Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Koparormurin Símun Pauli Jacobsen Í 4. Mósebók, kapitul 21, finna vit hina vøkru og vælkendu søguna um koparormin á eini stong. Hesin koparormur er eitt hitt mest talandi mót­bílæti um frelsaran á krossinum. “So fóru tey avstað frá Horsfjalli og tóku leiðina at Reyðahavi fyri at vera uttan fyri Edomsland. Á veg­num var fólkið ótolið; tey talaðu móti Gudi og Mósesi og søgdu: “Hví fóru tit út av Egyptalandi við okkum, tá ið vit skulu doyggja her í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og henda vánaliga føði býður okkum ímóti!” (4. Mós. 21. 4-5). Hin sama syrgiliga søga, sum endurtekur seg ferð eftir ferð, fólksins knarran í oyðimørkini. Ísraelsmenn høvdu verið sera glaðir hin dagin, teir vóru bjargaðir úr Egyptalandi. Teir sungu Harr­anum lovsong, tá all­ ur hin egyptiski herurin drukn­aði í Reyða havinum. Aftanfyri teir lá Egyptaland, eitt land, sum hevði verið herjað av Guds plágum, og frammanfyri teir lá oyði­ mørk­in, sum teir skuldu ganga ígjøgnum á veg til hitt lovaða landið. Alt tað, teim tørvaðu undir ferðini í oyðimørkini, fingu teir av Harrans hond. Men nú, nøkur ár vóru farin, nú fóru tey at minn­ ast aftur til hin góða mat­in í Egyptalandi, til kjøt­grýt­ urnar. Tann dagin tey vóru komin yvir um Reyðahavið, tá høvdu hinar egyptisku kjøtgrýtur ongan áhuga. Tey vóru so glað, so glað. Soleiðis er tað ofta við nýfrelstum menniskjum. Tá ein tíð er liðin, byrja summi líkasum at kølna, og tað var tað, sum hendi við ísraelsmonnum her. Ísraelsmenn vóru leiddir av at liva í oyðimørkini. Hoyr hvat teir siga í 2. Móse­ bók 16.3. “Høvdu vit bert doyð fyri hond Harrans í Egyptalandi, har sum vit sótu við kjøtpottarnar og fingu etið okkum mett av breyði! Tit eru farnir út í hesa oyðimørk við okkum at lata alt hetta nógva fólk doyggja í hungri.” Ísraelsmenn vildu heldur sita við kjøtgrýturnar í deyð­ ans og myrkursins landi enn fylgjast við Gudi í oyði­ mørkini og eta himmal­ breyð. Hetta vóru Harrans forloystu, og Harrin kundi bera yvir við teimum, hvussu tey enn knarraðu, men tá tey ikki eyðmýktu seg, var endin tann, at Harrin lat tey koma at smakka beiskar fruktir vegna knarrandi anda teirra. Harrin sendi eiturormin millum fólkið, og nógv fólk doyðu. Tað var sjálvur orm­ urin, sum hevði verið orsøk til fólksins knarran, og nú lat so Harrin eiturormin bíta fólkið. Tá Harrans fólk eru leidd av at ganga Harrans veg, er hann ofta noyddur at lata tey merkja, hvussu øgi­ liga makt, ið ormurin hevur, hvussu hann enn vísir seg. Tá ísraelsmenn vórðu bitnir, sóu teir sína synd. Fólkið kom til Móses og segði: “Vit hava syndað, tí vit hava tosað móti Harranum og ímóti tær; bið Harran um, at hann vil taka hesar eitur­ ormar frá okkum.” Tá fyrstani kundi Gud sýna náði sína. Ísraelsmenn sóu sína neyð, og tí fekk Gud høvi at sýna teim náði og miskunn sína. So skjótt sum Ísraelsmenn høvdu sagt: “Vit hava syndað”, so forðaði einki Gudi í at koma teim til hjálpar. Ormbitið var orsøkin til fólksins álvarsomu støðu, meðan Guds náði kundi gera fólkið frískt og vælsigna tey. Tá segði Harrin við Móses: “Ger tær orm og set hann á stong, so skal ein og hvør, ið bitin er og hyggur á hann, liva!” Júst myndin upp á ormin, sum bitið hevði Ísraelsmenn og var atvold í hesum syndarliga skili, varð reist upp til tess at vera tað reiðskap, hvarígjøgnum náði Guds í ríkum máli kundi streyma niður til ormbitnar, forpíndar syndarar. Eitt vak­ urt og grípandi forbílæti upp á hin krossfestað Kristus! Soleiðis opinberaði Krist­ us kærleika sín til menn­ iskjur. Hann kom niður til hesa syndigu verð til tess at doyggja á forbannilsins træ, so at hann við