hósdagur 19. desember 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Edmund Joensen
tíðargrein síða 21
Javnað
armenn í
hvør sína
ætt
Eyðrit Mørkøre
Eygamálið síða 18
Latið
hjørtuni
upp á
jólum
Hóast lønarviðurskiftini hjá lands
stýrisfólkunum eru mál nummar
eitt á løglistanum hjá løgmanni á
ólavsøku – og hóast løgmaður síðani
hann kom til hevur lovað, at hann
fór at broyta hesi viðurskiftini, so
er málið ikki komið í tingið enn.
Sosialurin hevur fleiri ferðir tik
ið hetta mál upp – seinast í oktober,
tá vit kundu vísa á, at pensjóns
skipanin hjá landsstýrisfólkum
eftir útrokningum pádregur lands
kassanum eina skuld upp á tvær
milliónir krónur um árið fyri hvørt
landsstýrisfólk – og soleiðis upp í
55,6 milliónir krónur fyri hvørt val
skeið.
Tá Føroya valdsmiklasti politik
ari segði, at hann ætlaði at fáa mál
ið í tingið fyri jól, so er tað eitt stórt
problem fyri trúvirðið og ikki minst
fyri signalvirðið, at tað kortini ikki
eydnast.
Talan er um eitt smámál, sum
lættliga kann fáast í gjøgnum polit
isku skipanina. Málið snýr seg heilt
einfalt um, at landsstýrisfólk í stað
in fyri at fáa tað sum svarar til upp í
125 prosent í pensjónsinngjaldi um
mánaðin – eins og onnur fólk skulu
fáa 15 prosent.
Tað er eyðsæð, at politikarar
treyðugt vilja frásiga sær slík rætt
indindi. Fleiri løgmenn hava runnið
undan – sum oftast við at seta eina
nevnd. Kaj Leo Holm Johannesen
útsetti eisini málið við at seta eina
nevnd at gera álit, hóast tvey álit
longu lógu á borðinum hjá honum
frammanundan. Øll mæla tey til at
broyta pensjónsskipanina, so hon
líkist tí, sum vanlig fólk fáa.
Sum skipanin hjá landsstýris
fólkunum eru nú, so upptjena tey
sær fulla tænastumannapensjón
eftir at hava sitið átta ár í landsstýr
inum. Vanlig fólk skulu brúka 37 ár
at upptjena tilsvarandi pensjón.
Tænastupensjónirnar eru ein
tikkandi bumba undir landskass
anum – tí talan er um eina ovur
honds stóra almenna skuld, sum
við landsstýrismannapensjónunum
veksur við 55,6 milliónum fyri hvørt
valskeið. Tí er tað í tøkum tíma, at
ábyrgdarfullir politikarar taka sær
um reiggj og broyta skipanina.
Hesaferð lovar løgmaður at fáa
málið í tingið í janauar ella febru
ar.
Tað er ein spurningur álit, at eitt
slíkt mál blívur við at draga út. Tað
er eisini ein spurningur um trúvirði
á alla ta politisku skipanina. Men
mest av øllum er talan um signal
virði, tá eitt mál sum tekur púra
vitleys serrættindi frá politakarum
ferð eftir ferð verður drigið út.
Løgmaður hevur nú høvi at vísa
í verki tað, sum løgmann undan
honum ikki megnaðu.
ein spurningur um álit
– Nei, tú fært ikki at vita, hvør
hevur sett pengar í Portalin,
sigur Poul Hansen, sum bleiv
nevndarformaður í Knassum,
samstundis sum felagið fekk 1,7
millión í nýggjum kapitali.
Advokaturin og vinnulívs
maðurin Poul Hansen er nú
sterki maðurin í sp/f Knassum,
sum eigur og rekur Portal.fo
Poul Hansen bleiv nevnd
arformaður 9. desember í ár,
samstundis sum felagið fekk 1,7
millión krónur í nýggjum kap
itali.
Nýggi nevndarformaðurin
hevur tó onga viðmerking til,
um samanhangur er millum
hesi viðurskifti.
– Nei, tað havi eg onga við
merking til, sigur Poul Hansen.
Hann vil ikki upplýsa nakað
um ognarskapin í Knassum og
harvið Portalinum. Heldur ikki
hóast talan er um ein fjølmiðil,
og fjølmiðlar vanliga byggja á
trúvirði og opinleika.
Nýggi nevndarformaðurin
heldur ikki, at tað hevur nakra
ávirkan á trúvirðið hjá Portali
num sum fjølmiðil, at ognar
skapurin er loyniligur.
Eftir fíggjarkreppuna í Ís
landi fingu fjølmiðlarnir sín
part av ábyrgdini, tí teir í stór
an mun vóru keyptir upp av
vinnulívinum, sum ikki vildi
hava tey at skriva kritisk tíð
indi um júst vinnulívið.
– Nei, eg dugi ikki at síggja
nakran trupulleika í hesum.
Eru tíðindini saklig, so er væl
líka mikið, hvør eigur, er stutta
svarið frá advokatinum og
vinnulívsmanninum.
Umframt at vera nevnd
arformaður í Sp/f Knassar er
Poul Hansen eisini sera virkin
í føroyskum vinnulívi. Hann
er nevndarformaður í Faroe
Origin og P/F Uppsjóvarhavn
ini á Tvøroyri, umframt at
hann situr í nevndini í eini røð
av feløgum, eitt nú Effo Finans,
Vesturleika, Aluplast og Føroya
Realkredittstovni,
umframt
at hann er stjóri í P/F Bacalao.
Hann var nevndarformaður og
partaeigari í Havsbrún í Fugla
firði, til Bakkafrost keypti fyr
itøkuna.
Um orsøkina til at hann
nú er nevndarformaður í sp/f
Knassar, sum eigur Portalin,
sigur Poul Hansen stutt:
– Tað er væl tí, at onkur trýr,
at eg kann geva felagnum okk
urt, sigur Poul Hansen og legg
ur afturat:
– Hetta er eitt púra nýtt øki
fyri meg. Ein nýggj og spenn
andi avbjóðing.
Poul Hansen hevur annars
ongar aðrar viðmerkingar um
sín nevndarformanssess, ella
hvat hann ætlar at gera í starv
inum.
Sambært ársroknskapinum
so var Knassar longu insolvent
áðrenn tað keypti Portalin í
summar fyri um 5,5 milliónir
krónur.
Eginpeningurin
er
negativur við 708.000 krónum.
Hann hevur verið negativur
síðani 2008, tí felagið hevur
verið rikið við undirskoti øll
árini síðani 2006. Samlaða
undirskotið hjá felagnum sein
astu níggju roknskaparárini er
838.000 krónur.
Sp/F Knassar hevur soleiðis
ongan kjans havt at fíggja íløg
una í Portalin, og tí hevur verið
neyðugt, at onkur hevur veitt
teimum trygd fyri allari láns
upphæddini – ella hevur goldið
upphæddina fyri felagið. Aftur
gjaldingin av einum láni upp á
5-6 milliónir krónur krevur stórt
gjaldføri – uttan iva nógv størri,
enn portal.fo klárar at forrenta
saman við útreiðslunum, sum
felagið hevur av at reka portal.
fo
Poul Hansen stýrir Portalinum
Landsstýrislønir eru
gott dømi um signalvirði
Gleðilig
jól