týsdagur 17. desember 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Dagliga hoyrast og síggjast
lýsingar
frá
fakfeløgum,
tryggingarfeløgum
og
myndugleikum, sum minna
okkum øll á, hvat vit skulu
gera og ikki gera við okkara
lønarkonto áðrenn nýggjár.
Orsøkin er at finna í tí parti
num av pensjónsreformi
num, sum áleggur øllum at
spara upp til egna eftirløn.
Talan er um næsta stig á
vegnum, eftir at samgongan
gjørdi av at allar eftirlønir
skulu sparast upp í Føroy
um og skattast við inngjald,
heldur enn útgjald.
Við argumentinum um at
vit føroyingar spara ov lítið
upp til okkara aldurdóm hev
ur løgtingið samtykt eina lóg
um tvungna eftirlønarupp
sparing. Fyri tey, sum longu
hava eitt starv, har partur av
lønini – oftast eini 10 til 15
prosent – fer beinleiðis í ein
eftirlønarkassa, hevur lógar
broytingin ongan praktiskan
týdning her og nú. Men fyri
teir millum 3000 og 4000
føroyingarnar,
sum
ikki
spara upp á henda hátt í dag,
kemur lógarbroytingin at
merkjast. Tí á nýggjárinum
og næstu 15 árini verða tey
við lóg tvungin at spara ein
stigvíst vaksandi prosent
part av allari síni inntøku
upp til eftirløn.
Argumentið um týdning
in av at áleggja øllum hesa
uppsparing við lóg fellir
tryggingarráðgevanum Kim
Hansen fyri bróstið.
- Vit høvdu komið á mál
óansæð, og tí er hetta lógar
kravið sett fram við skeivari
fortreyt.
Orsøkirnar
til
lutfalsiliga lítlu eftirlønar
uppsparingina hjá føroying
um eru tvinnar. Vit komu
seint ígongd, og vit høvdu
eina djúpa kreppu í nítiár
unum. Men inngjøldini í pen
sjónskassarnar prógva, at vit
eru á rættari kós í somáta,
sigur Kim Hansen og heldur
fram:
- Siga vit, at vit eru komin
upp á 80 prosent ídag, so
koma vit upp á 90 prosent
uttan at gera nakað sum
helst. Og tað er tí skeivt at
lóggeva um henda partin.
Tey, sum ikki hava ráð í
dag, fáa ikki betri ráð, tí
vit lóggeva tey til tað. Og
tey, sum eru rík í dag, hava
kanska ikki tørv á eini eftir
lønarskipan.
Sambært Kim Hansen er
tvungna uppsparingin eitt
symptom upp á eina skipan,
sum er grundleggjandi skeiv.
- Grundhugsjónin er skeiv.
Hetta er budgetthugsan 40 ár
fram í tíðina, sum ongantíð
kemur at halda kortini, júst
tí her liggur 40 ára fram
skriving inni í skipanini, sig
ur Kim Hansen.
Nógv orðaskifti hevur
verið um forskattingina av
pensjónum, sum kom í gildi
1. januar 2012. Henda disku
sjónin hevur skuggað yvir
sjálva diskusjónina um pen
sjónsnýskipanina, og hvat
ein slík eigur at brúkast til.
- Sjálv forskattingin er
ein reint nationaløkonomisk
diskusjón. Men eg eftirlýsi
diskusjónina um innihaldið
í pensjónsnýskipanini, sæð
út frá sjónarhorninum hjá
aktuar-vísundini, sigur Kim
Hansen.
Fundamentið
Kim Hansen hevur arbeitt
innan tryggingarvinnuna í
mong ár, og hann kennir ar
beiðið við pensjónsnýskipan
ini innanifrá.
- Tað tykist sum um ein
framskriving av fólkasaman
setingini um 40 ár í alt ov
stóran mun hevur verið
grundarlagið undir arbeið
num. Hvør sigur, at henda
framskriving fer at halda,
spyr Kim Hansen og heldur
fram:
- Og harnæst er alt ov
stórt fokus á pensjónsald
urin. Tað eru hesar báðar
premissurnar, fólkasaman
setingin um 40 ár og pen
sjónsaldurin, sum tykjast at
stýra øllum. Og tað er eftir
mínum tykki skeivt.
Kim Hansen minnir á, at
ein eftirlønarskipan byggir
á tríggjar kassar – trygging
við deyða, óarbeiðsføri og
eftirløn.
- Men hóast politiski
myndugleikin í áravís hevur
arbeitt við eini pensjónsný
skipan, so tykist alt fokus
at vera á tann síðsta partin,
eftirlønina. Tað tykist sum
um avbjóðingin hevur verið
at fáa eitt roknistykki at
ganga upp um eini 40 ár, sig
ur Kim Hansen og heldur
fram:
- Tá okkara politikarar
nú hava valt at gera eina
pensjónsnýskipan, so undrar
tað meg, at størri fokus ikki
er á fleksibilitetin. Lyklaorð
ið er ein fleksibul pensjóns
aldur, har tú fert á eftirløn, tá
tú ikki kanst arbeiða meira.
Tað krevur eina skipan, ið
tekur hædd fyri, at nøkur
fólk also gerast óarbeiðsfør
væl áðrenn 67 ára aldur. Og
tað krevur eina skipan, har
tú blandar hugtøkini pensjón
og fyritíðarpensjón. Aftur
fyri ómakin fært tú eina
skipan, sum fær ágóðan av
góðu heilsuni hjá nógvum av
okkara eldru, sum tí kunnu
vera við til at halda skipanini
uppi,
argumenterar
Kim
Hansen.
