gera seg vælumtókta
uppá, við at senda út
tíðindaskriv
við
slíkum
fráboðanum, uttan at hava
tryggjað sær undirtøku fyri
tí.
Annika Olsen vardi seg
við, at hon hevði lagt málið
fyri landsstýrið, sum hevði
tikið undir við ætlanini.
Løgtingið skal atkvøða
um fíggjarlógina eina ferð
afturat, tað verður hósdagin
ella fríggjadagin og til tá ber
til at gera broytingar og tað
er hetta, sum eitt nú ting
limir í andstøðuni, seta sítt
álit á.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Djóni J. Eidesgaard, dagligur
leiðari hjá Barnabata, er
bilsin.
- Hetta kom púra óvart á
meg, sigur hann, nú tað er
greitt, at tað als ikki er vist,
at játtanin til Barnabata øk
ist við 250.000 krónum, frá
150.000 krónum til 400.000
krónum.
Sum tað sæst aðrastaðni
á hesum síðum, so boðaði
Annika Olsen og Almanna
málaráðið tann 4. desember
frá, at játtanin til Barnabata
fór at vaksa. Hetta varð
gjørt við skrivi við heitinum
”Stuðulin
til
Barnabata
hækkar í 2014”.
- Annika Olsen, lands
stýriskvinna, hevur gjørt av
at hækka játtanina til Barna
bata við 250 túsund krónum
komandi ár. Samlaða játtanin
til Barnabata verður sostatt
400 túsund krónur, stóð mill
um annað at lesa í skrivinum.
Trupulleikin er bara tann,
at Annika Olsen ikki hevði
tryggjað sær undirtøku í
samgonguni fyri ætlanini,
áðrenn hon sendi skrivið út
tann 4. desember.
- Eg kann ikki siga annað
enn, at tað er sera óheppið,
sigur
dagligur
leiðari
á
Barnabata um handfaringina
hjá landsstýriskvinnuni í he
sum málinum, har hon uttan
at hava tryggjað sær stuðul
fyri tí, boðar frá, at játtan
in til Barnabata verður økt.
Eins og flest onnur, so gekk
Djóni J. Eidesgaard út frá,
at allir smálutir kring øktu
játtanina var í lagi, tá lands
stýriskvinnan
kunngjørdi
tað.
Dagligi leiðarin hjá Barna
bata vísir tó á, at fíggjarlógin
ikki er samtykt enn. Tað
verður hon væntandi hós-
dagin ella fríggjadagin.
- Vónandi kann støðan
broytast til tað tíð, sigur
Djóni J. Eidesgaard.
Dettur niður fyri
Verður tað hinvegin eins og
landsstýriskvinnan
stúrir
fyri, og økingin av játtan
ini við 250.000 krónum ikki
verður veruleiki, so gongur
tað út yvir »Tú & Eg-ráðgev
ingina«.
- Eg eri rímiliga vísur í, at
ráðgevingin dettur niður fyri
so. Royndirnar vísa okkum,
at tað ikki ber til at reka
hana sum er. Og í fjør sóu
vit, at tað ikki var orka til at
reka ráðgevingina, sum datt
niðurfyri, tí pengar vóru ikki
til tað, sigur dagligi leiðarin
hjá Barnabata.
Stórur partur av arbeiði
num hjá »Tú & Eg-ráðgeving
ini« er grundað á sjálvboðið
arbeiði. Men neyðugt er við
einum løntum samskipara,
umframt at ráðgevarnir hava
tørv á skeiðum og fakligari
menning. Og tað er tað, økta
játtanin skal nýtast til.
- Vit fáa ómetaliga nógvar
áheitanir. Vit hava ikki um
støður til at svara øllum. Tí
er neyðugt við eini øktari
játtan. Annars eru tað mongu
børnini
og
ungdómarnir,
sum koma at rinda prísin
og merkja avleiðingarnar
av hesum, sigur Djóni J.
Eidesgaard.
Børnini rinda prísin
fíggjarlóg Dagligi leiðarin hjá Barnabata, Djóni J. Eidesgaard, ger púra greitt, at tað
eru mongu børnini og ungdómarnir, sum rinda prísin, um játtanin til Barnabata ikki
verður hækkað við 250.000 krónum, sum Annika Olsen annars hevur lovað
Tað undrar meg ótrúliga
nógv, at Annika Olsen boðaði frá
hesum, uttan at hava tryggjað sær
undirtøku fyri tí. Tað er beinleiðis
ábyrgdarleyst og tað er ein skandala
Høgni Hoydal
Ongin stuðul
til økta játtan
fíggjarlóg Landsstýriskvinnan við almannamálum hevur ikki stuðul í samgonguni at økja játtanina
til Barnabata. Hetta hóast hon fyri tveimum vikum síðani boðaði frá, at játtanin fór at vaksa
Annika Olsen heldur, at tað
er ótrúligt, at Fíggjarnevndin
sker eina so lítla játtan burtur,
uttan at gretta orð ella eið fyri
henni sum landsstýriskvinnu