hósdagur 19. desember 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartans takk tiltykkum, ið vóru við til
at gera mær fermingardegin góðan og
minnisríkan.
Takk fyri heilsanir og gávur.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Heilsan
Hans Allan við familju
Tøkk
Eg takki hjartaliga øllum, sum mintust
meg á 90-ára føðingardegi mínum.
Øllum verður ynskt eini gleðilig jól og
eitt av Harranum signað nýggjár.
Heilsan
Hanna Olsen, Klaksvík
Tøkk
Vit vilja takka øllum, sum á ein
ella annan hátt vóru við til at gera
okkara hjúnabandsdag 13.07-13 til ein
ógloymandi dag.
Somuleiðis verður ynskt øllum eini
gleðilig jól og eitt av Harranum
vælsignað nýggjár.
Peturbjørg & Heðin Olsen
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Nýtt starv sum umsitari av nýskapanar-
húsinum Hugskotið er leyst at søkja.
Høvuðsuppgávan
Sum umsitari av húsinum verða tínar uppgávur
fjøltáttaðar. Tú skalt umsita dagliga raksturin av
húsinum, og skapa áhuga fyri húsinum millum
íverksetarar, vínnulív og almenningin.
Tú skalt eggja íverksetarum í dagliga arbeiðinum og
fylgja gongdini hjá hvørjum einstøkum íverksetara.
Somuleiðis skalt tú byggja upp eitt tætt samskifti við
fólk frá vinnulívinum og stovnum, sum kunnu hjálpa
og stuðla íverksetarum við servitan teirra.
Førleikakrøv
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving og royndir.
Tú skalt duga øll vanlig skrivstovuforrit, eins og
førleikarnir at samskifta á føroyskum skulu vera
góðir.
Tú skalt vera skipað/-ur, uppsøkjandi og kveikjandi.
Sum einasta starvsfólk og ábyrgdarhavandi av
húsinum er týdningarmikið, at tú ert fyrikomandi,
megnar at arbeiða sjálvstøðugt og er før/-ur fyri at
taka avgerðir. Tí tað verður tú, ið kemur at skapa og
mynda Hugskotið innanveggja og úteftir.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum og eina holla vitan um
vinnulívið.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært avvarðandi
sáttmála. Í fyrstu atløgu er talan um eina 2
ára royndarætlan. Harvið er eisini talan um
tíðaravmarkað starv í 2 ár.
Hugskotið
Nýskapanarhúsið Hugskotið verður innrættað í Niels
Winthersgøtu 5 í miðbýnum. Dentur verður lagdur
á at skapa eitt umhvørvi, ið eggjar til vitanarbýti
og íverksetan. Pláss verður fyri 8 íverksetarum
í 2 felagshølum við atgongd til allar neyðugar
skrivstovuhentleikar.
Endamálið við nýskapanarhúsinum er at stimbra
undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi
í Tórshavnar kommunu. Fremsta uppgávan hjá
húsinum er at leggja lunnar undir eitt umhvørvi,
har íverksetarar kunnu virka, deila vitan og fáa
ráðgeving.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving
og royndir verða at senda til: Tórshavnar kommunu,
Vaglið, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi
mánadagin 20. januar 2014.
Meira fæst at vita
við at venda sær til Rók Tummasarson, deildar-
leiðara, rokur@torshavn.fo, ella Ingibjørg Berg,
kommunustjóra, ingibjørg@torshavn.fo, á telefon
302010.
Á starvstorginum á www.torshavn.fo sæst
fullfíggjaður starvsprofi lur.
Umsitari til Hugskotið