Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til umhvørvisverkætlanir Umhvørvisstovan søkir eftir fólki til tíðaravmarkað starv á deildini Gransking at arbeiða við verkætlanum innan umhvørviskanning. Deildin arbeiðir serliga við at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum, og arbeiðið fer m.a. at fevna um sýnistøku, dataviðgerð og at skriva frágreiðingar og greinar, umframt ymiskt fyrifallandi arbeiði. Førleikar Tú skalt vera MSc í lívfrøði, evnafrøði ella líknandi. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða við teldu, skilir føroyskt og dugir væl at samskifta á norðurlendskum og enskum máli, ert nærlagdur/nærløgd og hevur koyrikort. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur. Starvstíðin er sett til 1 ár, og starvið skal setast skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mariu Dam, deildarleiðara, tlf. 342470, mariad@us.fo ella Petur Nielsen, stjóra, tlf. 342400, peturn@us.fo Á heimsíðuni us.fo fæst meiri at vita um deildina. Umsókn við CV, avrit av prógvum v.m. skal sendast til Umhvørvisstovuna, boks 2048, FO-165 Argir, ella sum teldupostur til us@us.fo – og verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. januar 2014. Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo