Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Tann 29. desember rundar tú tey níti. Eg vil við hesi lítlu grein lýsa pápa sum persón. Fyrst av øllum hjartaliga til lukku, góði pápi.   70 sins tyve er støvets år 80 sins tyve kun en kæmpe når 90 sins tyve må være en kæmpe over alle kæmper.   At náa tey níti er ikki hvønn mans kostur, men har ert tú nú. Pápi, nú gongur tú ímóti teim hundrað. Hóast tín høga aldur, ber tú teg fyri­myndarliga væl. Skrokk­ urin er viknaður nógv. Sjón og hoyrn eru eisini vorðin veik. Móti aldrinum er ongin forðan, og so er. Men enn hev­ur tú eitt ungdómligt sinni og eitt sera vitugt og gløgt minni. “Kanska havi eg hug at reypa eitt sindur .....Ja, hví ikki, tí tað, sum eg skrivi her, er satt.   Og eg sigi tað, so tú veitst tað. Dagurin fær annan lit. Lívið er ein vælsignað gáva. Alt er ikki bara møðsamt slit. Pápi, tú vart ein álítandi rask­ ur ungur drongur. Komin til mans var tú sera raskur. Sjógvurin kom at vera títt arbeiðspláss sum skipari. “Og mundi onkur havaldan kent tíni tungu fet á dekkinum.” Komin væl til árs kom Leir­víkar Havn eisini at merkja fløgan av tínum sterku hondum. Har tú vart kei­fúti til tú fór frá vegna aldur. Eg var stødd í Leirvík, tá post­maðurin kom við brævi til tín. Tá vart tú vorðin 70 ára gamal. Tað var við sorg­blídni, at tú las, hvat har stóð í. Upp­sagdur vegna aldur. Hóast sjógvurin var títt ar­ beiðspláss, og tú vart glaður fyri tað. Tú vart avskorin frá nógvum og hevði ikki teir møguleikar, sum vit nú­ tím­ans menniskju hava í dag. Kvøldskúlar og skeið av ymiskum slagi. Men tú hevði tey evni, sum skaparin tær gav. Tey vóru ikki so fá, tær vóru givin í vøggugávu. Eina tíð vart tú bygda­ ráðs­limur. Og ikki at gloyma tína politiska støðu. Tjóð­ skapar­maður burturav. Mang­ar góðar greinar hev­ ur tú skriv­að millum ár og dag. Ja, eisini hevur tú givið út fittan bókling um streymviðurskiftini í Leir­ víkar- og Kallsoyarfirði, sum tú fekst fyrstu heiðursløn fyri frá Fróðskaparsetrinum. Innan tónleik smæðist tú heldur ikki burtur. Spælir ymisk ljóðføri, ja slitið tvær mandolinir. Hóast tín høga aldur, so spælir tú enn upp á tína góðu gomlu mandolin. Pápi, tú vart eisini ein grovur telvari. Í heimi okk­ ara úti á Egg eru nógvir lutir, tú hevur vunnið tær frá talvkappingum her á landi og uttanlands, og kann eg enn hoyra Thorstein Wilhelm, sála fyri mær, tá hann plagdi at koma út á Egg at telva. “Eirik, nú misti okur handan góða offiserun”! Tað var ikki gamansleikur, um vit børn høvdu flutt onkra finnu.  Tú ert helst elstur eftir av teimum gomlu telvarunum. Flestu teirra hvíla nú undir grøna flag so sum Thorstein, Samson, Goldney, Durhuus og Henriksen. Ein av teimum yngru kendu telvarunum segði so pent við meg nú ein dagin: “Pápi tín burdi liva í høvuðsstaðnum. Her hevði hann havt nógvar møgu­ leikar og verið nakað stórt.” Hvør veit? men tú valdi Leirvík, Áargarð og sjógvin. Tann lívsveltan sum tú setti niður saman við mammu úti á Egg, har tað mang­an var stormhart, hevur frukt­að væl, hóast onkrir slokk­ar køvd­ust ímillum, so var grøðin góð. Vit vóru 9 systkin, 19 abba­ børn og 32 langabbabørn. Ein velta, sum tú ert sera stoltur av. Eg veit, at tú mangan hevur takkað Guði, skaparan­ um, fyri at hann hevur verið tær so góður. Pápi, tað kundi verið skriv­ að so nógv um títt langa lív, men nú havi eg valt at enda hesa grein við einum versi skrivað av góða Gunnar, sum eisini var verfaðir til vin tín Egon, sála.   Tíðin sum ein áarstreymur lívið sum ein dagur fer barnaár og ungdómsdagar nú eitt sólfylt minni er.   Pápi, nú er farið um stytsta dag. Sólin fer so spakuliga aftur at skína á Kráartanga. Fólkið í bygdini fer so smátt aftur at gleða seg til tey vøkru sólseturskvøldini. Mátti sólin skinið og hit­ að teg, nú mamma ikki er hjá tær meir. Eg vóni, at títt lívskvøld verður eins vakurt, sum tá sólin setur í Djúpini. Takk fyri alt, góði pápi.   Esther Eirik Justinussen í Leirvík 90 ár