deyða sín kundi opna slúsurnar fyri kærleika Guds til neyðars syndug menniskju. Harrin lærir okkum týði­ liga, at hann sjálvur er mót­ bílæti av koparorminum. Sum sonur Guds og sendur frá Faðirinum var hann vissu­liga eisini gáva Guds, og sýndi Gud her veruliga kærleika sín til ein fortaptan heim; men hann mátti eisini hangast upp á krossin fyri at kunna burturtaka syndirnar, tí bara harvið kundi kær­leiki Guds koma hinum doyggj­ andi syndaranum til hjálpar. “Eins og Móses lyfti ormin upp í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyft­ur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum.” Jóhs. Ev. 3.14-15. Øll mannaættin hevur merkt bitið av orminum, hetta deyðiliga bitið; men náð­innar Gud hevur funnið hitt einasta, sum hjálpa kann, í hinum eina, sum hongdur varð upp á forbannilsins træ. Og hann býður nú við heilaga anda sínum, sum sendur varð niður av Himli, øllum teimum, sum merkja hetta deyðiliga bitið, til at hyggja á Jesus. Kristus er Guds stóra gáva, og við honum verður nú boðað fullkomin frí frelsa fyri tíð og ævir – ein frelsa, sum er so fullkomin og samsvarandi við kærleika og krøv Guds, at Satan als ikki hevur nakað sum helst at kunna peika á hesum víðvíkjandi. Uppreisnin er ein guddómmilig váttan á krossins fullgjørda verki sum eitt fullkomið offur vegna alla heimsins synd, soleiðis at hin trúgvandi nú kann njóta hina mest fullkomnu hvílu syndini viðvíkjandi. Sostatt móttekur synd­ ar­in frelsuna í Kristusi gjøg­num trúgv. Hin særdi ísraelsmaðurin í oyðimørkini skuldi bara hyggja fyri at verða verandi á lívi – ikki á seg sjálvan, ikki á sár síni, ikki á tey, sum lógu rundanum hann – men eina og aleina hyggja uppá koparormin. Bar hann seg undan her, og vildi hann ikki hyggja uppá koparormin, so var einki hjá honum at bíða eftir uttan deyðin. Koparormurin var hongd­ur soleiðis upp, at øll kundu síggja hann. Tað nytt­aði einki at hyggja aðrar vegir, tí orðið ljóðaði, at “hvør tann sum bitin var og sær hann, skal liva.” Hin særdi Ísraelsmaðurin hevði bara ein útveg at vera raskur aftur, og tað var at hyggja á koparormin. Júst soleiðis er tað eisini nú í dag. Syndarin nýtist bert at hyggja upp á Jesus – ikki til lærusetningar, ikki til kirkjuna, ikki til menniskjur, ikki til einglar – men bert til Kristus. Einki uttan Kristus kann hjálpa. Gud vissar syndaran um, at “hvør tann, sum trýr á hann, ikki skal fortapast, men hava ævigt lív.” Hetta eigur fult og heilt at geva hjartanum og samvitskuni hvíld. Gud er nøgdur, og tað áttu vit eisini at vera, tí um vit ivast, so avnokta vit Guds vitnisburð um seg sjálvan. Um ein Ísraelsmaður til dømis hevði sagt: “Hvussu kann eg vita, at eg verði frísk­ur við at hyggja á handa koparormin?” ella hvussu vónleyst hann sá upp á at verða frískur aftur, ja, so vildi tað verið tað sama sum at forkasta Guds boð, og hann vildi doyð innan stutta tíð. Soleiðis er tað eisini við syndaranum. Í sama viðfangi hann er førur fyri í trúgv at hyggja á Jesus, hvørva syndir hansara. Sum ein veldigur reinsandi streymur vellir Jesu blóð yvir samvitsku hans­ara, reinsar hann frá allari synd, so at hann stend­ ur fyri Gudi uttan plett og uttan rukku. Men hetta við at hyggja á koparormin var ein persónlig sak hjá hvørjum einstakum Ísraelsmanni. Ein kundi ikki hyggja á koparormin fyri ein annan, hvør einstakur mátti persónliga venda eygu síni móti honum. Sum tað var tá, soleiðis er tað eisini í dag. Vit mugu persónliga hava við Jesus at gera. Kirkja ella samkoma kann ikki frelsa okkum, eing­in prestur ella leikmaður kann frelsa okkum. Tað má vera eitt persónligt samband við frelsaran, annars er tað ikki lív. Og tað hendi, tá ein ormur hevði