hósdagur 19. desember 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eydna Skaale
Barnahúsið er eitt stað, sum
skal nýtast í sambandi við
avhoyringar, kanningar og
eygleiðingar
av
børnum,
sum orsakað av ágangi av
ymsum slagi hava verið fyri
traumatiserandi uppliving
um.
Seinastu árini hava tað
verið í miðal 18 tílík mál
árliga, men tøl frá granna
londunum vísa, at tá Barna
húsið er stovnað, veksur
tørvurin.
Endamálið er at seta barn
ið í fokus, og gera tilgongdina
við at stíga fram, vitna og
fáa hjálp so lætta fyri barnið,
sum gjørligt.
Dagligur leiðari verður
Oddbjørg Balle, og hennara
uppgáva verður at samskipa
arbeiðið við Barnahúsinum.
Harumframt er ein skrivari,
sum eisini er sosialráðgevi,
settur, og annars verða fak
fólk av ymsum slagi tilkallað,
alt eftir hvønn tørv tað ein
staka barnið hevur.
Talan er sostatt um eitt
tvørfakligt
samstarv,
har
fakfólkini koma til barnið í
Barnahúsinum, heldur enn
at barnið skal ferðast runt
til ymsu fakfólkini.
Allar
kanningar
og
avhoyringar verða gjørdar
á barnahúsinum, men um
læknaligar kanningar skulu
gerast, verða tær gjørdar á
Landssjúkrahúsinum. Hes
ar kanningarnar verða tó
samskipaðar av Oddbjørg
Balle, leiðaranum á Barna
húsinum, so børnini kunnu
fara bæði á Barnahúsið og á
Landssjúkrahúsið til kann
ingar sama dag.
Tey børnini, sum koma
til Barnahúsið, koma antin
umvegis Barnaverndartæn
astunar kring landið ella um
vegis løgregluna - um talan
er um politimál, tí tað er
meldað. Til ber ikki at venda
sær beinleiðis til Barnahúsið.
Á
tíðindafundinum
í
morgun.
Myndir: Álvur Haraldsen
Føroyskt Barnahús
Fyrsta føroyska barnahúsið er nú vorðið veruleiki. Tað lat upp í dag; sama dag, sum sáttamálin
varð undirskrivaður. Endamálið er at tryggja børnum, sum hava verið fyri ágangi, betri umstøður,
tá tey skulu avhoyrast, kannast og eygleiðast. Tað eru Almannaráðið, Heisumálaráðið,
politiið í Føroyum og Kommunufelagið, sum hava samstarvað um Barnahúsið
Fútin, John Kølbæk, fegnast
um, at løgreglan nú fær betri
umstøður til at avhoyra børn
– Tað er ikki optimalt at avhoyra børn á politistøðini.
Tað er ikki eitt stað fyri børn, sum eru í eini svárari
støðu, sigur John Kølbæk.
Á Barnahúsinum fara børn, sum hava verið fyri
harðskapi og kynsligum ella øðrum ágangi at kunna
tosa við løgregluna undir tryggari korum.
– Vit hava fingið serliga videoútgerð, og hon skal
tryggja, at frágreiðingarnar hjá børnunum verða
filmaðar fyrstuferð, tey greiða frá. Soleiðis sleppa tey
undan at endurtaka frágreiðingarnar fleiri ferðir og
fyri fleiri fólkum, sigur fútin, John Kølbæk.
Videoupptøkurnar skulu eisini nýtast í rættinum,
um málið skal fyri rættin, so barnið sleppur at undan
at vitna frammanfyri nógvum fólki og undir ótryggum
og óvandum umstøðum.
Fútin greiðir frá, at í Barnahúsinum verður
serligt rúm til videoavhoyringar, og útgerðin verður
spildurnýggj og betri enn tað, sum løgreglan nú hevur.
Betri avhoyring
ar av børnum