hósdagur 19. desember 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bireta Hansen – ein
heilsan á 70 ára degnum
Í morgin, 21.desember, fyllir
Bireta Hansen í Havn sjeyti
ár.
Hon er fødd í Vági sum
miðlingasystir
av
fimm
systkjum.
Hon er dóttir Alfridu og
Palla í Tøðuni.
So skjótt sum hon slapp
úr skúlanum, arbeiddi hon í
fiski og sum arbeiðisgenta í
fleiri húsum í Vági. Blaðung
fór hon til Íslands at vinna
m.a. í Bildudali. Síðan fór hon
í Føroyingahavnina, har hon
arbeiddi á Velferdshúsinum
eitt summar fyrst í 1960 un
um.
Ikki fyrr enn hon byrjaði
á telefonstøðini í Vági, kann
man siga, at hon kom á røttu
hillina. Tí har var brúk fyri
talugávum.
Eftir nøkur ár í heim
bygdini, søkti hon til Havnar
og fekk starv á
telefonverkinum. Tá var
telefonin ikki automatiserað,
so telefon-damurnar sótu
við vekslaran og knýttu
samband við fólk runt um
í landinum. Har sat hon so
og tosaði í telefon í útvið ein
mansaldur.
Kanska vildi hon hava
aðrar avbjóðingar. Tí tá ið
Statoil í 1980 unum søkti eftir
fólki at taka sær av kunda
røktini, fór hon at starvast
hjá teimum. Har hevur hon
so sitið, til hon í fyrrárið bleiv
pensionerað.
Hon kann sanniliga líta
aftur á eitt virkið arbeiðislív,
har hennara partur ikki
hevur ligið eftir. Arbeiðissom
og álítandi. Mong eru tey
vikuskiftir, ið hon mátti fara
til arbeiðis, meðan onnur
høvdu frí.
Í fyrru giftu fekk hon
tveir synir, Óla Hans og
Jógvan Páll, sum báðir eru
komnir væl undan. Seinri
giftist hon við Ernst Hansen
úr Nólsoy. Tey fingu nøkur
góð ár saman í heiminum í
Tjarnarlág.
Fyri
ommubørnini
er
tú heilt vist verðins besta
omma! Altíð fús at
baka
pannukakur
ella
skipa fyri einum ”hot wings”
og kips-party.
Hjá
okkum
og
allari
familjuni hevur tú verið mitt
punktið í Havn.
Eisini tá ið ikki var so
vítt til veggja. Men har sum
hjartarúm er, er eisin húsa
rúm! Tað hava okur øll, børn
okkara og vinfólk teirra
sannað. Mangar eru tær
ólavsøkurnar, tá fólk svav í
hvørjum króki.
Góða Bireta, systir! Okur
ynskja tær hjartaliga til
lukku! Og takka tær fyri
mangar góðar løtur, sum
okur hava havt saman!
Vónandi
fært
tú
ein
hugnaligan føðingardag.
Harrans signing í komandi
árum.
Systkini í Vági
Tollaksmessu
dagur 1913
Tollaksmessudagur 1913 var, sum kunnugt, ein dapur dagur
í føroyskari útróðrarsøgu.
Ta ferðina var eisini ein bátur úr Rituvík á útróðri.
Smidligt er farið, ið fram eftir stevnir,
seks mans til ára úr støðni avstað,
náttin er vøkur, tó hvør maður kennir
løtan má brúkast, brátt skifta kann lag.
Á Tollaksmessu nú nær móti jólum,
hoyrdist frá bátinum sálmakent lag,
stjørnurnar bjartar og stilli í sjónum,
dýrdin var føgur, teir sannaðu tað.
Komnir á miðið teir fóru til verka,
línurnar settu so skjótt eftir hógv;
aftaná løgdu teir nakað til merkis,
fjart har í havsbrúnni sorti upp dró.
Skjótt hann seg breiddi og so kom eitt vindblak,
var best í stundini heim seta kós?
Veðrið skjótt øtlar – teir línuna draga
kraftmiklar hendur nú rívast til blóðs.
Skjótt bar hann at, tann, ið har var á odda,
ein, sum var við hesum, taldi mær frá
blaðungur tá, tó enn greinliga minnist
bragdið, bátsfelagan fremja hann sá.
Línan úr havi ei drigin, men rivin,
flotini ikki teir bjargaðu tá,
í borðinum búgfult av onglum stóðu,
teymar hann sleit, tá ið hart leikti á.
Royndu teir har sína ítastu megi,
alsamt at oysa tað kravdi sín mann,
hildið var á – kámt sást lýsa fyri degi,
fámælt var orðað og sjórok um stavn.
Veiðan er bjargað, og uttan av havi
aftur mót landi leiðin nú lá,
ilskan í sjónum og brotið frá bárum,
undir teir spurdust í aftur tá.
– – –
Ódnin var mikil, ei mundi avhæsa;
tá sást eitt óløg’, ið alt kundi knasa,
reisa seg upp sum ein hóttandi múrur
endin er komin, hvør maður nú stúrir.
Á teimum øllum nógv mundi standa,
skuldu teir ongantíð vinna til landa?
Men tá ið skaðasjógvur skal bróta,
tann elsti í bátinum royndi sær fóta.
Upp brá sín arm, hin almáttuga nevndi
– nakað var hent, hvør ein á sær nú kendi. –
Brotið hitt mikla, ið alt kundi knasa,
slætnaði niður uttan at hvæsa.
Seinni, tá ið teir nærkaðust støðni,
fólkið alt samlað var niðri á lónni,
loftaðu bátinum alt sum í einum
garður av monnum á sjóbardum steinum.
Maður, sum slíka lívsroynd kann gera,
av henni støðugt merktur man vera;
stríðið og bjarging mót hóttandi bárum
lýsir sum viti á aldrandi árum.
Nancy Vesturbú
Rit og yrkingar, 1987