bitið onkran, og hann hugdi á koparormin, so varð hann verandi á lívi. Soleiðis hevði Gud fyriskipað tað tá. Og soleiðis hevur Gud fyriskipað tað nú. Trúgv er ein persónlig sak. Umvending er ein persónlig sak, og frels­ an er ein persónlig sak. Hvørjar førleikar ynskja vit? Jákup av Skarði Í hesum døgum er nógv kjak um PISA, og hvussu úr­ slitið er hjá føroysku fólka­ skúlanæmingunum. Býtt verð­ur upp eftir gentum og dreingjum og summi ynskja at hyggjast skal eftir skúlum. Summi ynskja hesa eftir­meting har piparið grør, meðan onnur vilja finna onkran syndara at heingja alla ábyrgd á. Men er tað so lætt? Um vit nú fingu at vita gentu- úrslitið frá besta skúlanum, kundu vit so skipað dreingja- undirvísingina á skúlanum við vánaligasta úrslitinum eftir “gentu-leisti”? Mær dámar væl tøl. Best dámar mær tølini, tá ið eg kann spæla mær við teimum og stilla úrslit/myndir eftir tí eg haldi eg fái nýtt til okkurt hugaligt. Men mær tykir, at tá ið eg spæli mær við PISA tølini, er tað eins og at leggja eitt 9-ára gamalt putlispæl. Eg havi ávíst tal av putlibrikkum og fái eina ávísa mynd, tá ið eg leggi hvønn brikkin á ávíst stað, trupulleikin er bert, at hetta ávísa stað varð skorið út fyri 9 árum síðan. Soleiðis eigur tað ikki at vera í tí skúlanum, eg ynski at bjóða mínum næm­ing­ um, lærarum og for­eldrum. Heldur ynski eg mær eina fjøl­tátt­aða mynd, har næm­ ingar í fyrsta flokki sleppa at royna seg ymsa­staðni á putliplátuni. Talan er um ávís øki, eg – sum fyrstilærari – bjóði mínum næmingum at ferðast í, í undirvísingini, sam­an við útbúnum lærar­ um, og í samstarvi við for­ eldrini/heimið. Tí er PISA ikki einasta eftir­metingin, eg ynski at nýta í skúlanum, eg varði av! Betur dámar mær lesi­ roynd­irnar, rokniroynd­irnar, motorisku royndirnar og aðrar eftirmetingar. Hesar roynd­ir og eftirmetingar, ið næm­ing­ur og lærari sam­ starva um – lærari og næm­ ingur, ið kenn­ast. Hesar royndir kunnu geva lær­ ara, foreldrum og næm­ingi svør, ið kunnu nýt­ast her og nú at tillaga og betra næmingalagaðu undir­vís­ ingina. PISA og landsroyndir leggja dent á føroyskt, stødd­ frøði og náttúruvísindi. Men hvar eru kristni, handarbeiði, ítróttur, smíð, søga, tónleikur, danskt, enskt, og allar hin­ ar lærugreinirnar, ið før­ oyski fólkaskúlin ynskir, at næmingarnir undir­vísingar­ liga ferðast í? PISA, landsroyndir og próvtøkur krevja, at næm­ ingurin situr á einum stóli við eitt borð og loysir egnar uppgávur – helst við avmarkaðum netsambandi. Hvar er gerandisstøðan? Hvar er møguleikin at reisa seg upp, ganga ein túr á bókasavnið, reika á al­net­ inum, spyrja og samstarva við floksfelagar, aðrar skúla­ næm­ingar, foreldur ella lær­ arar? Flestu ynskja fjøltáttaðan fólkaskúla, har rúm er fyri øllum. Men hví skulu vit so heingja okkum so nógv í at eftirmeta næmingin eftir trimum lærugreinum í eini arbeiðsstøðu, ið er so langt frá tí gerandisliga – og langt frá teimum førleikum samfelagið ynskir? Mær tykir, at vit hava spart okkum eftir reyv. “Náttúra og tøkni” er samansett læru­ grein, av tí at onkur helt tað verða gott amboð at spara tímar. “Handaverk og list” hev­ur júst somu lagnu. Ítrótt, vita vit, eigur at verða nóg hægri raðfest – og sam­ stundis sum vit siga, at skúl­in er fyri øll, eru røddir frammi, at fólkaskúlin skal spara, væl vitandi, at vit áttu at nýtt meira pening, eisini til stuðuls- og serøki. Eg haldi, at vit eiga at tingast um, hvørjar fortreytir vit meta vera grund und­ir førleikamenning og síðan at finna fram til bestu eftir­ metingarnar, ið kunnu stuðla undir næm­inga­lagað­ ari undirvísing. Gera vit tað, kunnu vit fyri mær væl – eisini - nýta PISA sum “9-ára- putlispæl”.