Tryggingarráðgevin hev-
ur hug at toga fram altjóða
kanningar, ið stuðla undir
boðskapin:
- Samstundis sum miðal
aldurin hjá okkum øllum øk
ist, so er tað ein sannroynd,
at tey við høgum inntøkum
gerast lutfalsliga eldri enn
tey við lægri inntøkum, sum
tí ikki fáa eins stóran part av
ágóðanum. Og harumframt
eru tey lágløntu í nógv størri
mun niðurslitin á ungum ár
um. Eisini tí er neyðugt at fáa
óarbeiðsføri inn í pensjónsre
formin, sigur Kim Hansen.
Alternativið
Samstundis sum tryggingar
ráðgevin peikar á manglar í
tí pensjónsnýskipan, sum
politiski myndugleikin ar
beiðir við, so hevur Kim
Hansen eisini sítt boð uppá,
hvussu ein nýskipan kundi
verið sett saman.
- Eftir mínum tykki er tað
mest týdningarmikla at fáa
heilsuna hjá fólki við inn í
eina tílíka skipan. Heilsan
er eitt grundleggjandi para
metur, sum ein pensjónsný
skipan eigur at vera bygd
upp rundan um. Vit hava
samfelagsbólkar,
har
ein
rættuliga stórur partur er
óarbeiðsførur við 65 ára
aldur, sigur Kim Hansen og
peikar á sína loysn:
- Hví ikki savna saman alt,
sum snýr seg um at tryggja
okkum móti avleiðingunum
av vánaligari heilsu, í ein
felags
kassa,
sum
veitir
pengar við óarbeiðsføri ella
til
fyritíðarpensjón.
Tað
kundi til dømis verið LÍV
ella møguliga ALS, sum kom
at umsita eina slíka skipan,
sigur Kim Hansen og minnir
á, at í dag fer ein lutfalsliga
stórur partur av eftirlønar
gjaldinum til júst tryggingar
av hesum slag.
- Tá heilsustøðan hjá fólki
eftir mínum tykki er ein
grundleggjandi faktorur í
eini pensjónsskipan, so haldi
eg eisini, at skipanin eigur at
lagast eftir tí, sigur Kim Han
sen.
Sjálvur uppsparingarpart
urin, har fólk leggja til síðis
til sín egna aldurdóm, kann
so vera úti í fríari kapping,
heldur hann.
- Ja, sjálva eftirlønina kun
nu pensjónskassar og bankar
kappast um. Og vinnarin er
so væl tann, sum dugir best
at fáa pengarnar at vaksa.
Men hin parturin, tað sum
hevur við heilsuna at gera,
eigur at liggja sentralt í ein
um felags kassa, sigur Kim
Hansen.
Tað hevur nevniliga eina
orsøk, sambært tryggingar
ráðgevanum.
- Poengið er, at politika
rarnir tá mugu interessera
seg fyri arbeiðsmarknaði
num, heldur enn einans at
interessera seg fyri pensjóns
aldrinum og roknistykki
num, sum skal ganga upp um
40 ár. Og tá byrjar heilsustøð
an og arbeiðsførleikin hjá
fólki at gerast ein natúrligur
partur av heildarmyndini,
sigur Kim Hansen og leggur
afturat:
- Tað snýr seg ikki um,
hvørt øll skulu arbeiða til tey
eru 67 ella 70 ár, men tað snýr
seg um, at fólk arbeiða, til tey
ikki orka meira. Tástani hev
ur tú eftir mínum tykki ein
pensjónsreform.
Kim
Hansen
ásannar,
at tað sjálvandi liggur ein
avbjóðing í at umsita eina
Eftirlýsir fleksiblan pensjónsaldur
Sjálvt fundamentið undir pensjónsreforminum hjá landsstýrinum er skeivt. Framskrivingarnar byggja á veikt
grundarlag, og argumentið fyri kravdari uppsparing er illa undirbygt. Og hvar er heilsustøðan hjá fólki í øllum
reforminum, spyr tryggingarráðgevin Kim Hansen, nú næsta stig í pensjónsreforminum er bara fáar dagar burturi
2006
2007
2008
2009
2010
2011
2012
0
100
200
300
400
500
600
Bruttotryggingargjøld (LÍV og Betri)
Síðstu árini hava føroyingar verið raskir at spara upp til egna eftirløn. Í 2006 spardu
vit umleið 250 milliónir upp, og í fjør var talið komið upp á 500 milliónir. Í miðal er
talan um ein vøkstur í tryggingarinngjaldinum, sum er heili 12,6 prosent, sambært
almennu tølunum hjá LÍV og Betri, sum umboða størsta partin av uppspararunum.
– Hetta eiga fakfeløgini heiðurin av, og myndin sigur okkum somuleiðis, at vit vóru
á rættari kós, áðrenn tvungna uppsparingin varð samtykt, sigur Kim Hansen
Soleiðis eru tíni útlit, tá tú ert 25 ára gamal og skal hyggja 40 ár fram í tíðina, tvs til tá
tú ert 65 ár. - Hóast myndin byggir á svensk tøl frá 2006, so sigur hon okkum nakað um
týdningin av at hugsa fleksibult, tá tað snýr seg um eftirlønarviðurskifti, sigur Kim Hansen
Grundhugsjónin er
skeiv. Hetta er bud
getthugsan 40 ár fram
í tíðina, sum ongantíð
kemur at halda kortini