týsdagur 17. desember 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vi har fået karm
Hetta fingu danskir politikarar á Føroya-vitjan at vita frá løgmanni fyri ikki so langari
tíð síðan. Tá løgmaður sá, at her var okkurt, sum gestirnir ikki skiltu, var hann skjótur
við niðurstøðu sínari: “Har I ikke fået karm? Jamen så er vi foran jer!”.
Jonhard Eliasen
Búskaparfrøðingur
Fíggjarlógarkarmar
Um søgan er sonn, veit eg
við ikki við vissu, men eitt er
vist: Landsstýrið og løgtingið
eru ikki á nakran hátt meiri
‘professionel’ enn tilsvarandi
stovnar í Danmark og øðrum
framkomnum londum í ES,
tá ið talan er um at leggja
og fremja í verki fíggjar
politiskar
karmar.
Danir
hava í áratíggjur arbeitt við
tí, teir nevna ‘finanspolitisk
ramme’. Roynt verður at
áseta karmar fyri inntøkur
og serliga útreiðslur nøkur ár
fram í tíð. Ikki bert galdandi
fyri danska landskassan, men
fyri samlaða almenna geiran.
Partur av hesum arbeiði snýr
seg um at samskipa íløgu- og
annað virksemi hjá komm
unum, ‘regiónum’ og stats
kassanum. Danski fíggjar
málaráðharrin stendur fyri
samráðingunum við kommu
nala geiran.
Fíggjarlógarkarmarnir her
hjá okkum fevna, sum navnið
sigur, ikki um almenna geiran
sum heild. Bert landskassan
- ella rættari - bert part av
tí, sum áður var fevnt av
landskassanum, tí gongdin
seinnu árini hevur verið
tann, at alsamt størri partur
av almenna virkseminum er
fluttur úr fíggjarlógini og
yvir í almenn partafeløg. Ilt
er í fíggjarlógaruppskotum at
fáa eyga á, hvussu landsstýrið
roynir at gera virksemið hjá
hesum eindum til part av
eini fíggjarpolitiskari heild.
Ósamsvar millum
ætlan og gerð
Fíggjarlógarkarmurin
er
lutfalsliga nýtt fyribrigdi í
føroyskum politikki. Arbeiðið
við hesum varð ásett við lóg
í 2009. Fíggjarlógarkarmar
hava við støði í hesi lóg verið
samtyktir árliga frá og við
2010.
‘Plans are useless, planning
is everything’ verður sagt.
Kann tykjast sum um, at
politikarar okkara hava tikið
hesa læru í so orðarætt. Tí ilt
er at síggja, at gott samsvar
er millum karmarnar, sum
løgtingið samtykkir og tað,
sum vísir seg í roknskapinum
hjá landskassanum. Gloppið
millum fíggjarætlan og rokn
skaparligan veruleika er, sum
myndin á leinkjuni til við
festu fíluna vísir, stórt.
Í fyrsta karminum, gjørd
ur í 2010, fyri árini 2011-2015,
sæst brøtt gongd upp móti
javnvág á fíggjarlógini í 2015.
Tilsvarandi gongd sæst fyri
fíggjarlógarkarmarnar, sum
gjørdur er í fylgjandi árum.
Men, sum myndin vísir, so
verður málið um javnvág
útskotið í 5-ára-kørmunum,
sum samtyktir eru í árunum
2011-2013. Roknskapartølini,
hinvegin vísa, at hallið síðan
2011 hevur verið vaksandi.
Fíggjarlógin 2014
Í vár samtykti løgtingið fíggj
arlógarkarm fyri 2014 við
undirskoti svarandi til 235
mió kr. Landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum legði í heyst
fíggjarlógaruppskot
fyri
tingið við undirskoti, ið mett
varð til 250 mió kr. Nú slutt
spurturin av fíggjarlógartil
gongdini er byrjaður, kemur
fíggjarnevndin
við
broyt
ingaruppskotum, har metta
hallið aftur skal beinast eftir
tí, løgtingið samtykti í vár.
