hósdagur 19. desember 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rólant Waag Dam
Kaj Leo Holm Johannesen var
ógvuliga greiður í síni talu
í Sosialinum mikudagin 23.
oktober. Evnið var lønarviður
skiftini hjá landstýrisfólkum
og
løgmanni,
har
serliga
eftirlønarviðurskiftini hava
við sær, at samlaða lønin hjá
hesum fólkum er ørandi høg.
Sosialurin hevur saman
við serfrøðingum áður roknað
seg fram til, at eftirlønin hjá
løgmanni og landsstýrisfólki
hevur í meðal eitt virði á
tvær milliónir krónur um
árið. Hetta er galdandi eftir
at landsstýrisfólkið ella løg
maður hevur verið átta ár í
Tinganesi, og er galdandi so
leingi tey og hjúnarfelagar
teirra eru á lívi.
- Eg havi ikki havt politiska
undirtøku fyri at broyta hesi
viðurskifti. Men nú, eftir at
ljós er varpað á málið, tykist
tað sum um stemningurin er
vendur. Nú skal hetta fáast
uppá pláss, segði løgmaður,
við Sosialin tann 23. oktober.
Men nú vit skriva 20. des
ember og tingið er farið í jóla
frí, hevur løgmaður ikki fingið
hesi viðurskifti upp á pláss.
Kunnu spara milliónir
Galdandi
skipan
hevur
annars við sær, at løgmenn
og landsstýrisfólk kunnu for
vinna sær fulla eftirløn eftir
bert átta árum. Ein vanligur
tænastumaður má arbeiða í
37 ár, fyri at hava rætt til fulla
eftirløn.
Loftið fyri almennar eftir
lønir sigur, at eingin kann
fáa meiri enn fulla løgmans
eftirløn, sum er 60 prosent av
løgmanslønini. Løgmaður fær
løn í 40. lønarflokki, sum gev
ur 58.527 krónur um mánaðin.
Og 60 prosent av tí er 35.112
krónur um mánaðin.
Hevur tú onnur størv, sum
geva rætt til almenna eftir
løn, so verður hon mótroknað,
soleiðis at tú ongantíð fært
meiri enn 35.112 krónur um
mánaðin.
Henda skipan hevur við
sær, at taka vit sum dømi
eitt landsstýri við løgmanni
og sjey landsstýrisfólkum,
so hevur hetta stýrið eftir
einum valskeiði upptjenað
sær eina eftirløn á tilsamans
55,6 milliónir krónur.
Hetta er nakað, Sosialurin
saman við serfrøðingi roknaði
seg fram til tann 18. oktober út
frá galdandi eftirlønarskipan
hjá
løgmanni
og
lands
stýrisfólkum. Fimm dagar
seinni viðgekk Kaj Leo Holm
Johannesen, at henda skipan
var ov lukrativ.
- Eftir at hava lisið Sosialin
fríggjadagin (t.e. 18. oktober,
blðm.) kann væl eingin vera
í iva um, at landskassin við
tíðini fer at spara nógvar
pengar, um vit broyta verandi
lønarviðurskifti hjá løgmanni
og landsstýrisfólkum, segði
Kaj Leo Holm Johannesen.
Í gildi eftir næsta val
Í somu samrøðu segði løg
maður, at hann ætlaði sær
í løgtingið við einum lógar
uppskoti um hesi viðurskifti
fyri jól. Hetta lógaruppskotið
skuldi byggja á álitið um
”samsýning og eftirløn lands-
stýrismanna”, sum løgmaður
fekk handað gamlaárskvøld.
Víðari segði Kaj Leo Holm
Johannesen, at hann ætlar
at nýggja lønar- og eftir
lønarskipanin skal koma í
gildi eftir næsta val. Hóast
løgmaður ikki legði lógar
uppskotið fyri tingið, áðrenn
løgtingið fór í jólafrí, sum
hann annars segði seg fara
at gera, so kann nýggja lønar-
og eftirlønarskipanin kom
í gildi eftir næsta val. Hetta
er treytað av, at uppskotið
verður lagt fyri tingið áðrenn
síðsta framløgudag.
rolant@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ikki at fáa
lógaruppskotið, sum skal
broyta gyltu eftirlønina hjá
løgmanni og landsstýris
fólkum,
liðugt,
áðrenn
løgtingið fór í jólafrí.
- Eg kann ikki tvinga
embætisfólkini at arbeiða
skjótari,
enn
tey
gera.
Tíverri bleiv lógaruppskotið
ikki liðugt fyri jól, sigur Kaj
Leo Holm Johannesen.
Kaj Leo Holm Johanne
sen
boðaði
fyri
skjótt
tveimum mánaðum síðani
frá, at hann ætlaði at leggja
lógaruppskotið fyri tingið
fyri jól.
- Eg kann ikki gera við,
at uppskotið ikki er liðugt.
Síðsta hond verður løgd á
tað nú, og eg vóni at leggja
tað fyri tingið í januar ella
februar, sigur løgmaður,
sum kortini ikki kann veita
vissu fyri, at so verður.
- Eg kann ikki seta dato
á, men eg vóni, at tað verður
fyrst í næsta árinum, sigur
løgmaður, sum vísir á, at
embætisfólk hansara eisini
hava havt so nógv annað at
gjørt – og tí eydnaðist tað
ikki at fáa júst hetta lógar
uppskotið liðugt fyri jól.
- Eg kann ikki seta
dato á, men eg vóni, at
lógaruppskotið verður
liðugt fyrst í næsta
árinum
Gjørdi einki við gyltar lønir
EFTIRLØN Hóast løgmaður fyri slakum tveimum mánaðum síðani segði, at lønarviðurskiftini
hjá løgmanni og landsstýrisfólkum skuldu broytast, og at eitt lógaruppskot skuldi
leggjast fyri tingið fyri jól, so var hetta av ongum, nú tingið er farið í jólafrí
Uppskotið er ikki liðugt
EFTIRLØN Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað eydnaðist ikki at fáa lógaruppskotið liðugt til tíðina.
- Síðsta hond verður lagt á tað nú, og eg vóni at leggja tað fyri tingið í januar ella februar, sigur løgmaður