Hetta ger fíggjarnevndin við
uppskotum, sum hava við
sær røð av meirútreiðslum,
sum tó verða mótvirkaðar
av ‘sparingum’ innan serliga
heilsu- og almannamál. Fleiri
av hesum átøkunum hjá fíggj
arnevndini síggja út til at hava
til endamáls at fáa úrslitið til
at ‘passa’ við úrslitið, sum ásett
varð í karminum í vár. Um
fíggjarnevndin hevur grundir
til at hava so stórt misálit á
búskett-ráðgevingina - ser
liga hjá landsstýriskvinnuni
í almannamálum - fer rokn
skapurin fyri 2014 at vísa.
Undirskotið í 2014
Myndin vísir, at útlit eru til,
roknskaparliga undirskotið
í 2014 verður størri enn í ár.
Myndin vísir eisini, at úrslitið
í ár verður verri enn í fjør, og
at úrslitið í 2012 varð verri
enn í 2011.
Í meting míni av úrslitinum
fyri í ár og komandi ári havi
eg m.a. roynt at tikið atlit til
íløgupening, sum ikki verður
brúktur í ár, men í staðin í
komandi ári. Somuleiðis havi
eg roynt at tikið við í úrslitið
nýggjar
inntøkumetingar
og broytingar, sum fíggjar
nevndin leggur upp til í áliti
sínum, men sum eg tó ikki
havi stórt álit á.
Tað er fyrst og fremst
peningur
seinastu
árini,
játtaður
til
íløgur,
men
ikki brúktur, sum órógvar.
Roknskaparliga úrslitið fyri
undanfarin ár, hevði verið
verri, um játtanin hevði
verið uppbrúkt. Í tilfarinum,
sum tøkt er í sambandi við
fíggjarlógarviðgerðina 2014,
sæst, at góðar 140 mió kr av
óbrúktari íløgujáttan verða
fluttar til komandi ár.
Spurningur er, hvussu
íløgur í Eysturoyar- og Sand
oyartunnil fara at ávirka
úrslitið komandi árini, sum
nýggjasti karmurin leggur
upp til. Verða íløgurnar játt
aðar á komandi fíggjarlóg
um? Ella verður talan um
partvísa
fígging
umvegis
fíggjarlógina við kapitalinn
skoti í partafelag, sum síðan
– uttanfyri fíggjarlógina –
útvegar fígging við lántøku?
Líka mikið, hvør leisturin
verður, eiga komandi fíggjar
politiskir karmar greitt at
vísa samlaða virksemið, sum
landskassin beinleiðis og
óbeinleiðis umvegis parta
feløg stendur fyri. Somuleiðis
átti kommunali geirin at
verið partur av fíggjarpolit
isku kørmunum, sum í kom
andi tíðum verða skipaðir.
Jógvan Arge
varaborgarstjóri
Eftir hátíðarguðstænastu í
Havnar kirkju sunnudagin
heilsaði Jógvan Arge, vara
borgarstjóri,
kirkjuni
frá
Tórshavnar býráð við hesum
orðum:
“Skal bera Havnar kirkju
eina heilsan frá Tórshavnar
býráð og ynskja til lukku
við teimum 225 árunum. Vit
kunna av sonnum siga, at
hetta eru ikki 225 dagar. Sum
dagar rúmast talið í einum
einstøkum ári, men sum ár
svarar tað næstan til eitt
fjórðings túsundár.
1788 var árið, kirkjan var
tikin í nýtslu triðja sunnudag
í atvent. Hetta var um tað
mundið, tá danski ríkmaðurin
Niels Ryberg hevði stóran
smuglarahandil í Vágsbotni,
og tá Nólsoyar Páll var
ungur. Hetta var eisini, tá ið
Skipar Hansen sigldi upp á
Føroyar, og Roosenmeyer og
Floor stýrdu í Vágsbotni.
Í 1780’unum búðu 600
fólk í Havn. Bæði kirkja og
kirkjugarður úti á Reyni vóru
vorðin ov lítil, og í hesum
árum fekk Havnin nýggjan
sóknarprest, sum æt Rasmus
Jørgen Winther.
Niels Ryberg skal hava
havt ein fingur við í spælinum
at fáa Winther higar at fáa
skil á kirkjuviðurskiftunum.,
og hann legðist ikki á boðini.
Longu í 1782 varð nýggjur
kirkjugarður vígdur á Svína
ryggi, og prestur tók sær
skjótt bústað á garðinum í
Sandagerði.
Øll kenna seg væl
Samstundis varð nýggj kirkja
fyrireikað og bygd – ikki
úti á Reyni, men her skamt
norðanfyri býarmarkið, ið
tá var. Nógv varð gjørt burt
ur úr kirkjuvígsluni. Ging
ið varð í skrúðgongu úr
gomlu kirkjuni á Reyni, og
hátíðarsaluttur varð skotin
við kanónunum á Skansa
num.
Fólk vóru fegin um kirkj
una, sum var nóg stór til øll
sóknarbørnini í Havn, og
kapteyn Born tók til, at hon
ivaleyst var av vakrastu
kirkjum á 62. breiddarstigi.
Í 1865 varð kirkjan umbygd
og fekk tað snið og skap, sum
hon hevur í dag. Niels Finsen,
sum varð uppkallaður eftir
Niels Ryberg, var fimm ár tá,
og Jóannes bóndi í Kirkjubø
varð ikki føddur fyrrenn árið
eftir. Hetta var eisini nøkur
ár áðrenn sluppfiskiskapurin
tók seg upp og broytti alt tað
føroyska samfelagið.
Í Havnar kirkju eru nógv
ar generationir av havnar
fólkum og tilflytarum doypt,
fermd, gift og borin út. Her
eru guðstænastur hildnar í
túsundatali, men hóast tey
mongu árini, so er Havnar
kirkja framvegis ein sera
prýðilig og hugnalig kirkja,
sum vit øll somul kenna okk
um væl í.
Kirkjusilvur
komið aftur
Havnar kirkja hevur átt
sítt kirkjusilvur. Onkutíð
hava fremmandafólk havt
hug á tí. Tað gav at bíta
einaferð í sekstiárunum, tá
ein hjálparprestur í Horten
í Noregi skrivaði kirkjuni í
Føroyum bræv um, at ein
kvinna í býnum hevði latið
sær eina oblateskju í silvuri.
Á eskjuni stóð: Anno 1710
den 15. mei er denne oblateske
foræret
til
Thorshavns
Kirke af provsten Christian
Jenssøn Fers og Anna Sofía
Weihe.
Ein
norskur
sjómaður
hevði keypt eskjuna í Før
oyum, men nú høvdu hann
og konan frætt í blaðnum
Aftenposten, at kirkjusilvur
var horvið í Føroyum. Tí
hildu tey, at oblateskjan var
tjóvagóðs og vildu fegin lata
hana aftur hagar, tey hildu
hana hoyra heima.
Ein onnur lítil silvursøga
er um prestin Peter Gade,
sum fór úr starvi sínum sum
sóknarprestur í 1823. Tá gav
kirkjufólkið honum tveir
silvurstakar við innskrivtini
“Færøers Minde”.
Svenski lens jekarameist
arin Hedemann-Gade arvaði
stakarnar í 1908. Í 1957 skriv
aði hann til Havnar, at hann
fegin vildi lata Havnar kirkju
teir sum gávu. Hann vónaði,
at teir kundu vera eitt minni
um ta virðing, sum fólkið í
Havn hevði sýnt arbeiðnum
hjá Petur Gade sum prestur
í
Suðurstreymi
tíðliga
í
1800-talinum.
Áhuga fyri øllum
framtøkum
Hatta var tað søguliga. So
er tað tað konkreta, segði
maðurin. Tað er jú vanligt at
lata gávur á føðingardøgum.
Tað plaga vit í Tórshavnar
kommunu eisini at gera.
Oftast brúka vit eina
reglugerð, sum sigur, hvussu
nógvar krónur vit kunna
lata, um talan er um 10 ár, 20
ár ella 50 ár. Vit hava eisini
ein sats fyri 100 ára dagar.
Men so røkkur reglugerðin
ikki longur. Hon røkkur ikki
til 225 – og tí havi eg ongan
kekk við í dag.
Men eg skal heilsa av
Vaglinum og siga, at Tórs
havnar kommuna fegin vil
hjálpa til, har hon kann, tá
farið verður undir at dagføra
dómkirkjuna og økið uttan
um hana.Vit hava áhuga fyri
øllum framtøkum, ið tæna
hesi fram úr býarmynd og
miðstøð fyri kirkjuna í øllum
Føroyum.
Til lukku og góðan byr –
vit hoyrast!
Heilsan til Havnar kirkju